Kennist tú við hetta omanfyri standandi orðið ella útsagnið? Um so er, so er tað ikki frá Bíbliuni tú kennir tað ella higani tú hevur tað frá! Hvar stavar so hetta frá og hví er tað sett ísamband við Guds orð? Um tú ikki ert áhugaður at vita hetta og fáa avdúkað, at hetta er botnfalskt og ein spott ímóti Gudi, so skalt tú als ikki geva tær stundir at lesa víðari. Gloym tað, og les okkurt annað religiøst humbuk, sum ger, at tú leggur teg á hina liðuna. Men ert tú sum tey, sum vit lesa um í Ápostl.17.11 “Hesir vóru meiri rætthugsandi enn hinir í Tessalonika; teir tóku ímóti orðinum við allari vælvild og rannsakaðu dagliga skriftirnar fyri at síggja, um hetta var so” so les víðari og bið Harran Jesus um at tey gomlu hindringsskølini skulu takast burtur og at eyguni fáa eina nýggja eygnasalvu. Í Matt.20.34 stendur: “Tá tykti Jesus hjartaliga synd í teimum, og hann nam við eygu teirra. Við tað sama fingu teir sjónina aftur; og teir fylgdu Honum.” Tað eymasta á einum menniskja og sum man ger alt fyri at verja, eru eyguni. Tað er so eymt, at man við at síggja sterkt ljós er noyddur til at blinka ella blunda. Fær man støv í eyga, so er man skjótur at gnýggja eyguni. Verjubrillur verða brúktar mest sum á øllum arbeiðsplássum. Hetta tí, at eyguni eru so týdningarmikil. Tað stó, at Jesus nam við eyguni. Hann nam við tað eymasta punktið, men tað mátti til, fyri at sjónin kundi koma aftur. Ert tú villigur til, at Jesus við sínum fingri nertir við tað eymasta í tínum lívi, fyri at tú kann fáa ta sjón, ið skal til, fyri at síggja Jesus?

Tríeinigheitin er ikki Bíbilsk. Orðið er ikki nevnt eina einastu ferð í teimum 66 bókunum, sum er eitt samlað dokument, um hvør Gud er og hvat hansara navn er. Eingin av ápostlunum prædikaðu hetta, og ikki eina einastu ferð tók Jesus hetta uppá tungu. Ikki fyrrenn 200 ár eftir ápostlatíðina kom henda falska læra sum ein maktdemostratión yvir fólkið, og sjálvandi varð hon konstruerað av katólsku læruni. Katólska læran er følsk! Hon hevur ikki rætta sýnið á dóp, samkomu, heilagt lív, elstar, ápostlar, profetar, evangelistar, himmal, helviti, frelsu, fortaping, osv. So hví skuldi hon havt røttu fatan av Faðirinum, Soninum og Heilaga Andanum?

Bíblian er krystallklár: Gud er Ein! Eingin, óansæð hvønn trúarrætning ein heldur seg til, er í iva um, hvussu nógvir Gudar eru í G.T. Tað kemur týðiligani fram, at Gud Ísraels er ein! Hoyr, Ísrael! Harrin Gud okkara, Harrin er ein. 5.Mós.6.4. …so øll jørðin skal sanna, at ein Gud er í Ísrael.1.Sám.17.46. Tá ið Sálomo innvígur templið fyri Harranum í 1.kongabók.8. so talar hann um Harran og nevnir hann í eintali 114 ferðirnar. Um hann var ein tríeindargud, so

byrjaði tempulvíglsan við, at Sálomo tók 114 ferðirnar skeivt viðvíkjandi Harranum, og byrjaði tempultænatuna við stórari lygn. Kann tað vera so?

Es.43.10-12 stendur: Eg eri Gud – undan Mær er eingin Gud vorðin til, og eftir Meg skal eingin koma. Eg, Eg eri HARRIN, og annar frelsari enn Eg er eingin!…Eg eri Gud. Í 44.6.: “So sigur HARRIN, kongur og frelsari Ísraels, HARRIN herskaranna: Eg eri hin fyrsti, og Eg eri hin síðsti, og eingin annar Gud er enn Eg!” Eg kundi hildið áfram. Men so koma vit til endan av Malakias. Og so koma 4 blank ark, har á tí eina stendur “NÝGGJA TESTAMENTIД. So koma bøkurnar í tí Nýggja Testamentinum, og vit byrja við Matteus Evangelii. Kann nakar veruliga vera so andaliga lopidumeraður, at fyri tað um prentsmiðjan hevur valt at hava 4 blanksíður fyri at skildra G.T og N.T at, at so sprettur ein nýggjur gudur fram, sum ketta burturúr høvdatroðið? Kann tað veruliga vera soleiðis? Hava allar 39 bøkurnar í G.T. tikið feil, tí at nú eru 4 blanksíður og Jesus verður føddur? Eftir hetta lesa vit also 4 evangeliir, men so í Ápostlasøguni sprettir tann triðji Gudurin fram? Kann tað verða soleiðis? Sjálvsagt ikki!

Tað blivu ikki tveir gudar, fyri tað, um Jesus steig fram. Gud er ein, men Gud tók á seg eitt likam og hetta likam var Jesus, Hann, sum er Kristus. Í 1.Tim.3.16. stendur: Hann(Gud), sum varð opinberaður í holdi.

So koma vit til talsmannin, Heilaga Andan. Lat meg siga fyrst, at skriftin sigur, at “Gud er Andi” Jóh.evang.4.24. men sama skrift sigur, at Gud er Heilagur. Tí er tað heilt givið at tann Andin sum Gud er og blæsur út er Heilagur. So koma vit til Jóh.20.22: Táið Hann hetta hevði sagt, andaði Hann á teir og segði við teir: “Takið ímóti Heilaga Andanum”. Kann man anda út annan anda, enn sín egna anda? Nei! Heilt ógjørligt! Hví kundi so Jesus anda út Heilaga Andan? Svarið er greitt: Tí Hann var Gud, sum hevði tikið eitt likam á seg. Eftir hetta er ikki undarligt, at Tummas svarar Jesus við teimum allar hægstu úttrykkum fyri Gud Ísraels: Harri(kýrio)mín og Gud(elohim)mín.

Táið so hvítusunnudagur kom, so kom Jesus til teirra í Anda, tí tað hevði Hann sagt var betur.

Heilagi Andin er ikki triði persónurin í Guddóminum. Eg hoyrdi í Lindini eitt kvøldið sendingina, sum eitur Vón fyri teg. Sólbjørg og Hans tosaðu um Heilaga Andan sum ein persón. Og tey tosaðu og flentu og smáprofeteraðu, sum so mangan fyrr. Á øðrum kanalum havi eg sæð, hvussu fólk dansa, hoppa, ýla, profetera osv, men tey hava als ikki kennskap til, at Heilagi Andin er jesus.

Skriftin lærir, at alt er í Jesusi. Í Kol.2.9. stendur: “Tí í Honum býr øll fylling Guddómsins likamliga,… Í Luk.24 stendur: “…tað sum í øllum skriftunum var sagt um Hann(Jesus).

Eg skrivaði síðani eitt sms til sendingina Vón fyri teg og smsið ljóðaði so: ”Tit tosa um Heilaga Andan, sum tit skuldu kent hann, men tit kenna ikki so frætt sum navnið á honum.” Og tað er púra satt. Tey kenna ikki Jesus frægari enn maðurin á mánanum, og tískil heldur ikki hansara anda. Hendan anda, sum skal leiða fólk inní allan sannleikan.

Tað er eingin tríeingiheit til. Men ein Gud og Hansara navn er Jesus, og tað er Hann, sum gevur Andan til tey, ið lýða Hann.

Hallur Sørensen