Ein stuttritað grein yvir høvuðspunktini í tí læru, sum dannar grundarlag fyri Nardus-samkomurnar.

Tað er útilukkandi bygt á Guds orð í Bíbliuni, og ikki heintað frá kirkjufedranna siðaarvi. “Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.” Sálm.119.105.

Hvat lærir Bíblian um Gud?

Gud er argur inn á tey, sum ikki tala rætt um Hann. „Vreiði Mín er tendrað móti tær og báðum vinmonnum tínum; tí tit hava ikki talað rætt um Meg, eins og tænari Mín Job!” Job.42.7. Milliónir av menniskjum hava gjøgnum søguna átikið sær hesa guds vreiði, og ikki minst gjøgnum tríeinigheitslæruna.

Henda læran, sum fann sín form og rætt gjøgnum kirkjukonsilini í Nikea ár 325, og sum síðani hevur arbeitt seg fram gjøgnum trý onnur konsilir, er ein vøra av Babyloniskari villeiðing, hellinistiskari filosofi og kirkjufráfallið frá sannleikanum. Bíbliunar samlaði vitnisburður gjøgnum 66 bøkur er krystallklárur: Gud er ein! Hetta er eisini væl greitt frá í fyrsta boðnum: “Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.” 2.Mós.20.3. Tað nýggja testamentið kemur ikki við nakrari nýggjari læru um hetta, ei heldur við nýggjari gudaútsagn. Táið Jesus varð spurdur um, hvat boð, ið er hitt fyrsta og stórsta, segdi Hann: ”Hoyr, Ísrael! Harrin Gud okkara, Harrin er Ein.” Og til Esaias sigur Harrin: “Tit eru vitni Míni, sigur HARRIN, og tænari Mín, sum Eg havi útvalt, so tit kunnu sanna tað og trúgva Mær og skilja, at Eg eri Gud – undan Mær er eingin Gud vorðin til, og eftir Meg skal eingin koma. Eg, Eg eri HARRIN, og annar frelsari enn Eg er eingin!” Tað var hesin Harrin og Gud, sum varð opinberaður í holdi, og kom sum frelsari í menniskja í Jesus Kristus. “Tí í Kristusi samdi Gud heimin við Seg sjálvan”. 2.Kor.5.19.

“Og – sum ein og hvør má sanna – stórt er loyndarmál gudsóttans: Hann, sum varð opinberaður í holdi…”1.Tim.3.16. Tann Gud, sum opinberaði seg fyri Mósesi í tornarunninumí 2.Mós.3.14, og kallaði seg sjálvan: “Eg eri”, opinberaði seg í holdi í Jesus Kristus. Tí segði Jesus hesi álvarsomu og revsandi orð til teir skriftlærdu: ”…tí trúgva tit ikki, at tað eri Eg, skulu tit doyggja í syndum tykkara.“ Jóh.8.24.

Jesus Kristus er heldur ikki nakar undirornaður guddómspersónur ella eingil, sum Jehovas vitnir læra. Men soleiðis sum Bíblian lærir: “Kristus… Hann, sum er Gud yvir øllum, signaður í allar ævir. Amen.” Róm.9.5. Og hetta stemmar eins við Esaiasar profeti: “Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi.” Es.9.6.

Jesus er tann veldigi Gud, tann ævigi Faðir og tann ævigi kongur. Aleinaður situr Hann á trónuni við allari makt á himli og á jørð. Hansara rollir skifta, sum frelsissøgan sklíður fram, men atlíkavæl er hann tann óbroytandi Gud: “Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.” Hebr.13.8.

Fyri tann áhugaverda lesaran vil eg reklamera 2 bøkur hjá Torkild Terkelsen: “Herren er en, Hans navn er ett” og “Troen på én Gud og det evige liv”. Við fleiri hundraðtals skriftstøðum frá Bíbliuni avslørast henda botnfalska tríeinigheitslæran og læran hjá Jehovas vitnum um platonismu og arianismu, og tann Bíbilska læran um Orðið, sum varð hold og tók bústað okkara millum, kemur týðuligani fram.

Dópurin í Jesu Kristi navn.

At dópurin er týdningarmikil, kemur týðiligt fram av Jesu egnu úttalilsum: “Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur.” Mark.16.16. Og orðini hjá Pætur: “sum nú eisini frelsir tykkum í avmynd síni, dópinum.” 1.Pæt.3.21. Vit trúgva, at dópurin skal henda við, at viðkomandi, skal “dykkast undir” “baptizo”, eftir at ein er komin til trúgv á Jesus Kristus. Gjøgnum dópin verða vit “grivin við Honum”. Róm.6.4. Dópurin má henda í lýdni við orðsins kláru boð, og tí útførast “í Jesu Kristi navn”. Hetta var, uttan undantak, tann apostoliska praksisin. Men við tríeinigheitslæruni kom eisini tríeinigheitsdópurin. Hann útførist ikki í Jesu Kristi navn, men í trimum titlum. Hesi, sum útføra ein slíkan dóp, síggja ikki, at titlar, eru ikki tað sama sum navn. Men Jesu áheitan var nóg klár til at allir hansara eftirmenn skiltu tað: “Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans,..”Matt.28,19.

Tað er bert ein, sum innihevur allar teir titlarnar, og tað er Jesus – “Tí í Honum býr øll fylling Guddómsins likamliga,..” Kol.2.9. Tí sigur Pætur við grundleggingina av samkomuni á hvítusunnudegi: “Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists…”Ápostl.2.38. Filip doypti øll tey nýumvendu í Samaria í Jesu navn. Ápostl.8.12,16. Táið teir fyrstu heidningarnir vórðu doyptir, hendi tað á sama hátt: “Og hann (Pætur) beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists.” Ápostl.10.48. Og í Efesus fingu tey fyrst at hoyra evangeliið gjøgnum Paulusar prædiku, og “Táið teir hoyrdu hetta, lótu teir seg doypa til navn Harrans Jesusar.” Apostl.19.5. So týdningarmikið er hetta við navninum Jesus Kristus í dópinum, og so klárur er vitnisburðurin úr skriftini, at tey, sum eru doypt á ein annan hátt, mugu verða doypt umaftur í tí einasta navninum, sum givið er til frelsu.

Heilagi Andin

Vit trúgva, at øll, sum eru fødd av nýggjum hava fingið Heilaga Andan. Tá Heilagi Andin kom á hvítusunnudegi, var tað eitt uppfyllilsi av m.a. Jesu lyfti: “Eg skal ikki lata tykkum faðirleysar eftir,,,Tann dag fara tit at sanna, at Eg eri í Faðir Mínum, at tit eru í Mær, og at Eg eri í tykkum.” Jóh.14.18,20. Paulus orðar hetta soleiðis:” Hin seinni Ádam er vorðin livandigerandi Andi.” 1.Kor.15.45. Heilagi Andin er tann íbúgvandi Kristus og ger okkum til eitt tempul fyri Heilaga Andan (1.Kor.6.19), tempul fyri Anda Guds (1.Kor.3.16), og fyri Kristi Anda: “Og tann, ið ikki hevur Anda Kristusar, hoyrir ikki Honum til.” Róm.8.9. Hava vit so tríggjar andar búgvandi í okkara likamliga templi? Nei! Hoyr hvat skriftin sigur: “vit hava øll fingið ein Anda at drekka.” 1.Kor.12.13.

Hesin Andi vil produsera Andans frukt í lívinum og broyta okkum til líkheit vid Jesus.(2.Kor.3.18) Vit trúgva á eina persónliga uppliving av dóp í Heilaga Andanum, sum vit lesa um í Apostl.2. við tungutalu, yvirnatúrligum náðigávum og ikki minst opinberilsi í orðinum.

Heilaggering

Heilagi Andin leiðir okkum til at liva heilagt bæði í tí innara og ytra menniskjanum. Skriftin sigur: “…bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur….Og berið tykkum ikki at sum henda øld,..”Róm.12.1-2.

Vit trúgva, at Gud skapti menniskja til mann og kvinnu, og at ein maður skal vera maskulinur og kvinnan feminin, og Bíblian gevur rættningslinjir fyri, hvussu hetta skal virka í praksis í allari siðprýði, sámiligheit og gudsótta.

Vit trúgva ei heldur á nakra samanblanding millum heimin og samkomu Guds. “Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindskapur móti Gudi. “ Ják.4.4.

Samkoma Guds skal ei heldur stuðlast økonomisk av statinum. Vit eru tí einki registrerað trúarsamfelag og móttaka ongar subsidiir. Allar slíkar orningar eru sambært skriftini ímóti Guds orði og tí økonomiska boðskapinum fyri samkomu Guds. “Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur! Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum – sigur Harrin.” 2.Kor.6.14-17.

Vit trúgva tí av somu grund ikki á nakra samanblanding við onnur trúarsamfeløg, sum ikki halda fram eina Bíbilska læru. Tí luttaka vit ikki á teimum religiøsu felagsmøtunum. Tó, so trúgva vit, at Harrin eigur mong, sum hoyra til aðrastaðnis, og hesi vil Hann samla undir eina rætta læru, í eini samkomu, sum er bygd á klettagrund.

Hesar samkomur eru ikki organiseraðar í kirkjusamfeløg, men fríar og sjálvstendigar undir leiðslu av lokalum elstubrøðrum í samkomuni og tær verða bygdar upp av teimum fýrfaldaðu tænastunum; apostlar, profetar, evangelistar og hirðar, sum eru lærarar. Hesin solopregaði pastorstilningurin er fremmandur fyri Bíbliuna, eins og leiðslupør struktururin.

Útveljing og ævigur tryggleiki

Sum ein reyður tráður, gongur læran um æviga útveljing og forútvitan Guds gjøgnum skriftina. Men fá eru tey, sum vilja síggja hetta og játta henda sannleik. Øll verða tó noydd at góðtaka, at Gud útvaldi Ábraham og Ísrael í G.T. Hann opinberaði sítt orð bert fyri tey og sendi profetar sínar. Tad var tann einasta natión Hann upprættaði sína frelsisætlan við. Men útveljingin gongur víðari, og vit finna í Efes.1.4-12: “eins og Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grundaður, at vera heiløg og ólastandi fyri ásjón Síni! Tí í kærleika tilskilaði Hann okkum frammanundan at fáa sonakor hjá Sær við Jesusi Kristi,..Í Honum hava vit eisini fingið arvalut, vit, ið frammanundan vóru ætlað til tað, eftir tí, ið Hann hevði sett Sær fyri, sum virkar alt eftir ráði vilja Síns…” Í Róm.8.29-30 verður tann gylti Guds vilji lýstur soleiðis: “Tí tey, sum Hann frammanundan kendi, tilskilaði Hann eisini frammanundan at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, so Hann kundi vera hin frumborni millum mangar brøður. Tey, sum Hann frammanundan tilskilaði, kallaði Hann við; tey, sum Hann kallaði, rættvísgjørdi Hann við; og tey, sum Hann rættvísgjørdi, dýrmetti Hann við.” Frá ævinum av útvaldi Gud sær eitt fólk fyri sítt navn.

Tað vóru hesi hann kom fyri at frelsa og ikki fleiri. Hesi móttaka eitt effektivt kall við skapandi kraft og tey verða øll frelst. Og tey, sum hann frelsir, gevur hann ævigt lív og tey skulu í allar ævir ikki fortapast.(Jóh.10.28) Tey fáa eina fullkomna og æviga frelsu. (Hebr.5.9 og 7.25)

Um tit ynskja at vita meir og fáa kontakt, kunnu tit senda mail: hallur_1985@hotmail.com .