Í Ápostlasøguni kap. 2.37 til 41 lesa vit soleiðis: «Táið teir hoyrdu hetta, stakk tað teir í hjarta, og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnar: Tit menn, brøður! Hvat skulu vit gera? Pætur svaraði teimum: Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans. Tí til tykkara er lyftið og til børn tykkara og til øll, sum langt burtur eru – so mong sum Harrin Gud okkara kallar.» Eisini við mongum øðrum orðum vitnaði hann og áminti tey og segði: «Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu(perversu)ætt!»
Eisini við mongum øðrum orðum vitnaði hann og áminti tey og segði: «Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu(perversu)ætt!» Eg hugsi um hesi orð, og hvørjum samanhangi tey standa í.
Tey koma í syndaneyð og spyrja Pætur og hinar ápostlarnar, hvat tey skulu gera? Boðini vóru klár: «Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna…» Og « Eisini við mongum øðrum orðum vitnaði hann og áminti tey og segði «Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu(perversu)ætt!» So kemur klárt fram av heildini, at tey fyrstu orðini viðvíkjandi at venda við frá hesi rangvørgu/perversu ættini er at blíva doyptur í Jesu Kristi navni. Tað vóru tey fyrstu orðini.
Hann bað tey ikki at venda við, sum mangir vildu sagt ídag: venda við frá tubbakk, alkohol, vánaligum prioriteringum, sløvheit o.s.fr. Men frá hesi rangvørgu ætt, theologi, sum ikki samsvarar við Guds orð. Sum setir fótonglar á sannleikar í skriftini, og hindrar einari brúðarsál at fylgja sannleikanum. Frá jødadóminum, lóg, boð og krøv. Míni og Harrans boð til tín er at gera tað sama í hesi endatíð – tak móti bíbilskari frelsu og lat teg doypa í Jesu Kristi navni. So hevur tú markerað teg frá religiøsum dópi í trimum titlum til æru fyri katólskari villini-læru. Tá sigur tú farvæl fyri alla. Tú hevur tú forlátið Egyptaland og gingið yvirum Reyðahav og eingin retur-billett er at finna. Tá kanst tú av sonnum siga: eg eri ein av teimum, sum er doypt/ur sum tey í Bíbliuni.
Tú kanst ikki hoppa, klappa, biðja teg frá tí rangvørgu ætt, men einans við at lata teg doypa frá hesi rangvørgu ætt og síðani hoyra enn meiri satt forkynnilsi um henda sannleika – Eisini við mongum øðrum orðum vitnaði hann og áminti tey og segði: «Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu(perversu)ætt!» Jesus átti ikki lut ella deil í religiøsiteti! Gert tú? Í Rómbrævinum kap.6 talar Paulus um dóp. So í vers 5 stendur: «Tí eru vit samanvaksin við Hann við líkum deyða, skulu vit eisini verða tað við líkari uppreisn. Skalt tú virkuliga kenna týdningin av hvussu Bábylons religiøsu bond slitna av tínum hálsi og herðum, so er at blíva samanvaksin við Honum – dópinum í navninum Jesus Kristus.
Er tað nakað, sum Satan hevur klárað sera væl, so er at leggja lok á týdningin viðvíkjandi dópinum í Jesu navni. Tá tað verður prædikað, so vakna øll religiøsu trøllini. Tá vakna mamman og pápin, tá vakna omman og abbin, tá vakna vinirnir, tá vaknar samkoman og tá vaknar presturin. Alt fer á gos. Tá vaknar gumman og gubbin. Tað byrjar við, at øll gerðast óð og so útartar tað seg til, at øll fáa vát eygu og síðani koma følilsis útbrot í verbalum formi, s.s. at gumman minnist tá hon bar teg fram til doypifontin. Dópskjólurin kemur upp at venda og hann verður hálaður fram sum eitt virðiligt minni.
Vaksnamanna dópurin(sjálvt um einki eitur so í skriftini) verður eisini brúktur móti einum, sum vil ganga ápostlanna veg. Har verður sagt: tú ert væl doyptur…vit mugu heldur lýða Jesus enn Pætur…øll í familjutrænum eru doypt til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans. Hví skalt tú fara at hugsa um hetta? Slepp tær av við slíkar tankar.
Jú Satan veit og hevur 6000 árs erfaringar at hindra fólki. Ætlar tú at lata teg hindra?
Í Himli verður eingin dópur, og í tí Nýggja Jerúsalem verður eingin dópur. Ætlar tú at ganga gjøgnum ævinleikan ódoypt/ur? Hetta er sera álvarsamt. Hoyrir tú til likam Kristusar, so bert tú sama navn sum Hann. Tín dópur avslørar, hvønn tú hoyrir til og kennir samfelag við.
So stendur í Ápostlasøguni.2.41: «Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust aftrat okkurt um 3000 sálir.»
Hallur Sørensen