Greinir

2130 of 160 items

Babylon – Katólska kirkjan og døtur hennara

by Arnleyg

Grein á in.fo tann 30. apríl 2009, skrivað av Hallur Sørensen. Eitt ávaringar skriv, sum eg skrivaði ímóti tí økumenisku, óbíbilsku samanseting.  Og eg ávarið við somu styrki enn tann dag í dag!  “Tá ið eg hoyrdi, at felagsmøtir skuldu verða í Frelsunarherinum millum mangar trúarbólkar her í Tórshavn, kom teksturin frá Nehemias 1,3 fyri […]

Skriftilig frelsa

by Arnleyg

Vit lesa í Ápostl.9.3-6.  «Men meðan hann var áveg og var komin nær til Damaskus, skein knappliga ljós av himli um hann, og hann fall til jarðar og hoyrdi rødd, ið segði við hann: «Saul, Saul! Hví søkir tú at Mær?» Tá segði hann: «Hvør ert tú Harri?» Hann svaraði: «Eg eri Jesus, Hann sum […]

Januar 2022

by Arnleyg

Ver vælkomin til enn ein grein, sum vil styrkja teg! Árið, ið akkurát er farið afturum var merkt av coronu og enn einaferð: politiskum ruðulleika. Og hesi bæði halda á inní 2022. Corona vísir seg ikki bara at vera ein virus, men fyri okkum, sum kenna til, at Gud tilletur Satan at fáa makt, so […]

Sálmur 22.3

by Arnleyg

Sálmur 22.3: Gud Mín! Eg rópi um dagin, og Tú svarar ikki, um náttina við – og finni onga hvíld. Bíblian er ein realitetsbók. Hon lýsir dýrd, kraft, gleðisrús, frelsu, æviga tryggheit, sigrar á fíggindum og mangt annað, ið skapar gleði í hjarta. Men sama bók lýsir neyð, sorg, frustratiónir, deyða, og tað, sum omanfyri […]

Gjørdi Ábrahami ilt

by Arnleyg

Vit skulu lesa saman í 1.Mós.21.10-12: Tá segði hon við Ábraham: «Rek hesa trælkvinnuna og son hennara burt! Sonur hesa trælkvinnu skal ikki arva saman við Ísaki, syni mínum!» Hetta gjørdi Ábrahami ógvuliga ilt – fyri sonar hansara skuld. Men Gud segði við Ábraham: «Lat tað ikki gera tær ilt fyri drongin og trælkvinnu tína! […]

Guds rættvísi!

by Arnleyg

Tað verður torført, ja enntá ógjørligt at koma til botns í evninum ”Guds rættvísi.” Vit kunnu tó bara ásanna, at hetta er veruligt, tí skriftin talar um tað. Men at skilja tað til fulnar klári eg ikki. Eitt veit eg tó, at Jesus elskar meg og eg kann siga sum hin, ið var blindføddur: ”eitt […]

Renn fyri at vinna

by Arnleyg

Í 1.Kor.9.24 kemur Paulus við eini heilsan til Korint-kvinnur og menn. Har sigur hann hesi orð: ”Vita tit ikki, at teir, sum á skeiðvøllinum renna, renna víst allir, men bert ein fær sigurslønina! Rennið soleiðis, fyri at tit kunnu vinna hana!” Eg havi hug at nevna nakrar sangstrofir, sum vit frá tíð til aðrari syngja. […]

Hvussu tú gert, avslørar hvør tú ert!

by Arnleyg

Vit lesa í 1.Mós.43.15, 28, 29 : ”Táið Jósef sá Benjamin… Táið hann nú hugdi upp og fekk at síggja bróður sín Benjamin, sum hevði somu móður sum hann,…So skundaði Jósef sær burtur; tí hjarta hansara brann ímóti bróðurinum;… 1.Mós.43.26-27: ”Hann heilsaði teimum og spurdi: ”Veit faðir tykkara væl við, hinum gamla, ið tit tosaðu […]

Kom Harri Jesus

by Arnleyg

Í Opinberingini, í tí næstseinasta versinum í Bíbliuni lesa vit soleiðis: ”Hann, sum vitnar hetta, sigur: ”Ja, Eg komi skjótt!” Amen! Kom, Harri Jesus! Opinb.22.20. Frammanundan hesum versum lesa vit um Jesus, sum sigur: “Eg vitni fyri einum og hvørjum…” og so vitnar Hann, Harrin Jesus, um tað at taka frá skriftini og at leggja […]

Guds ordan

by Arnleyg

”Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi – so at tann, sum setur seg upp móti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín. Tí teir, ið […]