Síðani segði Filistarin við Dávid: ” Kom higar til mín, so skal eg geva fuglum himmalsins og dýrunum á markini kjøt títt!” Dávid svaraði Filistaranum: ” Tú kemur ímóti mær við svørði, spjóti og kastivápni, men eg komi ímóti tær í navni HARRANS… 1.Sam.17.44-45.

Hesin tekstur er tikin fram úr bardaganum, fyri at vísa, hvussu kongur David sær sín dóp, sum er mynd uppá jarðarferð, ja, hvussu ein skal doypast eftir bíbliunnar mynstri.
Bardagin er intensur, og andlit til andlit stendur Dávid og tekur stríðið upp við Goliat. Øll hini ræðast og vænta, at hetta slagið fer Dávid at tapa, og enn einaferð skulu Ísraelsfólk missa sína verdigheit, sum søgan so mangan hevði víst áður. Men her tóku tey feil, tí her stendur salvaði Harrans. Eingin hevði áður sæð Dávid í bardaga, og eingin kundi siga frá, um nakar dugur var í hesum unglinga. Nú vóru mong túsundir av eygum, ið eygleiddu hvørt minsta bevegilsi, ið hann gjørdi í hesum bardaga. Men Dávid visti, at hann var avhengigur av, at Harrin fylgdi við við sínum eygum, eins og Hann hevði gjørt áður, táið Dávid drap bæði leyvu og bjørn. Tá sá eingin annar bardagan. Hetta lærir okkum, at tað eru teir hemmiligu bardagarnir í einsemi, táið fólk ikki eru tilstaðar, ið ger okkum før fyri at taka stríðið upp offentligt, táið fólkið er spent fast í eina skrúvustikku av Goliat. Mong vilja gerðast verðinsmeistarar í andaligheit, áðrenn tey hava lært guds taktikk í tí loynda.

Dávid er á tí einu síðuni og Goliat á hinari. Goliat er stórur og hevur ein bardaga klædning stóran og tungan. Longdin á svørðinum, spjótinum og kastivápninum, er nakað ein bert kann ímynda sær. Trúgvi ikki nakar hevur sæð slíkt, hvørki fyrr ella seinni av handarvápnum. Tær kreftur, ið skuldu til fyri at nýta hesi vápn maksimalt, hava verið enormar. Hesar hendur kundu kroysta sum ein stórur gamal hummari. Tann røddin, ið kom út úr hesum kjafti, vildu mong ikki havt tolt, og mong vildu havt hildið seg undan, fyri ikki at mist lívið av hansara besettu orðum og úttalilsum.

Men Dávid var salvaður. Tað gjørdi allan munin. Ídag, tíanverri, so vita fólk ikki, hvat ekta salvilsi kann útrætta í læru og forkynnilsi, tí tey salvaðu vitnini, ið Jesus sendi, vórðu tiknir av døgum av elstubrøðunum. Teir vildu als ikki hava slík vitnir. Tí sita samkomurnar uttan kraft og inspiratión og undirleggja seg Goliat idag. Goliat hevur tikið ræðið yvir samkomunum, og hann ræður fyri, hvat, sum skal vera á plattforminum, og hvør, ið skal syngja og spæla. Tað, sum fólk kalla salvilsi, er als ikki salvilsi. Ver vísur í tí!

Dávid hevði ikki eksamen frá nøkrum skúla í Uppsala, ikki verið í Tulsa

Oklahoma, ikki vitja Brian Houston í Hillsong. Ikki var hann DR.Teolog . Onga kristiliga organisjasjón aftan fyri seg. Men kraft og salvilsi. Tá ið kraft og salvilsi er vikið burtur, so má tað erstattast við øllum religiøsum nonsens.

Við hesari kraft, so konfronterar hann Goliat við tí sannleika, sum mong ikki tora at taka uppá tungu, nemmliga dópin, jarðarferðin. Egentliga var hetta kríggj fyrst ætla til Saul. Men Saul sá, at salvan var vikin frá honum og tí mátti hann kasta handklæðið inní ringin. Og tað hava mong gjørt og tí góvu tey eftir fyri hesum religiøsa trøllinum, ið eitur dópur í trimum titlum. Hevði Dávid ikki komið inní myndina, so vildi øll samkoman enda sínar dagar í andaligum fátækradómi uttan henda stóra sannleika, sum er at verða doyptur ínní navn Harrans.

Fyri ein ísraelitt, so var ein gravarferð ikki bert ein gravarferð. Teir sóu hetta og vildu, at hetta varð gjørt við æru og verdigheit. Til dømi, kann nevnast familju-gravstaðið Makpela, og tann prís, ið Ábraham gav fyri hetta stað. Um tú ert í familju við Ábraham og hevur hann sum tín faðir, so mást tú jarðast og doypast á tann hátt, og á tí staðnum fyri at kunna hava sama stað at rísa uppaftur. Eitt annað, ið vert er at hava í huga er, at hevði tú havt dirvi til at farið og diskuterað, um hetta var rætta stað at keypa og nýta sum familjugravstað?

Og Dávid var greiður yvir, at hann eisini ein dag skuldi jarðast og savnast til sínar fedrar. Og sum ein ísraelittur, við respekt fyri sær sjálvum og Gudi Ábrahams, Ísaks og Jákups, so vildi hann hava eina verdiga jarðarferð – nú sum seinni.

Táið hann so hoyrir orðini frá Goliat: ” Kom higar til mín, so skal eg geva fuglum himmalsins og dýrunum á markini kjøt títt”! So reagerar nakað inni í Dávidi. Tí svarar Dávid aftur: ” eg komi ímóti tær í navni HARRANS Guds herskaranna,…” Her liggja tvey loynd ting. Fyri tað fyrsta, so var Dávid knýttur at navni Harrans, tí Hás.kap.1 sigur: ”navn títt er úthelt olja;” Tað var opinberilsi í hesum veldiga navni, ið gav Dávid atgongd til salvilsi. Men fyri tað næsta, so sigur hann til Goliat, at um so er, at eg skuldi doyð, so skal jarðarferðin henda í navninum. Mín jarðarferð, Goliat, er ikki nakað tú ræður fyri og skal avgerða. Tað er ikki upp til tín Goliat, tí tú vilt at eg skal doypast uttan navn. Tú vilt, at eg skal enda sum føði fyri hesum villu dýrunum. Ikki løgi, at mong hava givið seg undir fyri hesum villu menniskjunum/dýrunum við sínum garvilla og óbíbilska dópi, har tú verður vígdur til teirra dóp.

Og til seinast, so rópar Dávid við lungum fullum av luft og salvilsi og kraft: ”Sum tú hevur háða.” Tín tanki Goliat uppá dóp/gravarferð er ein spott og háðan móti Gudi og hansara navn. Lat meg siga tað klárt: ein og hvør dópur, sum ikki er í Jesu Kristi navni, er ein háðan móti Gudi Ísraels. Pætur stígur fram á hvítusunnudegi við salvilsi av karakter og

salvingin í honum ber fram henda vitnisburð viðvíkjandi dópi frá tí gamla lívinum og inn í tað nýggja og sigur: Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna!
Í Róm.kap.6.3. lesa vit: ”Ella vita tit ikki, at øll vit, sum doypt eru til Kristus Jesus, eru doypt til deyða Hansara? Vit eru tá grivin við Honum við dópinum til deyðan, fyri at, eins og Kristus varð reistur upp frá hinum deyðu við dýrd Faðirsins, so skulu eisini vit liva nýtt lív. Tí eru vit samanvaksin við Hann við líkum deyða, skulu vit eisini verða tað við líkari uppreisn.” Kanst tú siga við Dávid, Pætur og Paulus: ” Eg eri doyptur sum tit!”

Hallur Sørensen