Norska Bíblian sigur : kongejubel lyder der. 4.Mós.23.21

Ein flottur og speciellur tekstur, sum framgongur, táið Bileam letur upp munnin og signar Ísrael. Bileams profetiir koma at uppfyllast heilt, táið 1000- ára ríkið kemur til veruleika. Sum dømi kunnu vit lesa í kap.24.6 har Bileam talar um víðir áardalar, urtagarðar fram við á, sjálvt um tey búleikaðust mitt í tí turru oyðimørk.

Undrunarvert er, at Bileam talar um fagnaðarróp fyri kongi, táið tey ongan kong høvdu. Men hetta má síggjast í ljósinum av tilstand og stilning. Táverandi tilstandurin var tann, at eingin kongur var, men stilningurin tey og tann komandi generatiónin í 1000 – ára ríkinum fara at hava er tann, at tá skal Jesus vera teirra kongur. Og tað profeteraði Bileam.

Í sama versið sigur Bileam: ei skoðar Hann órætt í Jákupi, ei sær Hann mein við Ísrael. Men táið Stefanus talar til høvuðsprestin í Ápstl.kap.7 sigur hann um Ísrael: Nei, tit bóru við tykkum tjald Moloks og stjørnu Remfans guds -….Víst sá Harrin tann órættin í teirra tilstandi, men ikki í teirra stilningi sum tað útvalda fólkið. Og at hetta fólk ídag er nakað betri, er ikki sannheit, men dagurin kemur, táið Harrin skal uppfylla Bileams orð og tá verður eingin órættur ella synd at finna í Jákupi.

At kongaróp hoyrist ídag, er ei heldur sannleiki. Tí táið Jesus kom sum kongur, so avnoktaðu tey Hann og søgdu: Vit hava ongan annan kong enn keisaran! Og yvirskriftin á krossi Jesusar stóð: Jesus úr Nazaret, kongur Jødanna. Men hesa yvirskrift vóru høvusprestarnir ikki glaðir um og søgdu: Skriva ikki: Kongur Jødanna. Teir avnoktaðu Jesus og til henda dag hevur avnoktanin staðið við. Og táið so Paulus møtti sama mótstand vendi Gud sær frá teimum sum land og tjóð og vendi sær til heidningarnar. Í tilstandi eru teir settir til viks, men í stilningi eru teir ikki. Tey eru enn tað útvalda fólkið og Guds timing skal skjótt traðka í kraft og tá verður tað sum lív út av deyðum, at Gud vendir sær til sítt fólk. Men Pilatus skrivaði sjálvandi ikki tekstin uppá má og fá, men var stýrdur av hondini frá himli og hansara orð og úttalilsir ”Tað, sum eg skrivaði, skrivaði eg! ” skal skjótt koma til lívs. Jesus, Hann er kongur jødanna, ja. Men ikki nú, men í framtíðini.

Men fyri okkum sum eru heidningar, og sum tilhoyra samkomu hins livandi Guds, er hann kongur. Gud er aldrin kongur, uttan so, at tað eru nøkur(og hesi nøkur eru í samkomu guds og ikki í nøkrum religiøsum leiri)sum formidla hansara autoritet og befalingar. Tilhoyrir tú samkomu Guds? Tað stendur skriva í Opinb.”Kongur konga”. Hann er Kongur aftanfyri kongin – ápostulin, profetin, evangelistin hirðan og læraran. Hendan heiður kann man av eintingum ikki taka sær, men hann verður tær givin. Og síðani er hesin kongur vitandi um, at tað er bert ein Kongur til: Jesus kristus, hesin er hin sanni Gud og ævigt lív. Viðkomandi trýr ikki uppá tríeinigheitina við trimum kongum. Í einum ríki er bert Ein Kongur.

Hetta fólk hava bert ein kong og til hansara ljóðar allur fagnaðurin. Hesin tekstur er frá tíð Mósesar, tvs. Uml.1300 ár fyri Krist. Vit liva 2000 ár eftir og hesin tekstur talar um 1000 – ára ríkið. Hetta skal skiljast so: 1300+2000+1000=4300 ár hevur Guds útvalda fólk, Ísrael og heidningar trú á Ein kong, Ein Harra, Ein Gud, og hesin er Jesus Kristus. Eisini árini áðrenn, við øllum fedrunum og patriarkunum trúðu á Ein. Eg eri glaður um, at hetta er okkum opinberað og vit fagna hesum til Kong okkara Jesus! Ert tú eisini í hesum fagnaðar-skarða?

Hallur Sørensen