”Latið Okkum tí fara niður og blanda tungumál teirra, so teir skilja ikki málið hvør hjá øðrum. Soleiðis spjaddi HARRIN teir…” Her lesa vit um hvussu HARRIN forvirraði tey í málinum. Eingin skilti hvønn annan.
Í Ápostlasøguni ger HARRIN eitt nýtt mirakul við málinum, og vit lesa: ”Og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum og fóru at tala onnur tungumál, alt eftir sum Andin gav teimum at siga…vit hoyra teir tala um stóru verk Guds á tungumálum okkara…” og v.1:”vóru tey øll komin saman á einum staði.”
HARRIN stendur aftanfyri bæði undrini. Eitt fólk spjaðir Hann sundur og eitt fólk samlar Hann saman. Tað ger Hann eisini ídag innfyri síðstu tímar á náðitíðarhúshaldinum, áðrenn Hann heintar síni heim.
Samkomurnar, sum Paulus við sínum ápostlaembæti føddi fram, tosaðu sama mál. Hann sigur soleiðis: «Soleiðis skipi eg fyri í øllum samkomunum.» 1.Kor.7.17. «Soleiðis sum eg læri allastaðni, í hvørji samkomu.» 1.Kor.4.17.
Í Ápostlasøguni 2.14: «Tá steig Pætur fram saman við hinum ellivu, tók til orða og talaði til teirra…» Her kemur til sjóndar, at tað er eingir mótsetningar, eingin mótvilji, ongar aðrar meiningar. Men at teir stóðu allir samlir saman.
Í Efesus brævinum 4.4: «Eitt likam og ein Andi, eins og tit eru kallað til eina vón í kalli tykkara, ein Harri, ein trúgv, ein dópur, ein Gud, Faðir alra, sum er yvir øllum, við øllum og í øllum.» Ein, ein. Eingin í Efesus ivaðist í, um tað vóru fleiri likam ella fleiri Andar ella fleiri Harrar ella ymiskir dópar ella fleiri Gudar. Fyri tey var sama málið: Ein!
Bábylon harafturímóti ræður forvirringurin um ymiskleikar sterkt. Har er eingin einigur um nakað. Dømir um tað eru t.d. felagsgudstænastan 3.páskadag. Eingin er einigur um frelsuna, dópin, samkomuna, náðigávurnar og tænasturnar sum eru nevndar í Bíbliuni. Eingin tosar sama mál. Hvør stendur aftanfyri hesa forvirring? Gud blandar tungumálini!
27 juli skal vera uttandura bøn og lovsangur uppi á Oyggjarvegnum. Temaði er: Guds signing yvir Føroyar, fólkið og Ólavsøkuna. Lat meg siga tað so sterkt sum eg kann: Gud hoyrir ikki slíka bønir! Tú finnur onga regionala bøn fyri nøkrum landið, uttan landið Ísrael í G.T. har landlyftir eru knýtt til signingar. Í N.T. finnur tú ikki slíkt. Og táið so 1000ára ríkið trakkar inn, skulu landlyftini venda aftur. Her handlar um tíð og timing og at hava tunguna mitt í munninum. Men hesi sum samlast saman, eru forvirraði og biðja og tala í høvdi á hvørjum øðrum. Og so siterar Jenis frá Orðatøkunum 14.34: «Rættvísi lyftir tjóðina upp».Her talar Bíblian ikki um Føroyar, men um Ísrael. Og tað er als ikki tað Ísrael, sum er nú við teimum óendurføddu í Knessinum. Har er eingin profetur, eingin sum hevur eitt So Sigur Harrin, men frímúrarir, sum arbeiða saman við aðrar frímúrarar. Har er eingin rættvísi at finna. So versið talar um eitt framtíðar Ísrael, táið rættvísin skal ráða – tað er tað, sum lyftir eina tjóð upp. Hvør vil pástanda at rættvísi býr í Ísrael ídag?!
Biðja fyri Ólavsøkuni? Hendan heidna festin. Hvat skal biðjast? Um at annulera tjóðarhátíðina? Um at fólk ikki gerast full? At syndin ikki skal ráða? At ungdómar ikki taka stoffir? At Føroyar bleiv Kristna? Føroyar er ikki eitt Kristi land, slíkt úttrykk finnur tú ikki í Bíbliuni.
Aldrin hevði ein sæð nakrar av vitnum Jesusar til slíkt bønarmøtið. Burtkastað tíð! Hetta er eitt úrslit av forvirringi og at menniskju ikki eru lærd veg Guds gjølla. Í Ápostlasøguni 2, har byrjanin, grundvøllurin varð lagdur, lesa vit: «Tey hildu trúliga fast við læru(undirvísing) ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.» Tey lærdu við ápostlanna læru, hvussu tey skuldu biðja og hvat tey skuldu biðja og hvat tey ikki skuldu biðja.
Jesus bað. Hann sigur: «biðið fyri teimum, ið háða tykkum og søkja at tykkum…» Hann talar um mótstandarnar av at ein hevur fingið Andan, sum gongur forbí bókstavin og svørtu lógina og paragrafin.
Í Jóh.Evang.17 finnur tú Jesusar síðstu orð og bøn fyri Sínum og tað er eitt loyndarmál, sum als ikki øll fata. Men tey, sum fata tað, teimum er tað givið omanifrá. Jesus sigur: «Eg biði fyri teimum(útvaldu, sum allur teksturin handlar um)Eg biði ikki fyri heiminum(lond, fólk, Ólavsøku v.m.)men fyri teimum, ið Tú hevur givið Mær, tí tey eru Tíni… Eg biði ikki, at Tú skalt taka tey(útvaldu) úr heiminum, men at Tú skalt varðveita tey frá illum…Eg biði ikki bert fyri hesum (ellivu, sum vóru tilstaðar tá), men eisini fyri teimum(komandi, sum eru útvald) sum við orðum teirra(ellivu) koma til trúgv á Meg.» Tey, sum tóku ímóti ápostlunum og vitnum Jesusar skiltu hvønn annan og stóðu saman sum ein. Hini spjaddust.
Samkomurnar eru eisini spjaddar meiri enn nakrantíð, men royna krampagtigt at standa saman og fevna hvørjum øðrum. Nýta skriftstøð og leggja tey út til sín egna undirgang. Forvirringurin er fullkomin.
Ælabogin: eg fylgi við hesar dagar, hvat sum verður skrivað. Ein totalur forvirringur. Skriftstøð í fleng verða kastaði eftir hvørjum øðrum frá báðum leirum. Tað ræður um at hava seinasta orð, bestu Bíbilsku argumentir, og Sodoma og Gomorra vakna hvørjaferð Ólavsøkan nærkast. Skilja trúgvandi fólk einki? Hava tey ikki lisið, at allur heimurin liggur í tí ónda? Skija tey ikki tekini um Nóa?
Tit í Nardus og onnur, sum skuldi lisið hesar reglur: ikki latið tykkum øsa upp um henda ælaboga og henda vertsliga felagsskap. Hetta er ov lítið og smáligt at nýta tíð og kreftir uppá. Ikki lata tína leyvunáttúrðu fara eftir moyggjabitum – fongurin er ov lítil. Ikki vanvirð Behemot – áarrossið «Hann er verk Mítt, eins væl og tú…Hygg styrkin í lendum hansara og mátturin í búkspongunum…bein hansara eru sum koparpípur…» ikki sært tú hann jagstra eina mús, tað er ov smátt.
Livjatan – krokudillan: «kanst tú draga hann upp á ongli og binda tungu hansara! Kanst tú draga sevtog…kanst tú spæla við hann…kanst tú fylla húð hansara við spjótum…Nei, tann, ið vágar sær slíkt, vón hansara verður svikin.» ikki vanvirð Livjatuna við at geva hana í bardaga við eina smákykt – tað er ov smátt. Les um hesar skapningar í Job kap.40 0g 41.
Ikki kasta burt kreftir uppá Lgbt og onnur slík ting. Tað er eitt Satans triks at fáa okkum burtur frá einum nógv størri bardaga.
Lat okkum hava sama mál og sama stað, sum samlar Andans fólk, sum talar um stóru verk Guds. Skjótt er tíðin úti, og vit skulu møtast í skýnum at møta Jesusi.
Hallur Sørensen