Í taluni “ Heilaga Andans verk í okkum “ frá 04.06.2017, talar Heine frá min 14.40 og einar 4 min fram um hetta við navninum, og hvørjir teir eru, sum eita Jesus. Og hann sigur hesi orð sum ein byrjan: “Líka út at sigla eina løtu, gera tað sindur innvikla, men vit skulu royna at stíga í land aftur.” Og hesi orð ráma hann veruliga aftur. Tí tað er nemmliga innvikla og illa frágingið, tí tað stemmar als ikki við sonnu mynd Guds. Hann fer veruliga út á cruiseferð, men kollsiglir so skjótt hann hevur loyst frá landi. Skriftin er krystallklár. Gud Ísraels er ein og ikki tríggir. Tað finst einki í skriftini, sum minnir um, at tað eru tríggir persónar, har allir eita Jesus ella Valdemar, sum Heine tekur til, fyri at undirbyggja hesa theologi!

Heine sigur í min.17.04 : “Tað er ein tríeind, lat ongan iva verða um tað!”

Lat meg bara byrja við hesum fáum útsøgnum frá Guds orði:

  1. Stendur orðið tríeinigheitin í Bíbliuni? Svar: Nei.

2.Sigur Bíblian, at tað eru tríggir persónar í guddóminum? Svar: Nei

  1. Tosar Bíblian um Faðirin, Sonin og Heilaga Andan? Svar: Ja.

4.Merkja hesir tríggir titlarnir, sum eru nýttir í Matt.28.19, at tað eru tríggir atskiltir og sjálvstendigir persónar í guddóminum? Svar: Nei, teir vísa á tríggjar ymiskar funksjónir, rollir ella titlar, sum ein setur í smb. við menniskju.

  1. Nýtir Bíblian nakrastaðnis orðið “tríggir” í smb. við Gud? Svar: Nei.
  2. Nýtir Bíblian orðið “ein” í smb. við Gud? Svar: Ja. T.d. Sak.14.9. Mal.2.10. Matt.23.9. Mark.12.29,32. Jóh.8.41 og 10.30. Róm.3.30. 1.Kor.8.4. Gal.3.20. 1.Tim.2.5. Ják.2.19.
  3. Kann ein skilja “loyndarmál gudsóttans”? Svar: Ja. Les Róm.1.20. Kol.2.9. 1.Tim.3.16.
  4. Hava tey kristnu bert ein himmalskan Faðir? Svar: Ja. Matt.23.9.
  5. Hví segði tá Jesus við Filip: “Tann, ið hevur sæð Meg, hevur sæð Faðirin.”Jóh.14.9. Svar: Tí Jesus er Faðirin, opinberaður í holdi. Hann er “ímynd veru Hansara”. Hebr.1.3.
  6. Sigur Bíblian, at tað eru 2 persónar í guddóminum? Svar: Nei.
  7. Sigur Bíblian, at allur guddómurin er opinberaður í einum persóni? Svar: Ja, í Jesus Kristus. 2.Kor.4.4. Kol.1.19. Hebr.1.3.
  8. Er guddómsins loyndardómur duldur fyri nøkrum? Ja. Luk.10.21-22.
  9. Hvør er Faðirin? Svar: Faðirin er tann eini Gud, spesielt opinberaður sum upphav til menniskjaættina. 5.Mós.32.6. Mal.2.10.
  10. Hvør var Gud Faðirin, meðan Jesus var á jørðini? Svar: Faðirin var í Kristus. Jóh.14.10. 2.Kor.5.19. Hann var eisini í himmalinum, tí Gud er allastaðnis nærverandi. Gud er Andi.
  11. Segði Esaias, at Jesus skuldi vera Faðirin? Svar: Ja, í Es.9.6. og 63.16.
  12. Táið Gud segði: “Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara”, 1.Mós.1.26. tosaði Hann tá við ein annan persón í guddóminum? Svar: Nei. Es.44.24, Mal.2.10.
  13. Hvussu nógvir av Guds eginleikum vóru í Jesus Kristus? Svar: Allir. Kol.2.9.
  14. Hvussu kunnu vit síggja tann Gud, sum sendi Jesus til heimin? Svar: Við at hyggja á Jesus. Jóh.12.44-45 og 14.9.
  15. Sigur Bíblian, at Jesus er tann Alvaldandi? Svar: Ja. Opinb.1.8.
  16. Hvønn vilja fólki siga er fyrsti persónur í tríeinigheitini? Svar: Gud Faðir.
  17. Hvønn vilja fólk siga er triði persónur í tríeinigheitini? Svar: Heiligi Andin. Men Jesus segði, at Hann var. “Eg eri hin fyrsti, hin síðsti”. Opinb.1.17-18.
  18. Hvussu nógvar persónar sá Jóhannes sita á trónuni? Svar: Ein. Opinb.4.2.
  19. Um Jesus er hin fyrsti og hin síðsti, hví sigur tá Gud í Es.44.6. at Hann hin fyrsti og hin síðsti? Svar: Tí Jesus er Gud í G.T. inkarneraður í holdi.

Aftur til taluna hjá Heina. Hann legði dent á, at Jesus andaði á teir(ápostlarnar) og segði: “Takið ímóti heilaga Andanum!” So má eg spyrja: Kann nakar anda út nakað annað, enn sín egna Anda? Nei! Táið so Jesus andaði út Heilaga Andan, so var tað tí, at Hann var Gud opinberaður í holdi. Gud er Andi sigur skriftin og Gud er tann einasti, sum er Heilagur! Táið Jesus helti út Andan á hvítusunnudegi, var tað eitt uppfyllilsi av tí, sum Hann segði: “ Eg skal ikki lata tykkum faðirleysar eftir; Eg komi til tykkara” Jóh.14.18. Hann sigur: ”Eg komi til tykkara. Jesus kom í Anda á hvítusunnudegi.

So tosaði Heine um Valdemar og navnsins týdning. Kann tann eini Valdemar siga: ” At tann sum hevur sæð meg, hevur sæð ein annan Valdemar í somu familju?” sjálvsagt ikki! Eg kann ikki siga, at tann, ið hevur sæð meg, hevur sæð Hákun. Men táið Jesus segði: “ Tann, ið hevur sæð Meg, hevur sæð Faðirin.” So er tað tí, at Hann er Faðirin!

Hvussu ber tað til, at Heine og onnur tríeindartrúgvandi síggja meir, enn Jóhannes á Patmos. Jóhannes sigur: “ Ein sat í hásætinum.”Jóh.opinb.4.2.

Tú, ið lesur hetta, burdi eins og Paulus slitið tínar fortøjningar til hold og blóð og byrja at spurt Harran, um tað, sum Hann vil fyri títt lív. Spurt Hann, um tað, ið hold og blóð hevur fortalt tær, stemmar við skriftina, um hvør Hann er. Hold og blóð sigur, at hann er ein trieindargud, tí tað hava holdsins menn frá ymisku kirkjumøtum sagt. Men spyr Harran og svarið verður krystalklárt: Harrin er Ein, og Hansara navn er Jesus. Hoyr, Ísrael! (Ert tú av Ísrael? So fert tú at hoyra við tínum andaligu oyrum) HARRIN Gud okkara, HARRIN er ein. Ert tú ikki av nýtestamentliga Ísrael, so trýrt tú eins og heidningarnir. Hoyr eisini hvat Paulus sigur við Rómverjar í kap.3.29: Ella er Gud bert Gud Jødanna! Er Hann ikki eisini Gud heidninganna! Jú, eisini heidninganna – so satt sum Gud er ein… í Hesum liggur, at Gud er bert Gud heidninganna, um teir trúgva á Gud Ísraels, sum Jødar trúgva. Og Jødar trúgva bert á ein Gud. Um heidningar hava minsta ivan um hetta, so er Gud Jødanna ikki Gud hjá nøkrum heidningi. Táið vit koma til himmals, so koma vit at síggja Ein á trónuni!

Nú hava tit eisini bjóðað Torkild Terkelsen at hava møti í Gleðiboð. Og eg spyrji: tora tit at taka chansin? Torkild leggur ikki fingrarnar millum, hvat tykkara undirvísing er um guddómin. Hann kemur ikki at vísa eina høfligheit, sum inniheldur kompromi. Hann kemur ikki at strúka tykkum við hárinum viðvíkjandi guddóminum.

Hallur Sørensen