”Gehenna” í N.T hava Bíbliu umsetarnir við vilja og skeivt umsett til ”Helviti”, sum samsvarar «Tofet» í G.T. Gehenna sum er Hinnoms dalur. Í hesum dalinum ofraðu tey og brendu enntá børn til avgudin Molok á Tofets altari. Síðani bleiv hesin dalurin nýttur til ruskstað, og tað var tað hann var á døgum Jesusar. Tað er á hesum ruskstaðnum, at eldurin ongantíð sløknar. Hetta tí, at leivdir og rusk allatíðina verður kastað á báli. Táið sjakalar og revarnir bardust um hesar deyðu kropparnar, sum blivu tveittir har, deyð djór og innvølir, hoyrdist ýl og skríggj. Tað kundi verið hetta, ið hoyrdist frá Gehenna. Kanska tað gríslaði í tonnunum, táið tey bardust um henda fongin, «tannagrísl».

Tey ótu og løgdu á leivdirnar, táið myrkrið kom og friður var. Tá fóru dýrini inn og fingu sær til vega. Tað vóru mong rovdjór í Ísrael í tí tíðini; tað talar Bíblian um.

Vit skulu minnast til, at tað var ongantíð loyvi at tveita nakað livandi í Gehenna. Hetta var Harrin sterkt ímóti, tað vakti Hansara vreiði. Alt sum bleiv tveitt har, var deytt; lík, ræ. Deyð ting, deytt alt saman. Tað var einki sum bleiv kastað har, sum leið deyðan og píndist áðrenn viðkomandi sløknaði. Táið Jesus talaði um Gehenna, vitstu Jødarnir, hvat tað var. Táið Jesus talaði um Gehenna, so er tað akkurát tað sama, sum at vit tosa um rusk plássið á Hjalla. Eingin í Føroyum vildi trú, at eg meinti, at tað vóru livandi skapningar sum blivu tveittir har og skuldu pínst, og grátur og skríggj hoyrdist.

Í Matt.3.12 sigur Jóhannes doyparin: «Kastiskuplu Sína hevur Hann(Jesus)í hondini, og Hann skal gjølla reinsa gólv Sítt og savna hveiti Sína inn í løðuna; men dumbuna skal Hann brenna í ósløkkjandi eldi», sum á griskum eitur «pur abestos» – «ósløkkjandi eldi». Tað merkir ikki ævig pína. Teologarnir sum hava ynskt at fáa fram hendan helvitis tankan, fyri at fáa fleiri á sín áhoyrarabonk, vilja gjarna umseta hetta orð, so fólk blíva hjartkipt og ræðast og síðani enda í kirkjum.

Hetta merkir ikki ævig pína – «pur abestos», men um tú blaðar upp í orðforkláringar til grundtekstin, merkir hetta «eldur, sum ikki eirir nakað». Altso, eldur sum oyðir alt, til alt er burtur. Tað er einki eftir. Brennir alt upp og ger tað tileinkis. Alt sum er ætlað til oyðing verður gjørt tileinkis.

So lósu vit «brenna» – «Katakajo». Tað merkir: oyða. Sama orðið «katakausi», sum kemur av katakajo nýtir Jesus í Matt.13.30: «Latið bæði vaksa saman til heystar! Táið so akurin skal skerast, skal eg siga við teir, ið skera hann: Sankið fyrst illgrasið saman og bindið tað í bundi til at brenna, men savnið hveitina inn í løðu mína!» v.40: «Sum nú illgrasið verður sankað saman og brent upp, so skal eisini verða, táið henda tíð er á enda.» «brenna upp» = fullkomiliga oyða, so einki er eftir. So sigur Jesus: «so skal eisini verða, táið henda tíð er á enda.»

Eg trúgvi tí, sum stendur í Róm.6.23: «Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.»

Eg trúgvi tí, sum stendur í 1.Tim.6.16: «Hann, sum eina hevur ódeyðiligleika».

Eg trúgvi uppá 1.Kor.15.53: «Tí hetta forgeingiliga má lata seg í óforgeingiligleika, og hetta deyðiliga má lata seg í ódeyðiligleika.» Tað fer ikki at vera skríggj og grátur og tannagrísl gjøgnum allar ævir. Bara tey, sum eru íklædd ódeyðiligleika og óforgeingiligleika skulu liva í ævir.

Opinb.21.4-5: «Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur – tí hitt fyrra er farið. Hann, sum í hásætinum sat, segði: Hygg, Eg geri alt nýtt! Og Hann segði við meg: skriva! Tí hesi orð eru trúverd og sonn.» Er hetta ikki í himmalinum, hvar deyðin ikki skal vera meiri? Tað skal ikki vera nøkur pína, ikki skríggj, ikki tár. Alt er burtur. Tað er hvat Jesus sigur. So sigur Hann: «skriva! Tí hesi orð eru trúverd og sonn.» Hvat er tað, sum ger tey trúverd? Tað er, at Hann ger alt nýtt. Alt verður nýtt! Ger Hann Helviti nýtt? Nei, «Gehenna» er fullkomiliga oytt. Hvat er tað, táið alt verður nýtt? Tá verður alt tað, sum hevur verið áður tikið burtur.

Vit lesa í 1.Kor.15.28: «Gud skal vera alt í øllum.” Skal Hann vera alt í øllum í Helviti? Nei! Hann talar heilt týðiligani um, at alt við deyðanum, deyðaríki og «Helviti» er útslettað, «Gehenna», staðið har ruskið bleiv tveitt, er lagt í oyði. So handlar alt um Jerúsalem, sum er tann Heilagi staðurin. Tað er eitt bílæt uppá brúðrina og hennara æviga stað. Millum portrini í Jerúsalems múrum, var eitt portur, sum bleiv kallað «Mykjuportur». Harfrá gekk vegurin beint til «Helviti», beint til Gehenna. Tað skuldi ikki vera nakað óreint í Jerúsalem. Tað skuldi førast út og brennast upp. Er tað soleiðis at lukturin frá Gehenna altíð skuldi vera, dalurin sum lá beint uttanfyri? Skuldi roykurin svíða í nøsini í allar ævir. Milliardir av árum? Nei, Gehenna er staðið fyri oyðing. Eldsjógvurin er staðið, hvar alt brennist upp og ongantíð aftur rísur upp.

Hann sigur í Hebr.10.26-27: «Tí synda vit við vilja eftir at hava lært sannleikan at kenna, so er einki offur longur fyri syndir, men bert ræðulig bíðan eftir dómi, og brennandi vreiði, ið skal oyða tey, sum standa ímóti.» « oyða tey, sum standa ímóti.» Hetta úttrykki í grundtekstinum er: fullkomiliga oyða, tað er einki eftir. Øll hesi skriftstøð eru sera klár í Bíbliuni.

Svávul og eldur: er tað besta evni til at oyða. Tað var tað, sum Gud nýtti, táið Hann skuldi oyða Sodoma og Gomorra. Hann sendi svávul og eld frá himmalinum. «Og tá læt HARRIN regna svávul og eld yvir Sodoma og Gomorra – frá HARRANUM, av himli.» So tann eldurin, sum skal oyða, er tann eldurin sum er í Gudi. «Tí Gud okkara er oyðandi eldur.» sigur Hebr.12.29. Gud sum kann skapa, Hann kann eisini oyða. Hann sum kann skapa ting, og «heinta» ting frá ongum, kann eisini oyða ting aftur til einki. Tað er ein eginleiki Gud hevur, og sum liggur í Hansara makt.

Læran um Helviti, er ein spottan móti Gudi. Tað er ein vanæra og spott móti einum kærleiksfullum Gudi. Prædikan av hesum pínustaði, brennandi Helviti, hevur viðført at skarar av menniskjum hava tikið avstand frá Gudi. Tey vilja ikki hava við ein slíkan Gud at gera. Tey eru blivin ræðslusligin. So kunnu nøkur halda, at tey eru blivin forskrekt, men á ein jaligan máta og við góðari meining – forskrekt til Jesus. Men sannleikin er, at eingin kann forskrekkjast til frelsu. Jesus sigur nemmliga, at «Eingin kann koma til Mín, uttan at Faðirin(Andin), sum sendi Meg dregur hann.» Hann sigur ikki: «eingin kann koma til Mín, uttan at Djevulin og hansara Helviti forskrekkir hann».

Máti á hvussu radikalur ein prædikumaður er, er hvussu væl hann klárar at fáa flammurnar frá Helviti at loga. Einkultir prædikumenn á TV-kanalum rópa út: «…Tá fert tú til Helviti…» Og hesir menn eru «salvaðir». Aldrin verða hesir svávulprædikumenn breiðari í kjaftinum og meiri salvaðir, enn táið teir rópa út «Helviti» frammanfyri kameraðinum. Hava tit ikki sæð TV-pastorar sum reypa sær av at teir tora at tosa um Helviti? «Eg tali um eitt ævigt brennandi Helviti» rópa teir út. Tað er líkasum blivi tað optimala máli, um hvussu bíbiltrúgvur ein er. Í hvørt fall, so stuðlar tað til fíggjarkassan.

Helviti er eitt stað, sum er á linju við gamlari norrønu mytologi, fantasi, skrekksøgur og yvirtrúgv. Rithøvundurin Dante skrivaði í 14.árhundrað eitt «inferno»(tað italienska orðið fyri «Helviti») aftaná eina ferð hann hevði aftanfyri helvitis portur, eitt stað við 9 sirklum av dimensjónum og eindum í glatan, sum tilsamans lýsti helvitis ræðslu. Kunstmálarar festu hesa lýsing til lørifti og ræðumyndir skaptu ræðslu og sinnisjúku.

So við og við, so hevur eisini Helviti kølnað eitt sinur. Tað er ikki so brennandi heitt ídag, sum táið professarin við samkomufakulteti í Oslo, Ole Hallesby, helt sína víðagitnu helvitisprædiku í einum heimamissiónsmøti í «Storsalen» í Oslo í 1953, og sum varð beinleiðis sent í NRK radio. Har úttalaði hann millum annað: «Hvussu kanst tú, sum er óumvendur, hvussu kanst tú leggja teg róligan at sova um kvøldarnar, tú sum ikki veitst, um tú vaknar aftur í tíni egnu song ella í Helviti?» Og «Tú veitst, at um tú fall deyður um á gólvinum, so kavaði tú beint niður í Helviti.» Talan útloysti eitt stórt orðastríð. Ikki minst ímillum Hallesby og Hamar-Biskuppin Kristian Scheldrup. Tað var millum annað hetta sum førdi til stovnan av «Human-Etisk Forbund» í 1956.

«Helviti» og kjakið hevur við tíðini kølnað eitt sindur og er vorðið meiri symbolskt. Men sjálvt aftaná tað, so eru fáir prædikumenn, sum tora at avskaffa eitt brennandi pínu-helviti. So tað hevur sín leiklut enn, men sera nógvir prædikumenn hava torført við at tala um ein kærleiksfullan, náðiríkan, góðan, tolsintan og miskunnsaman Gud, sum kastar milliardir í Helviti. Teir prædika «Gud er góður» og hava torført við í somu prædiku at siga, at sami Gud tekur syndaran í nakkan og kastar viðkomandi í eldsjógvin.

Um tað er eitt slíkt Helviti, so kann man spyrja: Hvat er endamálið? Endamálið má tá vera at straffa onkran. Straffa onkran, tí tey høvdu brotið eitt av teimum tíggju boðunum ella kirkjunar morallæru ella religiøsar viðtøkur. Eitt ella annað sum tað má finnast ein straffidómur fyri. Ella straffa tey, tí tey rætt og slætt ongantíð hoyrdu evangeliið. Tey vildu tá kanska innfyri dómin siga: «Vit búðu her uppi í Føroyum fyri túsundavís av árum. Vóru nøkur fá menniskju. Mest seyður og fuglur. Hoyrdu ongan boðskap um himmal og frelsu ella fortaping og helviti. Tað var eingin misjonerur, eingin prædikumaður sum kom.» «Nei, men skilur tú ikki, at tað er nettupp tað, tú skalt straffast fyri». Ella tann dømdi í okkara kirkjutíð, sum stendur innfyri dómaran og sigur: «Eg bleiv tvangsdoyptur sum barn, og síðani konfirmeraður av einum presti sum segði, at vit máttu hava tríggjar nevar av vatni á høvdið fyri at blíva frelst». «Ja, men tú trúi hesum lygnum. Tí skalt tú beinleiðis til Helviti». «Men prædikumaðurin kom í svørtum kjóla við hvítum kraga um hálsin og krossi á maganum og hevði seks árs teologiska universitets útbúgving og lærdur av professorum við doktorgradum í teologi». «Síðani tú trúi hesum prestunum og teirra lygnum, dømist tú til æviga pínu.»

Tann einasta grundin til at tað er eitt slíkt Helviti, má tá vera, at Gud finnur tokka í at straffa onkran.

Far til hesar prestar og prædikumenn í kirkjum og samkomum og stilla teimum spurningin: «Kanst tú vísa mær útfrá skriftini, hví menniskju skulu til eitt ævigt brennandi Helviti?» Eg trúgvi, at tú vilt standa við einum ósvaraðum spurningi.

Teir flestu prædikumenn prædika ikki eitt beinleiðis og við klárum orðum eitt pínufult Helviti. Men tað vísir jú eisini at teir í roynd ikki trúgva uppá tað. Tú kanst fara í kirkir og samkomur og uppliva at tað ongantíð hoyrist ein prædika um Helviti. Kanska verður slongt út at tað «er ein Himmal at vinna og eitt Helviti at koma sær undan». Men tú vilt ongantíð hoyra bíbliugrundleggjandi prædiku um hetta evnið. Hví? Kanska tí at teir kenna ikki eitt «Amen» í sínum anda.

Høvdu teir trú hesum, so máttu teir íhvørtfall tikið síni egnu børn í fangi, hugt tey djúpt inn í eyguni og prædikað fyri teimum um eitt ævigt pínustað og ein eldsjógv kallað Helviti. Men tað gera teir ikki. Ístaðin bjóða teir ein ófrelstan heim, hvar flest eru áveg til hettar Helviti, ikki nakað annað enn nakrar turrar, einkisigandi, ritualar gudstænastur og andaktir við kirkjukaffi, wienarbreyð og basar, við spennandi vinningum og religiøsum tombola. Ella tey arrangera okkurt meira fríkirkjuligt og festligar gudstænastur, við pop-undirhaldi og religiøsum spølum og til seinast einari signing í tríeinigheitini. Um hesir trúu uppá Helviti, so burdu teir rópt út frá øllum víddum og hæddum um Helviti. Men so er ikki!

Hvørja ferð, eitt gamalt menniskja gongur framvið tíni hús ella táið tú møtir einum á vegnum, so kanst tú rokna við, at áðrenn tey ganga framvið næsta horn, so liggja tey deyð, og eftir vanligu religiøsu tankagongd, eru tey áveg til Helviti, um tey ikki vóru endurfødd. Men tú bar teimum ikki eitt orð. Spurdi ikki um teirra lív. Vísti teimum ongan áhuga. Høvdu fólk trú uppá hetta brennandi eldflammuhav, so høvdu tey uppført seg annarleiðis, sum eisini ateisturin Bjørnstjerne Bjørnsen ofta nevndi í sínum kjaki, hvar hann vísti á, at tey trúgvandi vísa við sínari líkasælu yvirfyri øðrum, at tey ikki trúgva uppá Helviti.

Jesus sigur í Matteus.7.11: «Vita nú tit, sum ónd eru, at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá ikki Faðir tykkara, sum í Himli er, geva teimum góðar gávur, sum biðja Hann!» Hetta síggja vit øll. Sjálvt tey, sum eru ónd, taka sær av fallandi, feilandi menniskjum. Tey byggja sjúkrahús, viðgerðarheim, barnaheim og syrgja fyri øllum slagi av humaniterum hjálparpakkum. Enntá hava vit, «sum ónd eru», bygt stórar klinikkir og verjumiðstøðir til niðurundirkomin neyðardýr. Tað ger Gud ikki. Men Gud er altso óndari enn tey óndu menniskjuni. Hann tekur bara øll, sum eru ólýðin móti Honum og Hansara orði og kastar tey í eitt brennandi Helviti til pínu. Ca.300 menniskju doyggja per minutt á jørðini. Mong, ja mong av hesum hava aldrin hoyrt um Jesus og evangelii og skulu tí í eitt ævigt pínustað ífylgi Helvitislæruni. Er tað ikki groteskur tanki? Er hetta sannleikin ella kemur hetta inn undir lýsingina «villeiðandi andar, lærdómar ilra anda». 1.Tim.4.1: «Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda.» Ja, tað er nettupp tað tað er! Tað eru lærdómar ilra anda, sum fyrst blivu marknaðarførdir í einum myrkari miðøld til troyst fyri pávan og onnur, sum gjørdu menniskjuni rædd, og tí fingu kíst tey til sínar talarastólar og kirkir og á tann hátt sikra sær eina suverena maktposisjón yvir øll við at vera tey einastu, sum kundu bjóða syndarum tey frelsandi sakramentir og ikki minst avláts pengar.

Í hesari tíðini, hvar tey prædikaðu um hetta Helviti, førdi tann sama djevulskirkja, sum er Bábylon, tann stóra skøkjan við høvuðssæti í Róm, heilagt kríggj og tóku lívi av 70-80 milliónum menniskjum. Táið tey tóku hesi lív, sendu tey hesi jú til Helviti. Tað var kirkjunnar trúgv upp á hetta Helviti, sum útførdi teirra deyðsstraff yvir kættarnar. Tey avrættaðu hesar kættarnar og sendu tey til Helviti. Men hesi sonnu kristnu, tey sum blivu bannlýst av kirkjunnar embæti og sum blivu pínd og brend á báli, tí tey hugsaðu og talaðu annarleiðis enn pávastólurin, kundi eingin bøðil senda til Helviti.

Bíblian sigur, at Bábylon er móðir skøkja og viðurstygd jarðarinnar(mor til alle skjøgene og stygghetene på jorden). Ein av hesum viðurstygdum er Helvitis-læran. Hon gongur inn undir eina totala skeiva tulking av Bíbliuni og ávirkar alla teologiina.

Hevur henda læran so ikki ført mong menniskju til Gud? Lat meg siga, at eingin ranglæra hevur nakrantíð ført nakran til Gud. Hvørki ranglæran um sakramentfrelsu í barnadópinum, konfirmatión, altargongd, síðsta oljan ella hvat tað mátti verðið. Eingin ranglæra hevur nakrantíð ført eitt menniskja til Himmalin.

Táið man roynir at mótprógva tí alment góðtiknu teologi kann man vænta mótstøðu. Eg virði øll, sum hava eina aðra áskoðan á Bíbliuna enn eg sjálvur havi. Men grundarstøði undir eina og hvørja samtalu um slík ting, má vera «Orðið.» Tað hevur Sannleikan og úrslitið. Soleiðis finna vit tað eisini í Ápostl.17.11-12: «Hesir(í Berøa) vóru meiri rætthugsandi enn hinir í Tessalonika; teir tóku ímóti orðinum við allari vælvild og rannsakaðu dagliga skriftirnar fyri at síggja, um hetta var so. Av teimum komu tá nógvir til trúgv,…»Tey komu til trúgv, tí tey samanlíknaðu prædikuna við Guds egna orð.

Tað orðið, ið vit møta í okkara yvirseting av Bíbliuni, «Helviti», er man skjótur at grípa til í tí religiøsa heiminum, tí hetta orð hevur fingið eitt øgiligt sús undir sínar svørtu veingir. Tað førir menniskja langt í tanka og fantasi. Orðið «Helviti», er eitt orð, sum ikki kemur frá Heilaga Andanum, tann Andi, sum hevur inspirerað heilagar Guds menn (og kvinnur) til at skriva Bíbliuna, hesir uml.40 rithøvundar, sum skrivaðu tær 66 bøkurnar. Eingin av teimum er blivin inspireraður til at skriva eitt orð um Helviti. Tað er í líkheit við orðið «tríeinigheit» fremmant fyri Andans orðatilfeingi.

Tað er eitt norrønt orð, sum kemur av «Hel», sum er deyðsgudinnan, og orðinum «vitet». Vitet merkir, og eg siteri «bevisthet eller sinn, og kan også betyde «straffen». Tað er deyðsgudinnans straffur og hennara sinnalag at straffa. Í mytologiini er hon orsøk til ræðuligt deyðsfall og øgiligar vanlukkir.

«Gehenna» sum stendur í grundtekstinum í N.T., er eitt staðarnavn, eins og onnur staðarnøvn í Bíbliuni. S.s. Jerúsalem, Betel, Betania, Zion og onnur Hebraisk staðarnøvn í skriftini, men tey eru ikki umsett. Gehenna sum er eitt geografiskt staðarnavn hava teir av órøttum umsett til «Helviti», væl vitandi um at tað er als ikki rætt, men blóðskeivt. Allir jødarnir vitstu hvar tað var reint geografiskt og vitstu um upprunan til navnið og týdningin.

Orðið «Helviti» fyrikemur als ikki, hvørki í G.T. ella í N.T. Tað er við vilja nýtt til at framstilla og dramatisera tað gamla bíbilska hebraiska orðið «Sheol» og tað grikska nýtestamentliga orðið «Hades». Eisini har er við vilja og á skeivan hátt orðið nýtt, har grundtekst orðið er «tartarus» og «Gehenna».

Í hesum skriftstøðum er orðið «Helviti – Hell» nýtt í mongum av heimsins umsetingum, ikki minst King James umsetingin. Tað sama orðið sum er umsett við «Helviti» ymsastaðnis, akkurát tað sama grundtekstorðið, er í øðrum umsetingum og aðrastaðnis í Bíbliuni umsett til «grøvin» ella «avgrundin». Umsetarnir hava sjálvbodnir umsett grundtekstorðið. Orðini sheol og hades ífylgi orðforkláringar til tey bíbilsku orðini merkja «krógva, gloyma, leggja út yvir». Tað mest konsekventa orðið man skuldi nýtt fyri at umseta «sheol» og «Hades» er tá «grøvin». Tað er tað mest dekkandi orðið. Rætt og slætt «grøvin».

Dr.Niman Hout skrivar, at Luther hevur, vegna misfatan umsett «sheol» við Helviti. Vit mugu ikki vera blind fyri, at Luther var ávirkaður av nógvum religiøsum tankagóðsi, táið hann tók frástøðu frá katólsku kirkjuni. Hann tók ókritisk við sær nógv frá katólsku læruni. Tí umsetti Luther ofta «Sheol» og «Hades» við «Helviti», sum er totalt skeivt. Umsetarnir hava ongan málsligan rætt at umseta «Hades» ella «Gehenna» til «Helviti». Hesi orð burdu staðið óumsett. Soleiðis hava eisini nakrir bíbliuumsetarar valgt at gera.

Hetta staðið «sheol» grøvin, er í Bíbliuni ongantíð sett saman við eld. Tað er sett saman við myrkur og deyðskugga. Her eru nøkur dømi: Job.10.21: «Áðrenn eg fari avstað og komi ikki aftur, burtur til land myrkursins og deyðskuggans,…» Soleiðis skrivar Job um grøvina. Jobs bók er allarhelst fyrsta bók í Bíbliuni. Um tað er Job ella Móses sum hevur skrivað hana eru ymiskar meiningar um. Job livdi allarhelst, meðan Guds fólk var í fangaskapi í Egyptalandi. «Sheol» er ikki eitt stað við gráti, skríggj og pínu, men «deyðaríki» altso, grøvin er eitt friðarligt stað. Soleiðis er lýst mangastaðnis. Í Sálma 115.17 stendur: «Hini deyðu lova ikki HARRANUM, eingin av teimum, sum fara niður í deyðatøgn.» «Í grøvunar stilli», hevði verið meira rætt umsett. Hetta er ikki eitt stað, har tú ert ræddur og pínist. Sálmur 88.12-13: «Man verða tosað í grøvini um náði Tína, í avgrundini um trúfesti Tína! Munnu undur Tíni vera kend í myrkrinum, rættferð Tín í landi gloymskunnar!» Her eru grøvin og avgrundin frá tí sama orðinum «sheol». Tað verður einki sagt frá har, í grøvini, um Gud ella Hansara trúfesti.

Prædikarin 9.10: «Alt, ið hond tín er før fyri at gera við styrki tíni, ger tað! Tí hvørki virki, klókskapur, kunnskapur ella vísdómur er í deyðaríkinum, har sum tú fert.” Deyðaríki, altso grøvin, har sum tú endar. Har finnist eingin kunnskapur, eingin vísdómur, eingin sum tosar við nakran, nakar sum lesur nakað ella tilognar sær nakran vísdóm.

Torkild Terkelsen.

Hallur Sørensen.