Aldrin áður hava ”kristin” verið so populer á teimum vertsligu og religiøsu undirhaldsplattformunum sum ídag. Jesus, mín frelsari, mín brúðgómur, mín heilagi kongur og Harri, ja við meiri enn 250 ærufullum eginleika benevnilsum, er drigin niður á lægsta støðið, so at Hann er vorðin til undirhald fyri religiøs, sum einki kenna til Guds orð, og til óendurfødd menniskju, sum Bíblian lýsir sum «náttúrlig menniskju, sum ikki hava anda.» «sansilig menniskju, sum ikki hava Andan» siga aðrar yvirsetingar. Judas.1.19.

Sangevangelist: Bíblian er krystallklár, táið hon nevnir tænasturnar í skriftini. «Øll skriftin er innblást av Gudi…» og Hann innblásti tittlarnar, sum ávíkavíst eru: ápostlar, profetar, evangelistar, hirðar og lærarar. Ein fýrfalda tænasta. Men hesir tónleikarar hava blást inn eina tænastu, sum Gud ikki hevur blást inn, og sum Hann hevði havt ríkan møguleika at blást inn, um Hann vildi: sangevangelist. Hetta er einki minni enn at pilka við upphavi í Gudi. Skriftin sigur: «Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.» Fyri meg er slíkt ógvuliga álvarsamt, tað at leggja titlar í munn Guds, sum ikki eru har. Tú kroystir tíni orð í munn Guds.

Tað er ikki vika ímillum, at sangevangelistar í Føroyum ikki hava eitt undirhald. S.s. Gospel Konsertir, Country konsertir, útgávukonsertir, Country og Blues Festival, Summarfestival, Evangelisk sangmøtir, Sangkvøld, Konsertferðir, Gospeltúr við Norrønu, syngja Jólini inn o.s.fr. Sangur og musikkur.

Lusifer: Hesin eingil Guds, sum lýstur verður í Ezekiel og Esaias. Hann vildi taka Gudaembæti og seta Gud av trónuni, Hann, sum er Orðið, og innseta seg sjálvan við tónleikinum. Hann vildi erstatta Orðið við tónleik. Gud stoytti Lusifer frá gudafjallinum. Eingin tónleikur, óansæð hvussu salvaður hann er skal taka plássið frá Orðinum. Ein verður stoyttur niður. Lesið Esaias 14 og Ezekiel 28. mikið álvarsamt.

Musikkur hevur mangan tað effekt, at hann samlar. Næstan øll kunnu syngja teir allarflestu sangirnar um Jesus sum hirða, hjálpara, grøðara. Tað er slíkt sum appelerar til menniskju. Tí blíva sangevangelistar mikið populerir. Tú stoytir ongan, særir ongan, irreterar ongan. Men eitt salvað vitnið, útvalt av Gudi passar ikki inn í slíkt konsept. Hann blívur sum eitt hár í suppuni. Men hann representar Orðið. Og hesir tónleikarar eru salvuleysir, og tí er jú forkláringin, at teir blivu sangevangelistar. Kraftlaleysir, opinberingsleysir, tí syngja teir – teir appelera til sansirnar á menniskjum og ikki til Andan. Men salvaði boðberðin, hann talar sum muður Guds, hann representerar Orðið, og tey, sum eru av Orðinum, frá upphavi av, tey hoyra, hvat Andin sigur! Hini ikki!

Hallur, hevur tú ímóti tónleiki og góðum sangum? Als ikki! Eg elski sangir, sum eru føddir í Andanum, og sum ganga hond í hond við forkynnilsi. Men sangurin tekur aldrin yvir Orðið í verdíg, ei heldur í tíð. «Halga tey í sannleikanum! Orð Títt er sannleiki! Sum Tú(Orðið) hevur sent Meg(Orðið vorðið hold) í heimin, havi eisini Eg sent tey(orðsins tænarar) í heimin. Eg halgi Meg sjálvan fyri tey, fyri at eisini tey skulu vera halgað í sannleikanum.» Jóh.Evang,17.17-19.

Hesir sangevangelistar eru eisini «keyptir». Tað er jú sjálvsagt sera freistandi at sleppa at spæla við bestu tónleikarum í Føroyum, skít verðið við um teir eru endurføddir ella ei, og sleppa at spæla fyri fleiri hundrað menniskjum, enn at koma til sína heimligu samkomu og spæla við sínum heimliga amatør orkestri og fyri nøkrum fáum tandrasligum menniskjum. Men fyri at rættvísgera hetta, so er man jú sangevangelistur, og evangeliið má út. Eg má út, eg má ferðast, eg má avstað. Men Gud hevur aldrin biðið nakran, ei heldur nakran føroying fara út at syngja evangeliið. Tað er eitt fremmant begrep fyri skriftina og eitt tilgjørt orð, sum man hevur lagt í munn Harrans Jesusar.

Ein kann av røttum spyrja henda spurning: er hetta tænastur, sum Harrin Jesus lat eftir sær? Eru hetta prototýpurnar, sum tú finnur aftur, av teimum Jesus lærdi? Er hetta tað, sum Jesus meinti við, táið Hann segði: Eg skal byggja samkomu Mína? Tú veitst svarið!

Má Gud hjálpa okkum, at vit ikki gerast offur fyri slíka villeiðing!

Hallur Sørensen