Í mong ár skrivaði eg ímóti felagsgudstænastuni, sum verður hildin 3.páskadag. Tá eg tá skrivaði, var tað við sorg og ávaring um ikki at lata seg fanga av hesari skøkju og hennara víni, sum mong hava drukkið og aldrin gerast edrú aftur. Ert tú fyrst fangaður av hesum systemið við sínum sterka villeiðandi anda, so ert tú sum fluga í eiturkoppa netið – tú sleppur aldrin leysur aftur.

Tá eg sá felagsgudstænastuna 2026, so gleddist eg, at Guds orð er satt. Bíblian talar púra greitt um Bábylon og hennara skøkju DØTUR. Og so talar bíblian um brúðrina, og hon er ein orðbrúður. Hon er loyal og innvígd til orðið. Hon elskar orðið og hon elskar hann, sum er orðið – Jesus. Hon er ikki saman við skøkjuni og hennara døtur. Tað er eitt stórt djúp fest ímillum hesar báðar kvinnur. Onnur er órein innan og uttan, hennara tankar eru óreinir, hennara lívsførsla er órein, og bikarið, sum hon heldur í hondini er fult av viðurstygdum og óreinsku horulevnaðs síns. Og fá eru tey, sum fáa opinberilsi frá Gudi at síggja niður í hetta óhugnaliga ljóta gullbikar. Øll síggja bikarið, sum er gullbelakt, men allarflestu er blind fyri innihaldinum í bikarinum. Men hon er dugnalig, hon veit at smikra seg inn, við religiøsum horulívi. Hon veit at klæða seg. Hon kann vísa til litir, høvd, horn og gull og perlir, og tíanverri er mangir falnir á knøini fyri hennara satanisku charmu.

Brúðurin haraftur ímóti er rein, lýtaleys. Hon framførir seg ikki á nøkrum dýri og travar rótleys í allar ættir at samla kongar inn undir seg og horast. Hon heldur ikki í nøkrum gullbikari við viðurstygdum. Nei, hon framførir seg stilla og bíðar eftir Honum, sum hennara sál elskar. Hon kennir ein longsil og hitnar um hjarta, táið hon hoyrir røddina frá hásætinum: Eg komi skjótt, og hon svarar: Amen! Kom, Harri Jesus!

Í Matteus 13 lesa vit um illgrasið og hveitina. Gud hevur ongan tokka til illgrasið. Hann hugsar bara um hveitina, hann elskar hveitina og hann elskar als ikki illgrasið, tí tað er eitt verk av Djevulinum, fíggindanum. Og hoyr hvat Opinberingin sigur, táið hon tekur samanum endan av Bábylon: «Fegnast yvir henni, Himmal – og tit heiløgu, tit ápostlar og profetar – at Gud hevur hildið dóm yvir henni fyri tykkum! Veldigur eingil tók stóran stein – sum stóran kvarnarstein – kastaði hann í havið og segði: soleiðis skal Bábylon, hin stóri staður, alt í einum verða kollveltur – og ikki verða at finna longur!» Har er brúðurin ikki, men skøkjan.

Er tað ikki merkisvert og skalt tú ikki skriva tær hetta aftanfyri oyra, at nær hevur tú hoyrt ein ávaringarlúður tala ímóti Bábylon í Føroyum? Tað man vera langt síðani! Hví? Tí tað er eingin ápostla ella profetarødd eftir. Tað er ein útdeyð rasa. Øll kunnu savnast um hesar almennu sannleikar, men tekur tú blaðið frá munninum og setir plógjarni og akurkvívin djúpri, so stendur tú eina og rópar sum Elias: eg eri einsamallur eftir…

Katólski presturin byrjaði gudstænastuna við tríeinigheits kross í luftina signing og Tummas Jacobsen, umboðandi Filadelfia endaði við Faðir vár og síðani Aronitiisku signingina og til seinast krossaði hann í luftina sum annar katolikk. Og tað er júst tað: tey eru øll katolikkar og hava fingið katólska Heilaga Andans fylling og hava aldrin verið á ovara Sali og fingið sannleikans Anda.

Har sótu menn, sum hava Theologiska útbúgving, millum annað Jógvan Zakariasen. Eitt kann eg bara siga, at Theolog útbúgving, hvussu mong ár tú hevur lisið og studera, hvussu nógv møtir og seminarir tú hevur luttikið í, um tú ert í leiðslubólki ella innsettur av menniskjum klárar ikki at standa ímóti tsunamiini frá Bábylon. Tað er bara Guds varðveitsla og blóð yvir duratræi og báðar durastavirnar.

Eg eri takknemligur til Harran fyri Hansara útveljing og at verða í Hansara hond, sum eingin kann ríva meg úr – ei heldur Bábylon. Tann dagin faðir min Ábraham fór úr UR í Kaldea, fór øll ættin, sum lá í lendum Hansara eisini út. Og Ábraham fór aldrin aftur til Bábylon – ei heldur ættin. Men hesi leita sær nærri og nærri til Bábylon. Hetta er ein onnur ætt.

Hallur Sørensen