2.Kongabók.16.2: ”Akaz var 20 ár, táið hann gjørdist kongur, og 16 ár stýrdi hann í Jerúsalem. Hann gjørdi ikki tað, sum rætt var í eygum HARRANS Guds hansara, soleiðis sum faðir hansara Dávid…Men koparaltarið, ið stóð fyri ásjón HARRANS, flutti hann burt, haðani sum tað hevði staðið, framman fyri templið, millum hitt nýggja altarið og hús HARRANS, og setti tað norðan fyri hitt nýggja altarið.» V.14.
Hesin tekstur er frá ár 730 f.kr. So hann er 2755 ára gamal. Men hann er heilt ómetaligani aktuellur fyri tí tíð, vit liva ídag. Hesin kongur æt Akaz, Ak´haz, sum hevur týdningin: Jehova hevur gripið/hildið fast. Men hann livdi aldeilis ikki upp til navnið. Hann var ikki gripin av teimum Gudgivnu rammunum og ordan, sum Jehova hevði sett. Hann flutti altarið. Øll centreringin bleiv forskotin og templið, sum var ein avmynd av tí himmalska skeiklaðist. Ófatiligt hvussu Satan kann hertaka eitt menniskja og umrokerað templið, sum skal avmynda tað himmalska.
Einki øðrvísi er ídag. Menn og kvinnir gerast «kongar» og setast at stýra «Jerúsalem». Alt tey fáast við frá frelsisboðskapi, dópi, tænastur, s.s. ápostlar, profetar, lærarar, kraftagerðir, gávur at grøða, at hjálpa, at stýra og ymisk sløg av tungutalu, er ikki at kenna aftur frá tí originala, tí sum var frá upphavi. Hesir kongar hava ikki hildið ella gripið fast um Jehova, og ei heldur biðið Jehova um at halda fast í teimum, so teir gerast eitt offur fyri Satan og villleiðandi ondsmaktum. «Jerúsalem, samkoman,» er ókennilig, myndin er skeiklað og altarið er forskotið.
Frelsisbøn: Tað ljóðar andaligt og enntá Bíbilskt. Hvar í víðastu verð finnur tú slíkt humbuk í skriftini? Ongastaðnis! Eg hoyrdi í «Starabúrinum» frá møtinum í Porkeri 3.nov.2025. Svenning av Lofti skuldi biðja frelsisbøn. So biður Svenning, Essa Petersen koma upp at endurtaka seg, tí Essa skuldi representera fólkið. So byrjar Svenning og Essa endurtekur. Rein religiøs komedia. Hetta er einki annað enn tað vit finna í kirkjuni til barnadópar. Har stendur presturin og gumman, og hon vegna lítla stakkals baby avnoktar Djevulin og hansara atburð og verk. Lurtið her! Koparaltarið er flutt og nýggj óbíbilsk frelsa hevur vunnið høvuðssæti – ónt í eygum HARRANS!
Dópur í Jesu navnið! Er ein blóðssáttmáli, tað var tað altarið var, eitt blóðigt altar. Dópur, sum ikki er útførdur í Jesusar navnið er ein blóðfátækur dópur og tíansheldur ikki nakar sáttmáli. Skriftin sigur í 2.Mós.4.25-26 og eg siterið tí donsku yvirsetingina: «Du er blevet mig en blodig ægtemand!» (med udtrykket «blodig ægtemand» hentydede hun til omskærelsen) Móses var eitt bílæt uppá Jesus. Og Jesus er tann blóðigi ektamaðurin, eg meini við umskeringina, og umskeringin er ein mynd uppá dópin. Og vit lesa í Kolossebr.2 : «Í Honum eru tit eisini umskorin við umskering, ið ikki er gjørd við hondum, við at vera latin úr holdslikaminum, við umskering Kristusar – grivin við Honum í dópinum, sum tit eisini eru uppreist í saman við Honum, við trúnni á kraft Guds, sum reisti Hann upp frá hinum deyðu.
Skalt tú verða Bíbilskt doyptur og ikki flyta altarið, so mást tú doyggja við Honum, gravast við Honum og rísa upp saman við Honum – Jesus! Skeiklast tú við hesa mynd og forskjýtur henda sannleika – ónt í eygum HARRANS!
«Vegurin bjóðar til ráðstevnuna GEV RÚM!´25
Eg vil heita á tykkum um at fara inná FB og lesa hvat: Vegurin – Fríkirkjan í Vágum hevur at bjóðað. Tú skal ikki vera kønur í skriftini fyri at síggja tað religiøsa gedemarked, sum har verður at «keypa». Ein forakt fyri Guds ordan og rammum, sum skriftin setir – ónt í eygum HARRANS!
Altar er eitt sentralt ting. Alt gudslív má mátast útfrá altarinum. Tann karismatiska rørslan hevur flutt altarið og galant hoppa í Ápostlasøguna at tala í óbeherskaðum tungum, uttan at fyrst verið við altarið. Hetta orð hvílir yvir slíkum menniskjum frá Jóh.Evang 10: «Sanniliga, sanniliga(Amen Amen)sigi Eg tykkum:Tann, sum ikki fer um dyrnar inn í seyðahúsið, men klívur uppum aðrastaðnis, hann er tjóvur og ránsmaður.»
Alt gongur útfrá altarinum, tí blóðiga altarinum. Hvør náðigáva, hvør tænastugáva, hvør gáva at hjálpa, stýra, grøða, tungur, týdning, hvør læra. Men tíanverri er tað flutt.
Altarið er ikki tú og prædikumaðurin, tú og elstibróðurin, tú vinmaður ella kona, men tú og HARRIN. Táið so altarið bleiv flutt, so bleiv HARRIN fluttur. Og tað er tað sum er hent. Harrin er fluttur frá talarastólinum og erstattaður við óendurføddar entertainarar, show, drama, teatur og dukkuspæl. Skriftunnar Jesus er erstattaður við annan Jesus, øðrum evangelii í øðrum anda, og tí má altarið flytast.
Øll undanfarin menniskju í hundraðtúsunda tali frá døgum Mósesar og líka fram til henda Akaz høvdu upplivað eitt blóðigt koparaltar og harvið fingið sína synd uppgjørda og burturreinsa. Í einum høggi, við sínum freka anda, so flytur Akaz hetta sentrala í evangeliinum. Hann stígur upp móti HARRANUM, móti tænara Hansara Móses, Josva, øllum Dómarunum, s.s. Jefta, Samson, Deboru, Barak, Ehud, Samgar, Gideon. Móti profetinum og dómaranum Sámuel, móti Saul, Dávid og Sálomo. Er man klárur yvir hvat man ger? Ringir tað fyri oyrunum á onkrum? Er tað nakar sum vaknar? Hoyr hvat skriftin sigur: « táið maður syndar móti øðrum manni, so dømir Gud teirra millum; men syndar maður móti HARRANUM, hvør skal tá biðja fyri honum!» 1.Sám.2.25. Tað nyttar ikki at biðja, bønin hevur onga ávirkan í slíkum førum, men tú má handla og fáa altarið uppá pláss og venda við. Set so ígongd at biðja! Hoyr hvat skriftin eisini sigur: «Hevur ein brotið Móselóg, doyr hann miskunnarleyst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna. – Hvussu mangan verri revsing halda tit tá ikki, tann skal roknast verdur, sum traðkar Son Guds undir fótum, vanvirðir blóð sáttmálans – tað sum hann varð halgaður í – og háðar Anda náðinnar.» Hebr.10.28-29. Akaz «traðkaði» á koparaltarið, á blóðið, á fyrigevingina, reinsanina, uppgerðina við syndina. Vanvirdi blóðið, vanvirdi sáttmálan. Vanvirdi tað blóðslinju, sum gekk gjøgnum Juda, kongaættina. Tað sum halgaði hann til kong. Háðaði tann Andan, sum kom yvir Móses og Dávid og vísti teimum myndina av originala koparaltarinum og hvar tað skuldi standa.
So stendur: « – fyri assýriakongs skuld.» v.18. Hesin kongur í Assýria fekk slíkt vald á Akaz, at Akaz legði seg skerflatan sum flongdur hundur. Akaz var maktarleysur at taka uppgerð. Hevði hvørki makt, dirvi ella andaligt góðs at seta mannin uppá pláss. Altarið mátti víkja fyri at nøkta tørvin hjá assýriakonginum. Hvat er navnið á konginum hjá tær, sum hevur lagt teg skerflatan?
Reis teg í Guds kraft og søk samband við tey heilagu í endatíðini, sum ikki hava givið eftir fyri fráfallinum, men hava respekt fyri HARRANUM!
Hallur Sørensen