«Uten for leiren må, hele brudeskaren stå!» Hesi orð runnu mær í huga eitt kvøldið. Hendan sangin lærdi eg sum smádrongur og sang við, táið felagssangurin rungaði. Eg kendi og vitsti allarhelst ikki týdningin av hesi strofu sum barn og hálvvaksin, men eg skal lova tykkum, at hetta hevur brent seg inní meg og stendur sum ein varði. Hetta prædiki og læri eg í Jesu navni. Mika 3.8: sigur: «Men eg, eg eri við Anda HARRANS fullur av kraft, fullur av rætti og styrki – til at vitna fyri Jákupi um misbrot hansara, fyri Ísrael um synd hansara.» Hesin kapittul 3 er ekstremt álvarsamur. Lesið hann!

Hesar seinastu vikurnar havi eg verið eyga og oyravitni til enn eitt «skeiva tornið í Pisa» rættning. Poul Jóhan Djurhuus legði grein út um pávan og hansara veldi og undirbygdi sín stuðul til pávan við heiløgum skriftstaðið úr Bíbliuni. Poul, sjálvsagt eins og aðrir fráfalnir prædikumenn eru meistarar at sitera leysrivin skriftstøð. Tú kanst fáa guds orð til næstan alt, bara sjónvillan ræður. Orðið, sum hann nýtti var: ”Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum, fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett – fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði. Hetta er Gudi, Frelsara okkara, gott og tekkiligt.” Eg eri púra einigur við Paulus, men ikki útleggingina og respektina, sum Poul vísir pávanum. Poul sigur: «Tí eiga evangeliskar samkomur/kirkjur eisini at biðja fyri pávaveldinum/pávanum. Við bønini kann fólk Guds ávirka enntá pávaveldi/pávan.»

Hetta er beinleiðis lygn! Eingin bøn kann ávirka eitt fasit, sum er avgjørt frá Harrans síðu um Bábylon.

Pávin er fyrst og fremst ein andaligur leiðari. Og omanfyri skriftstað frá Timoteusarbrævinum umhandlar tey, sum stýra einum landi. Og tí kemur hann ikki undir hetta skriftstað, men undir hesi orð: «Talar onkur, so tali hann sum orð Guds!» Tað ger pávin als ikki. Hann er ein falskur salvaður. Paulus sigur: «Takið hjálm frelsunnar og svørð Andans – sum er orð Guds, biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heiløgu – fyri mær við, at mær skulu verða givin orð, táið eg lati upp munnin, so eg við dirvi kann kunngera loyndarmál evangeliums, fyri hvørs skuld eg eri sendiboð í leinkjum – at eg skal tala við dirvi um tað, soleiðis sum eg eigi at tala!» Efesus 6.17-20. Táið pávin letur upp munnin, so stemmar hansara tala IKKI við skriftina og IKKI talar hann Paulusar evangelium á nakran hátt. Tí fari eg ikki at biðja fyri honum. Pætur sigur, at bøn, skal knýtast við læru ápostlanna. Og vit lesa: «Tey hildu trúliga fast við læru/undirvísing ápostlanna og við samfelagið(ikki eitthvørt samfelag, men ápostlanna samfelag) við breyðbrótingina(ikki eina og hvørja breyðbróting, men ápostlanna breyðbróting) og við bønirnar.» Bønin má vera knýtt at ápostlanna læru og undirvísing. Annars fara bønirnar heilt av sporunum og tú fert at biðja fyri pávanum, sum forfylgir læru ápostlanna. Kol.4. 3-4. sigur: «Biðið fyri okkum við, at Gud skal lata okkum upp dyr fyri orðinum, til at tala loyndarmál Kristusar, fyri hvørs skuld eg eisini eri í leinkjum – at eg kann opinbera tað, so sum eg eigi at tala!» Tað er nakað sum Bíblian kallar «so sum eg eigi at tala!» Og ger man ikki tað, men lærir mótvegis Bíbliuni, so er man als ikki verdur at tað verður biðið fyri einum. Pávin og hansara veldi eru mótstríðandi læru Harrans á øllum økjum, og ikki bert, sum Poul sigur: «Vit, sum eru evangeliskir protestantar, eru ikki samd við pávan og katólsku kirkjuna í ávísum teologiskum spurningum og verða tað ikki; men tó eru vit samd í hesum:» Poul, eg eri ikki samdur við pávan í NØKRUM av tí, sum hann borgar fyri! Paulus sigur hesi kraftmiklu orð: «Men um so vit ella eingil av Himli kunnger tykkum annað evangelium enn tað, sum vit hava kunngjørt tykkum – hann veri bannaður. Sum vit áður hava sagt, sigi eg nú uppaftur:Kunnger nakar tykkum annað evangelium enn tað, sum tit hava tikið við, so veri hann bannaður!»Gal.1.8-9. Hvussu skal bønin orðast til pávan, táið Guds forbannilsi hvílir yvir hann og hansara veldi? Skal eg signa mannin? Signa hansara boðskap?

So skrivar Poul 6 punktir, sum vit eru samd um. Nr.1: «at Gud er ein tríeinigur Gud.» Nei, tað er Hann aldeilis ikki. Gud er Ein! Orðið «tríeinigheit» kemur ikki fyri eina einastu ferð. Hendan læran um at Gud er ein tríeinigur Gud er ein spott og há móti Ísraels Gudi. Skulu vit biðja fyri slíkari Gudspottanarlæru?

Eg kundi fari gjøgnum øll punktini og mong afturat og sent eina harpun gjøgnum  hesa læru. Men tað tekur ov langa tíð. Men punkt nr 3. vil eg nema við eisini. Og har sigur Poul: «at Hann er sonur Mariu, sum ikki vitsti av manni, tá hon varð gitin.» Jesus var ikki sonur Mariu í tann forstand, sum flest øll trúgva. Maria var ein surrugat mamma. Jesus bar ongar genir ella fallsins náttúru frá Mariu. Tað var eitt liðugt befruktað egg, sum bleiv lagt inní Mariu. Maria bar fallsins náttúru frá Adam og Evu og hetta fall rakti øll sigur Rómbrævið. Og Job 14.4 sigur: «Ja, hevði reinur kunnað komið av óreinum! Nei, ikki so mikið sum ein!» Jesus, sum var reinur hevði ikki sín uppruna frá óreinari Mariu – ikki so mikið sum ein. Men Jesus var, sum Lukas 1.32 og 35 sigur: «Hann skal verða stórur og kallast Sonur hins Hægsta…tí skal eisini hitt heilaga , ið føtt verður, kallast Sonur Guds.» Hebr.kap.7 sigur soleiðis um Jesus sum Melkizedek: «uttan faðir, uttan MÓÐUR, uttan ættartal, hvørki havandi byrjan daga ella enda lívs, settur javnt við Son Guds – hann verður prestur altíð.»

Maria, samband katólsku læruni er sett javnt við Son Guds. Hon er ein mega sentralur persónur og er skorin at verða fødd uttan arvasynd. Reint blasfemi! Er tað slíkt vit skulu biðja fyri?

Allir týðandi menn, sum Gud hevur nýtt kraftfult upp gjøgnum allar tíðir hava sagt um katólsku kirkjuna, at hon er Bábylon tann stóra móðir skøkja. Og yvir hana liggur ein dómur. Tað er óbroytandi. Eg fari ikki at biðja fyri einum systemi, sum hevur Guds vreiði inn yvir seg. Tað er forút avgjørt av Harranum.

Opinberingin kap.18.20 sigur: «Fegnast yvir henni, Himmal – og tit heiløgu, tit ápostlar og profetar(4 avdeilingar: Himmal, heiløg, ápostlar, profetar)at Gud hevur hildið dóm yvir henni fyri tykkum! Veldigur eingil tók stóran stein – sum stóran kvarnarstein – kastaði hann í havið og segði: Soleiðis skal Bábylon, hin stóri staður, alt í einum verða kollveltur – og ikki verða at finna longur!» Hetta Fegnist eg um, tí eg hoyri til henda skara: Himmal, heiløgu, ápostlar og profetar.

Táið Gud ikki vildi dylja nakað fyri Ábrahami, men segði honum um Sodoma, so bað Ábraham ikki fyri staðnum, men fyri teimum sum mundi vera rættvís. Gud oyddi staðin, men spardi trimum. Soleiðis skal bønin vera. Eg biði ei heldur fyri staðnum Bábylon ella pávanum og teirra stýri, men eg biði, sum Bíblian sigur: «Eg hoyrdi aðra rødd úr Himli; hon segði: Farið út frá henni, fólk mítt, so tit ikki hava lut í syndum hennara og verða rakt av plágum hennara!» Opinb.18.4. Gud eigur eitt útvalt fólk í staðnum, teimum biðið eg fyri, at tey mugu koma út higani.

Pávaveldi hevur eina falska læru um frelsu, um dóp, um ævigt lív, um helviti, um dóm, um deyða, um samkomu, um tænastur, um náðigávur.

Katólska kirkjan er stórsta mordara og forfylgingar system og hevur á síni samvitsku einar 100 milliónir sálir. Einki horuhús kann heldur samanlíknast við katólsku kirkjuna. Og hetta skulu vit biðja fyri? Aldrin!

Hallur Sørensen