Í 1.Sám.20.25 lesa vit: “Men sessur Dávids stóð tómur.”

Líka frá frá fyrstani tíð, ið vit lesa um Dávid og inntil nú, hevur Dávid verið út um allar grensir tolin og klára at rúma allar tær atsøknir, ið Saul hevur framt móti honum. Hetta var nokk tí, at ein ella aðrastaðnis, so vónaði Dávid, at hjartalagið hjá Saul skuldi vendast til tað góða. Men so bleiv ikki. Tað bert versnaði sum tíðin leið og hetta innsá Dávid, og tí mátti ein avgerð takast, áðrenn ov seint var. Táið teir so skuldi sessast til borðs, so manglaði Dávid og hansara sessur stóð tómur.

Dávid hevði opinberilsi og salvilsi. Og hann sá, at í tí leirinum, sum hann nú bevegaði seg í, var ikki pláss fyri slíkum. Salvilsi drap fíggindarnar og við tí fylgdi ein serstakur ljómur, sum Saul ikki kláraði. Hann bleiv øvundsjúkur. Salvilsi hevði eisini slíka virkan, at táið Saul kastaði spjótið eftir Dávid, so hevði hann seg undan. Tað mátti vera vanskiligt at vera Dávid, tí í tí eini løtuni, var Saul góður við Dávid, og beint eftir, kom spjót við kraft og nógvari fer sendandi móti Dávid. Opinberilsi gav Dávid eisini slíkt áræði, sum leyva og bjørn hevur. Tí fór hann við slíkari yvirbevísing móti Goliat og øðrum fíggindum, og tað misunnaði Saul eisini honum.

So reisist spurningurin: skal eg vera verandi í tí leirinum, sum eg eri nú, ella skal eg reisa meg og lata mín stól standa tóman? Dávid vitsti, at verið eg verandi, so verður hetta kanska mín seinasta máltíð. Tað er hjá tær í lesandi stund, so mangan ferðirnar lættari at bara siga, eg seti meg aftur. Men spurningurin er, um hetta ikki seindrepur títt andaliga lív. Hesin stólur var tilsýnlatandi ógvuliga komfortabul. At sita við kongsins borð er ikki øllum beskorið. At njóta samveruna við teimum allar bestu í Ísrael, er creme de la creme. Hesin stólur var allarhelst designaður til Dávid. Kanska teir frá fyrr av høvdu specialt bestilt henda stól til Dávid. Dávid var eisini góður við bæði Saul, Abner og ikki at gloyma við Jónatan, sum hevði litið alt upp í hendur Dávids. Alt hetta tilsamalt var við til at gera tað ekstremt vanskiligt fyri Dávid at slíta tjóður. At siga farvæl við samveruna – øll tey sterku møtini og upplivilsini saman gjøgnum mong ár og sæð guds kraft manifesterað seg. Stólin – tað fasta sitiplássið í salinum, har tú hevði mong rík upplivilsir á knøum sum standandi. Saul, Abner og Jónatan – kærleikin og tey sterku bond, sum knýttust í gleði og sorg gjøgnum mong ár, allar bardagarnir, sum vunnust fyri Harran og hansara fólk. Tað skal ótrúliga nógv til, og ein skal veruliga vurdera hetta gjølla, áðrenn avgerðin verður tikin. Og eg ivist ikki í, at Dávid bað og rópti til Harran, tí hetta kostaði honum, ein stórur prísur at gjalda, at bróta við tað trationella. Hesin stólur var sum sagt sera komfortabul, men handan tjaldið búði hemmilig og vandamikil agenda! ein drepara andi frá Saul! Hesin stólur, hevði blivið til ein elektriskan stól, áðrenn Dávid varnaðist. Dávid hevði blivið fastspentur við ósjónligum reimum og so hevði bøðilin seint, men sikkurt skrúva frá fyri kraftini, til lív Dávids rann út.

Hvar situr tú? Ert tú vorðin ein slíkur Dávid, sum sær meiri og hevur meiri opinberilsi í skriftini enn hini, men tú sleppur ikki út við tí, tí í sofall, so kundi eitt ”spjótorð” komið sendandi gjøgnum luftina móti tær, at tú sær ikki rætt og trýrt ikki rætt. So er eitt at gera: reis teg og ger sum Dávid. Slít tjóðrið og allar fortøjningar, sum fastspenna teg til kaj og samfelag við Saul. Ert tú slíkur, sum sært, at dópurin í trimum titlum er ikki Bíbilskur, men falskur, og at tú ynskir av øllum hjarta at blíva endurdoyptur og kunna siga, at ”eg eri doyptur í sama navnið sum Pætur, Jákup, Jóhannes, Paulus, Filip og øll onnur sannleika søkjandi”, men tú ert ræddur fyri, at nevna tað og at skapa keðiliga atmosferu? Reis teg og lat sess tín standa tóman. Hevur tú salvilsi, táið tú vitnar, at Harrin Gud er Ein, og at Hansara navn er Jesus Kristus, men so skjótt tú ert liðugur at vitna um hendan fantastiska sannleika, so reisir elstubróðurin seg upp og skal korigera teg, at tað eru tríggir gudar og at tín vitnisburður bleiv síðani tileinkis gjørdur? Um hetta er so, reis teg og lat sess tín standa tóman. Um tú hevur tað so, men sleppur ikki út við tínum opinberilsum, so brennur tað sum eldur í tíni sál. Gud ynskir at opinbera tær sannleikar í skriftini, men um tú ikki reisir teg, so vil Hann gevast við at opinbera tær meiri, tí hvat skal tað til, táið tað verður kvalt av hinum, sum sita rundan um teg?!

Eg havi í seinastuni fingið afturmeldingar frá fólkið, sum eru glað og sera begeistraði yvir mína heimasíðu og tað skrivliga og talandi tilfar, sum er komið fram. Og tey geva til úttrykk, at tey vilja koma á møtið og blíva ein partur av hesum sannleikum. Men táið dagurin kom, so møttu tey ikki upp. Dirvi hvarv, móti sveik og hjartans entusiasman kølnaði. Tað fortelur mær, at tey í øjeblikkets stund reistu seg, men táið tað veruliga galt, so reistist tey ongantið, men sita enn í sínum religiøsum samkomum og lurta eftir Saul og tí uppfylla tey ikki skriftstaðið: “Men sessur Dávids stóð tómur.”

Í vers 41 stendur um Dávid, at ”Dávid græt hart.” Her standa teir báðir. Dávid og Jónatan. Og Dávid sær, at hansara orð og atmosfera og enorma opinberilsi klára atlíkavæl ikki at slíta Jónatan frá tí religiøsa leirinum. Fyri ein endi at síggja. Hann grætur um hann, at Jónatan ikki tekur fylgi við sær. Og vit kunnu spyrja: Jónatan, hví endaði tú so?

Hvat hava vit so at bjóða á okkara møtum? Eitt skal verða staðfest beinanveg: vit hava sannleikans evangeliium og ljós, ið belýsa tey skriftstøð, ið eru galdandi fyri tí síðstu generatión í náðitíðarhúshaldinum í endatíðini, tí Jesu afturkoma stendur fyri durum. Víst hava vit ikki nakað at rósa okkum av undrum og teknum – tað hava hini sanniliga heldur ikki, sjálvt um tað verður sagt og proklamerað. Men Jósef gjørdi eingin undur og tekin. Einki mirakul, ið hann kundi vísa til. Ongar tempulbygningar ella veldigar samkomur. Eingin, ið varð vaktur upp frá teimum deyðu. Men hann kundi vísa til mat og breyðføða mong, ið vóru hungrandi eftir føði, ið yvirvann tann enorma hungurin. Og tað hava vit. Vit hava mat í endatíðini, mat fyri Dávid og hansara ætt. Vilt tú reisa teg og søkja tann matin, ið tú skalt hava? Skriftorðið sigur um endatíðina: Hvør er so hin trúgvi og skilagóði tænarin, ið húsbóndi hansara hevur sett yvir húsfólk Sítt, at geva teimum at eta í rættari tíð?

Hallur Sørensen