Kol.4.15: ”Heilsið brøðrunum í Laudikea, somuleiðis Nymfu og samkomuni í húsi hennara!”  Ein donsk yvirseting sigur tað soleiðis: ”Hils menigheden i Laudikea. Hils også Nymfa og menigheden, der samles i hendes hjem.” Fleiri enskar yvirsetingar siga: Especially (serstakliga, fyrst og fremst) Nympha and the church that meets in her house.”

Í Rómbrævinum 16.3-5 heilsar Paulus Prisku og Akvila og so sigur hann: “Heilsið eisini samkomuni í húsi teirra. Ein serstøk heilsan til teirra, tí tey opnaðu sítt heim fyri samkomuni.

Í 1.Kor 16.19 endurtekur Paulus Prisku og Akvila og sigur: «Samkomurnar í Asia lata heilsa tykkum. Akvila og Priska lata heilsa tykkum flittuliga í Harranum, somuleiðis samkoman í húsi teirra.» Hesi nøvn, Nymfa, Priska og Akvila og teirra hús eru varðar og logar, sum eru blivin lisin av milliónum aftaná milliónum av menniskjum. Bíblian sigur um slík: «Sanniliga, sigi Eg tykkum: Allastaðnis um allan heimin har hetta evangelium verður prædikað, skal eisini tað, sum hon hevur gjørt, verða umtalað til minni um hana.» Matteus.26.13.

Vit liva í Laudikea tíð. Laudikea tíðin er merkt av fráfallið. Navnið og orðið verður neglisjera og ikki tikið álvarsamt. Og ein ella aðrastaðnis byrjar hetta fráfall. Er tað byrja í tínum húsið? Er húsið blivin ein hindring fyri Jesus? Tað stendur sera álvarsamt um táið Jesus bleiv føddur, Orðið sum tók bústað millum okkara, Orðið, sum bleiv materialiserað, fekk eitt likam: «Tí ikki var rúm fyri teimum í gistihúsinum.» Luk.2.7. Er tað ikki rúm fyri Jesus í húsinum í Laudikea? Eitt orð sigur í Matteus 8.19: «Har kom ein skriftlærdur og segði við Hann: Meistari! Eg skal fylgja Tær, hvar Tú so fert. Jesus svaraði honum: Revar hava holur, og fuglar himmalsins reiður; men Menniskjasonurin hevur ikki tað, sum Hann kann halla høvdinum at.» Skriftlærdi sigur at hann skal fylgja Jesusi. Jesus svarar aftur, at Hann hevur minni rúm og pláss enn eina holu og eitt reiður at taka ímóti fólki, men hann hevur nakað annað: eitt stórt hjarta! Ein opnan favn! Eitt blítt andlit! Og vilt tú, skriftlærdi fylgja Mær, so hevur tú at gera tað sama! Greið boð!

Eg var einaferð til eitt brúdleyp. Tað var nógv fólk ímun til rúm hallarinnar. Og hetta sóu fólkini og upplivdu eisini, táið onkur skuldi reisast. Stólarnir tóku í hvønn annan. Men borðstjórin lætti um stemningin og segði við einum brosi um andlitið: «Har sum tað er hjartarúm, er handskarrúm!»

Sær út fyri mær, at Nymfa í Laudikea er í andstøðu móti fráfallsrákinum, sum tekur sterkt til. Opinberingin sigur nemmliga: « Hygg, Eg standi fyri durunum og banki! Hoyrir onkur rødd Mína og letur upp dyrnar, skal Eg fara inn til hansara og halda kvøldmáltíð við honum – og hann við Mær! Kap.3.20. Hetta eru ikki hjartadyr, sum tað so ofta hevur verið tikið til, men samkomudyr. Skuldi tað ikki verið ein enormur longsil at lagt hús til og fingið samkomunna inn til sín og hoyrt Harran, Jehova Jesusar rødd tala?

Vit lesa í 2.Kong.4.8-10: «Ein dagin kom Elisa á ferð síni til Sunem. Har búði rík kvinna, sum noyddi hann at eta hjá sær; og hvørja ferð hann nú kom hesa leið, fór hann inn har og fekk sær at eta. Hon segði tá við mann sín: Hoyr, eg veit, at hetta er heilagur gudsmaður, ið ferð eftir ferð kemur henda vegin. Lat okkum nú múra upp lítið kamar á takinum og seta inn hagar song til hansara og borð, stól og ljósastaka! Táið hann so kemur til okkara, kann hann hava hetta kamarið.» Lesið víðari sjálvi, hvat signing hetta hevði fyri konuna og mannin.

Hendan uppíbyggingin og hetta face-lift kostaði, men tey høvdu ráð at gjalda. Kvinnan var rík. Men samstundis vóru tey fátøk. Áttu eingin børn. Í Ísrael og Miðeystri var hetta ofta ein stór skomm og sorg. Men gudsmaðurin var lykilin at opna hetta stongsli og beina burtur hindringarnar, sum høvdu lagt seg omaná teirra lív og signingar, sum eitt barn gevur. Tað lønar seg altíð at taka tey heilagu inní sítt hús – «eg veit, at hetta er heilagur gudsmaður».

Eg havi so ofta hoyrt, at húsið er ov lítið, stovan rúmar ikki øllum. Men sama hús og sama stova rúmar fleiri ferðir um árið føðingardagar, og familjudøgurðar sum telja eini 20 fólk. Familjurnar eru stórar, táið foreldur, svigerforeldur, systkin við børnum koma inn um gátt. Hvat við at biðja Jesus og hansara familju at sita til borðs? Í Jóh evang.kap.12, tá eru vit í Betania. Har eru Lazararus, Marta, Maria, har eru Jesus og 12 ápostlar. Tilsamans 16 fólk.

Josva sigur hesi sterku orð á sínum 110 ára aldri: «Men eg og hús mítt, vit skulu tæna HARRANUM.» Josva sær fráfallið sníkja seg inn og innfyri hesum fráfallinum, so lyftir hann eitt hermerki og vísir, at eg seti meg við lið teirra og her teirra, ið leggja hús til Guds navn og tæna Honum. Josva sigur samstundis, at tænasta mín skal ikki vera tengd at, at øll onnur skulu leggja hús til, men «eg og hús mítt».

Paulus sigur til Korintsamkomuna: «Frítt tala vit við tykkum, Korintmenn, hjarta okkara er rúmkað. Tit hava ikki trongt rúm hjá okkum, men í hjarta tykkara er trongt. Gevið okkum tá líka fyri líka – eg tali sum til børn míni – rúmkið eisini tit hjørtu tykkara.» 2.Kor.6.11-13. Paulus talar um kærleikan, brandin, eldin. Er hann kølnaður. Paulus talar um, at tað er blivið so trongt fyri hansara kall og tænastu og sannleikar. Hann øtast. Er tað soleiðis í okkara Laudikea? So fer hann víðari í brævinum og sigur, at hjartans vantrúgv, hjartans lógloysi, hjartans myrkur, hjartans Belial má út og eitt umvendilsi til. Kap.7 byrjar soleiðis: «Gevið okkum rúm!»

Eg havi mangan sagt, at náðitíðin er ikki altíð líka lang sum livitíðin, men nú unnar Harrin tær náði, eins og Hann gjørdi í Luk.24.28-29. Har stendur: «Nú nærkaðust teir bygdini, ið teir fóru til, og Hann lætst, sum Hann ætlaði Sær longur. Tá noyddu teir Hann og søgdu: Verð hjá okkum, tí tað líður at kvøldi, og dagurin hallar! Tá fór Hann inn at vera hjá teimum.» Teir noyddu Hann. Teir kendu, at kvøldi sníkti seg fram og ljósið tók av – profetisk. Tá er einki meiri trygt, enn at hava Jesus inni hjá sær og lata Hann taka breyðið fram og signa tað og bróta tað.

Eri eg vorðin fíggindi tykkara, við at siga tykkum sannleikan?

Hallur Sørensen