21. januar bórust tíðindini, at okkara kæri bróður, Ingálvur Kjærbo, var farin heim til Harran, einans 65 ára gamal. Likam hansara var viknað so við og við gjøgnum mong ár av Multipel sclerose (MS). Og táið Ingálvur fekk tey keðiligu boð, at hann hevði fingið krabbamein, so orkaði likam hansara ikki meir. Ingálvur doyði í trúnni á Harran Jesus Kristus, sum frelsti hansara sál í ungum árum.

Tá ið eg hugsi um Ingálv, so renna mær í hug hesi orð frá Paulusi: «Eg havi strítt hitt góða stríð, havi runnið skeiðið at enda, eri vorðin standandi í trúnni…” Ingálvsa Tíma-glas fyri hesa tíð var runnið út, og hann er fluttur inn í ein ævigan heim, har einki tímaglas er! Burtur úr likaminum og heima hjá Harranum! Gjøgnum sítt sterka trúarlív og opinberingsforkynnilsi, sum hann elskaði, so kendi og hoyrdi hann mangan røddina: « Kom upp higar» sum Jóhannes á Patmos. Har sá hann Ein, og ongan annan. Nú er hann komin upp higar, og skjótt skulu «vit, ið liva – sum verða eftir til komu Harrans – (vit) skulu als ikki koma undan teimum, ið sovnað eru. Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp. Síðani skulu vit, ið liva – sum eftir eru – verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum. Troystið tá hvør annan við hesum orðum.»

Nú Ingálvur ikki er millum okkum meiri, so er eitt orð um Dávid og Jónatan, sum lýsir saknin eftir Ingálv. Og vit lesa: «Jónatan segði nú við hann: Ímorgin er sólkomudagur; tá verður tú saknaður, táið sessur tín stendur tómur.» Ingálvsa møtistólur, hansara nærvera, hansara vitnisburður, hansara sangynskir, hansara tár í gleði og sorg. Soleiðis upplivdi Jónatan tað við Dávid: Harpuspælarin, sangari Ísraels, orðkringur maður, tann dristigi, bogin, pílarnir, svørðið, bardagamaðurin. Tómt uttan teg! Men ein dag, táið brúdleypsnátturða lambsins verður, og vit skulu sita við borðs Ábrahams, Ísaks og Jákups, tá verður eingin saknur og sessur Ingálvs ikki tómur.

Ingálvur var familju maður burtur av. Hann setti hana sera høgt, og elskaði at hava konu, børn og abbabørn og svigersonin rundan um seg, bæði her í Føroyum og í Hirtshals, har hann og Eydna áttu hús, sum tey keyptu í 2019, og ikki at gloyma hyttuna á Oggetun, sum mangan var yvirfylt. Men har hjartarúm er, og tað hevði Ingálvur, var altíð pláss til ein afturat at koma inn og fáa sær ein kaffimunn. Í 20 samanhangandi ár, vóru Ingálvur og Eydna á summarstevnu.

Eg kom at kenna Ingálv í 1994 og líka síðani tá, hava vit fylgst saman til møtir og stevnir og havt andaligan felagsskap. Hetta minnist eg aftur á við stórari gleði. Ingálvur var millum tey mest trúføstu og hansara hond var altíð gávumild.

Hás.6.2: «Vinur mín er farin oman í urtagarð sín, til hinar angandi blómubeðir, at røkta fylgi sítt í urtagørðunum og henta liljur.»  Hann hentaði liljur sum stóðu í sínari fínastu blomstring, tær angaðu, og tær stóðu saman við øðrum liljum. Men Harrans kærleikshond hentaði hasa og hasa lilju. Hann eigur allar liljurnar í urtagarði Sínum, og hentar hvørja hann vil, táið hann vil. Tað líkaði Harranum at henta Ingálv inn nú. Men skjótt, so skal Harrin fyri seinastu ferð fara oman í sín urtagarð og henta seinastu lilju og tá síggjast allar liljurnar aftur í tí himmalska urtagarðinum.

Góða Eydna, Ingun við familju og Jóhan, vit minnast tykkum í okkara bønum og má Harrin styrkja tykkum.

Friður verið við minninum um Ingálvur Kjærbo.

Hallur