Heystið er komið væl á leið og veturin stendur fyri durunum. Dagarnir styttast og góða summarið sum var, er skift út við vánaligum veðrið. Í endatíðarinnar taluni hjá Jesusi (Eskatologi: læran um tær síðstu tíðir), sigur Hann millum annað hesi orð: ”Biðið eftir, at tit skulu ikki koma at flýggja um veturin, ei heldur sabbat!” Matt.24.20. Og í Markus 13.18 sigur Jesus: ”Biðið eftir, at tað skal ikki vera um veturin!»

Við hesum signalerar Jesus og gevur teimum ein læripenga, at andaliga vetrarepokan, er ein tíð, har tú hevur øll odds ímóti tær. Ger tær ómak, meðan stundin er fyri hondum. Ikki útset nakað til veturin. Tað er ov seint tá.

Paulusar 2. bræv til Timoteus verður sagt at vera ”Svanasongurin”, tað endaliga. Teir seinastu andaligu tankarnir frá Gudi Himmalsins gjøgnum Paulusar likam og út í fingrarnar, har hann heldur fjøðurpennin og dyppar hann í blekki og sendir Timoteus eitt hjartans kærleiksbræv við hesum orðum: «Royn, alt tað tú kanst, at koma til mín skjótt…Royn, alt tú kanst, at koma, áðrenn veturin kemur! 2.Tim.4.9,21.

Paulus vitsti, at kemur veturin í forkant av, at Timoteus ger av at taka leiðina til Róm, so fær hann ikki Paulusar andlit at síggja. Paulus vildi sleppa frá at hann og Timoteus skuldu uppliva tað, sum Paulus og hansara fylgimenn, harímillum Timoteus høvdu upplivað nøkur ár frammanundan í Milet, táið teir tóku eitt seinasta farvæl við brøðurnar úr Efesus. Vit lesa hesi orð Paulusar: «Og nú – eg veit, at tit fá ikki andlit mítt at síggja aftur, øll tit, sum eg gekk ímillum og prædikaði ríkið…Táið hann hetta hevði sagt, fall hann á knæ og bað saman við teimum øllum. Tá skóru teir allir í at gráta so sáran, og teir fullu Paulusi um hálsin og kystu hann. Og mest av øllum vóru teir tungir av orðinum, ið hann hevði sagt, at teir skuldu aldri síggja andlit hansara aftur. So fylgdu teir honum til skipið.» Ápostl.20.25,36-38.

Vit liva í hesari andaligu vetrarepokuni. Tí er um at gera, at áðrenn ov seint er, at praktiserað og gera alt, ein kann at prioritera rætt og prioriterað húshald Guds í andanum sum tað fyrsta. Tað er samkoman. Makin er týdningarmikil, børnini eru týdningarmikil, familjan er týdningarmikil, arbeiðið er týdningarmiki, og ein kundi hildið áfram. Men fram um alt hetta er Jesus Kristus, høvur samkomunnar! Samkoman er eitt samfelag og stendur ikki av solotýpum, men menniskjum, sum eru saman. Paulus hevði tørv á Timoteus. Hann sigur: «Tá ið tú kemur, hav tá við tær kappan, sum eg legði eftir í Troas…» Paulus var kaldur. Hann hevði tørv á klæðum og á einum bróðuri, sum kundi balla Paulus inn í kappan við heitum hondum. Eg havi eisini tørv á tykkum. Tykkara nærvera heldur mær og tænastuni eisini uppi. Tykkara orð og tykkara verk «balla meg inn» móti vertsliga og religiøsa kuldanum. Og Timoteus hevði tørv á Paulus. Hann sigur víðari í sama versi: «…og bøkurnar, serliga skinnbøkurnar(pergamentrullurnar)! Timoteus, tú hevur tørv á mínari útlegging av Guds orðið. Eg havi eitt opinberilisi í skriftini, sum eingin annar. Hetta mást tú fáa lut í, áðrenn veturin kemur, og tíðin fyri okkum at síggjast andlit til andlit er úti. Tit hava tørv á mær sum hirða, at passa uppá tykkum og føða tykkum. Tit hava tørv á mær sum trúgvan og skilagóðan tænara í endatíðini at geva tykkum tíðaraktuellan kost. Skunda tær Timotues! Legg ella aðrar ætlanir til viks. Annulera allar higartil avtalir, sum tú hevur gjørt, og sum bara eru ein hindringur fyri at tú kann koma. Eg veit, at menniskju fara at blíva skuffaði og irreteraði, at tú prioriterar ein fanga í Kristusi í Róm. Tey fara at koma við øllum innvendingum móti tær, at tú ert svakur. Svakur at ganga á hasum Nardus møtunum. Hasari læruni, hasum dópinum og frelsuni. Men Timotues, tú veitst, hvat er tað týdningarmesta. «Tú veitst jú, hvør ið hevur lært teg tað» Eg sigi hesi orð við teg frá Harranum: «Men ver tú edrúur í øllum, líð ilt, ger verk evangelists, fullfør tænastu tína!»

Hsllur Sørensen