Sámuel, profetur Harrans

Sámuel vaks nú til, og HARRIN var við honum og læt ikki so mikið sum eitt av øllum orðum Sínum falla til jarðar.

Alt Ísrael, úr Dan líka tl Be ́erseba, sá, at Sámuel av sonnum var kallaður til profet HARRANS.

Og HARRIN helt áfram at lata Seg síggja í Silo: tí HARRIN opinberaði Seg í Silo fyri Sámuel við orði HARRANS. 1.Sám.3.19-21.

Frammanundan hesum versum, hevur HARRIN havt eitt kraftigt uppgerð við fráfalna prestin Eli og synir hansara Hofni og Pinehas. Teir høvdu misbrúkt sítt embæti og toygt út náðistrong HARRANS, at ikki vendist aftur. Kontaktin við hin alvaldandi Gud var slitin. Eingin skuldi halda, at tað bar til at plukka HARRAN á nøsini og spæla við Hann, sum við eina marionette dukku. Men HARRIN útvaldi sær eitt nýtt reiðskap, eitt trúfast eldvitni, og har hann kom, var hann sum ein skeribrennari. Navn hansara var Sámuel.

Tað stendur at ”Sámuel vaks nú til, og HARRIN var við honum og læt ikki so mikið sum eitt av øllum orðum Sínum falla til jarðar.” Hann vaks til, hann gjørdist búgvin og royndur í andans lívi, og orð Paulusar, har hann sigur :” Verið menn, verið sterkir” varð ein sannroynd í Sámuel. Táið Paulus seinni skrivar til Hebreararnar í 5.kap.v.12 sigur hann: ”Tí hóast tit

– eftir tíðini – áttu at verið lærarar, tørvar tykkum aftur, at onkur lærir tykkum hinar fyrstu grundir í orði Guds, og tit eru vorðin slík, sum mugu fáa mjólk, ikki mat.” Paulus sigur, at eftir øllum normalum viðurskiftum, átti ein útviklingur verið tilstaðar. Frá at vera barn, til at skilja orð rættferðar.v.13. Men har var eingin vøkstur í andanum, og tí tuttaðu tey enn uppá suttifløskuna og søgdu agø, ístaðin fyri at siga amen. Men við Sámuel var annarleiðis. Eitt útvalt reiðskap til at bera orð HARRANS fram til tað sváru tíð. Og smb. orðið Guds, er eingin tíð meiri svár at bera orð HARRANS fram, enn tað er ídag, tí mugu vit ikki blíva við at vera smábørn í Kristusi, men ”vera fullvaksnir menn, til vakstrarmark fyllingar krists…vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus.” Efes.4.13,15.

Táið Sámuel vaks til, so fylgdi parallelt orð HARRANS við. Sámuel gjørdist

eitt tempil fyri Anda Guds, og táið Sámuel talaði, so var tað eitt ”So Sigur Harrin!” Men áðrenn var hann ein drongur. Vit Lesa: 1.Sám.1.24.Men drongurin var enn heilt litil. V. 27: Henda drongin var tað, eg bað um. 2.11. So fór Elkana heimaftur til Rama, men drongurin gjørdi tænastu. V.18. drongurin gekk í lívkyrtli av lørifti. V.21. Men drongurin Sámuel vaks upp hjá HARRANUM. V.26. Men drongurin Sámuel vaks til. Kap.3.1. So gjørdi nú drongurin. V.8. Tá skilti Eli, at tað var HARRIN, ið rópti á drongin. Eftir

at HARRIN beinleiðis rópar á Sámuel, verður hann ongantíð aftur kallaður ”drongurin”. Nú er hann profetur HARRANS og tí er HARRIN við Sínum orði í munni Sámuels. Tað kann ikki sigast um mong her í Føroyum. HARRIN hevur ongantíð kallað tey til at profetera og koma við einum ”So Sigur Harrin”, hóast tey gera tað, og ikki eru smæðin at rópa tað út. Av tí at tey ikki hava hoyrt røddina, so eru tey ”drongir” og ”gentir”, hóast tey geva seg út fyri at vera profetar og profetinnir. Harrin læt ikki eittans orð fella til jarðar, sum Sámuel talaði.

Í mong ár, tíanverri, er profeterað um at vekingin skal bróta út í Føroyum. Í Lindini er eisini nógv profeterað um veking av ymiskum slagi: at HARRIN skal senda grøðingarandan… HARRIN skal senda profetiskar gávur… HARRIN skal senda andan, so at alt hold skal tala við nýggjum tungum. Toppurin á øllum varð, táið ”drongurin” Rodney Howard Brown profeteraði um, at vekingin skuldi bróta út. Ikki bert í onkrum skýmaskotið, men yvir land og fólk. Í barnagørðum, skúlastovum, eldrasambýlum, samkomum o.s.fr. í 80 ́inum og 90 ́inum varð rópt í

Noreg, at alt Bergen skuldi blíva frelst, og at í Oslo skuldi man leita við kumpass og kortið eftir einum ófrelstum. Karl Johansgate skuldi vera totalt frí fyri vantrúgvandi menniskju. Øll hesi profetiir og sokallaðu orð HARRANS eru fallin til jarðar og koma ongantíð at reisa seg. Tað, ið undrar meg mest, er at fólk veruliga orka at halda hesar skrønir út, og at tey finna seg í, at tað verður logið beint upp í andlitið. Tað er ein óhugnalig toleransa fyri følskum profetum og fyri lygnini, ið teir borðreiða við.

”Alt Ísrael, úr Dan líka tl Be ́erseba, sá, at Sámuel av sonnum var kallaður til profet HARRANS.” Tey sóu, at her ein maður, sum er profetur. Hvat var argumentið og prógvið fyri at Sámuel varð profetur? Svarið kemur

frammanundan, sum eitt faktum: ikki so mikið sum eitt av øllum orðum

Sínum(HARRANS) fall til jarðar, sum Sámuel talaði. Kunnu hesir “stóru” í okkara landi vera profetar, síðani alt teir siga fellur til jarðar? Vinur, nóg leingi hevur tú lagt oyra til, og einki hevur hent. Spyr teg henda rannsakandi spurning. Hesir, ið eg hoyri í samkomuni, Lindini, Iktus, God channel, Visjon norge, eru teir nakrantið sendir út at tala evangeliið. Um teir eru, hví fella so orðini til jarðar?

”Og HARRIN helt áfram at lata Seg síggja í Silo: tí HARRIN opinberaði Seg í Silo fyri Sámuel við orði HARRANS.” HARRIN helt áfram, kontinuerligt at koma til Sámuel, og HARRIN kom við ORÐINUM. Tað er sera ofta, at vit hoyra ídag, at Gud ger nakað nýtt. Sum um Hann skuldi havt broytt seg, við at koma til síni við øðrum enn orðinum. Men kanska er tað ikki heilt ósatt. Tí tað er nemmliga ein annar, sum kemur við nýggjum. Hoyr hvat ápostulin Paulus fær opinberað í 2.Kor.11.4: ”kemur onkur og prædikar annan Jesus…annan anda…annað evangeliið – so umbera tit tað sera væl.” Hesin annar Jesus kemur nemmliga og gevur ein annan anda, og tí samansjóðar hann seg við annað evangeliið. Og hetta annað evangeliið hoyrir tú aftur í útsøgnum s.s: “fjórða dimensjón” hjá David Yonggi Cho. Hesin sami maður loyvir, samstundis sum hann prædikar “evangeliið” at limirnir hjá sær kunnu luttaka á nøkrum heidnum hátíðum í Korea. Veking í endatíðini, har RHB sigur um seg sjálvan ”I ́m the bartender of Joels bar” – ”Eg eri skeinkjarin í barrini hjá Jóel.” Jan Hanevold segði í Visjon norge, at “vit skulu skapa ein djevilskap fyri djevilin, við at tøma helviti fyri menniskjum, so at himmalin verður fyltur”. Ótrúligt, sum tann

religiøsi andin ger menniskju tápilig, og so er hetta leiðarin í VN. Eisini feilfortolking av lyftum og profetiium til tær 12 ættirnar í Ísrael, sum HARRIN skal finna fram og upprætta paktina við. Hesi lyftir og profetiir verða sjálvandi misbrúkt við at man tilleggur samkomuni tær og sigur, at hetta viðvíkur okkara tíð. Hetta kemur sum eitt úrslit av einum øðrum anda, og tí fær man eitt annað opinberilsi. Man tilleggur eisini andan manifestasjónir, sum tú ikki finnur í guds orði og tí verða útfallini eisini hareftir: falla afturá, grína á ókontrolleraðan hátt, ýla, gneggja og mjava sum villir køttar. Todd Bentley, nýklassikarin innanfyri karismatisku rørsluna verður vístur á øllum rásum, og hann er ikki minni falskur. Hoyr hvat hann talar, ja fyrst er at siga, at har er einki at hoyra. Men hygg at hansara upptrakkan. Púra sansaleysur, so sparkar hann fólk við “anda

guds”. Nær og hvar hevur H.A. biðið nakran um at sparka fólk? So rópar

hann “Bam” og fólk detta á gólvið. Boðskapurin ljóðar frá skriftini, at vit skulu bera likam okkara fram við virðing fyri hvat orðið sigur. Hann sær út, sum hevur hann permanenta addressu hjá tatovørðinum, og so er hann útholaður við ringum. Ja, sanniliga er hann ein sprøklutur villoksi. Vinur, enn einaferð, lat teg ikki lumpa. Paulus skrivar til Tessalonikumenn, og tað brævið viðvíkur endatíðina meir enn nakað annað bræv, at ”Latið okkum tí ikki sova sum hini, nei, latið okkum vakja og vera edrúar!” Ert tú

drukkin, so hevur tú ikki røttu dømikraftina, ið skal til, fyri at klára endatíðarinnar test, men tú fylgir bert við fjøldini. Men ert tú edrúur, so gert tú sum tey í Berøa. Hesir vóru meiri rætthugsandi enn hinir í Tessalonika: teir tóku ímóti orðinum við allari vælvild og rannsakaðu dagliga skriftirnar fyri at síggja, um hetta var so. Ápostl.17.14.

Hallur sørensen