Í Ápostlasøguni kap.20.27 lesa vit:” Tí eg havi einki hildið aftur, men kunngjørt tykkum alt ráð Guds.” Og í 2.Tim.4.7 stendur:” Eg havi strítt hitt góða stríð, havi runnið skeiðið at enda, eri vorðin standandi í trúnni.”

Hetta eru ógvuliga sterk útsagn av Paulus. Og Lukas, sum skrivaði Ápostlasøguna man uttan iva hava hvept seg við at skriva hesar linjir. Men Skriftin er innblást av Gudi, og Lukas varð drivin av Heilaga Andanum og fekk Guds accept at referera hetta sterka úttalilsi hjá Paulus til elstubrøðurnar úr Efesus, sum hann møtti í Milet. Og ikki minst, so var Guds vælbehag yvir hetta útsagn!

So nøkur ár aftaná, skrivar Paulus bræv til Timoteus og heldur áfram í sama anda og í sama tóna ” Eg havi strítt hitt góða stríð, havi runnið skeiðið at enda, eri vorðin standandi í trúnni.” Tað at Paulus nú við endan av sínum lívsskeiði kann siga so, og ein veldig kraft og autoritetur liggur aftanfyri, er tí, at táið hann fyrstuferð hevði slíkt úttalilsi, so kendi bæði hann og Lukas, at Gud stóð aftanfyri hesi orð og staðfesti tey!

Tað eru ógvuliga fáir í okkara tíð, um nakar, sum kann úttala slíkt yvir sítt egna lív. Teir mugu koyra fleiri “kapitlar” av sínum lívi í eina parantes og siga: Har og har helt eg Guds fulla ráð aftur…. Har tordi eg ikki at siga tann fulla sannleikan…Har skarð eg sannleikan niður í helvt… Har misti eg móti, og tí segði eg einki um ráð Guds… Har var eg konfliktsky og tordi ikki at reisa meg og siga sannleikan… Í tí støðuni valdi eg heldur at vera populerur millum fólkið og tí kvetti eg sannleikan í tvey…Í tí situatiónini valdi eg heldur at tiga, fyri ikki at blíva útihýstur og misskiltur av familjuni…har valdi eg at tiga, tí annars misti eg økonomiska stuðulin.

Heldur tú so, at Paulus var undantikin at koma í hesar omanfyri nevndu problemstilningarnar? Als ikki! Hann varð royndur og testaður og hevði stóra erfaring í hesum, sum hann sigur við Galatiumenn: “ Eri eg tá vorðin fíggindi tykkara við at siga sannleikan?” Ja, hann kendi Satans sterku álop og menniskjans svik at bera seg undan. Men Paulus var ryggsterkur og hevði eitt guddómmiligt genuint kall, sum bar hann ígjøgnum.

Í 2.Kor.11 frá vers 22-33 síggja vit registari fyri, hvat eitt kall kann innibera. Í hesari frágreiðing er ymsastaðnis, at menniskju er uppíblandaði til hansara behandling. Aðrastaðnis eru tað náttúran, sum er galdandi. Vit lesa:” eg havi fingið fleiri sløg, verið oftari í fangahúsi, mangan í deyðavanda. Av Jødunum havi eg fimm ferðir fingið fjøruti sløg, frároknað eitt. Tríggjar ferðir eri eg húðflongdur, eina ferð steinaður; eitt samdøgur havi eg verið í sjónum. Í vanda millum ránsmenn, í vanda av fólki mínum, í vanda av heidningum, í vanda í býi, í vanda millum falskar brøður. Í Damaskus helt landshøvdingi Aretas kongs vakt um stað Damaskusmanna fyri at taka meg; og gjøgnum glugga á múrinum varð eg sígdur niður í kurv og slapp undan hondum hansara.” Fyri eitt lív og fyri eitt beskrivilsi av eini tænastu, tí at Paulus einki helt aftur, “men kunngjørt tykkum alt ráð Guds.” Hugsa tær til alt hann kundi undansloppið, um hann reduseraði sannleikan niður í einki og tosaði fólkinum eftir vild. Hugsa tær, hvussu populerur hann hevði verið, um hann var tann talarin, sum “ kitlar tey í oyruni”.

Vit mugu bara játta tað, at slíkir forkynnarir eru ikki til í Føroyum. Teir eru ikki høgt í metum. Teirra andaliga dristigheit og mót at standa fyri sannleikanum og øllum ráði Guds er lig null. Hesi árligu økumenisku møtini 3.páskadag eru fesk dømi um slíkt. Allir forkynnarir har, og øll, sum luttaka har, mugu seta øll síni ár í eina feita parantes og siga: “ Har var eg ov ræddur og feigur at reisa meg og tosa Roma beint ímóti.” Vitandi um, at Gud forkastar falskar brøður og hatar eitt forfalskað evangelium. “Har gav eg meg undan, tí har er ikki lov at tosa um annað enn tey almenn religiøsu tingini s.s.kærleika.” Sannleikin kemur ikki fram, men verður ryggbrotin av skøkjumammuni, sum ríður á dýrinum! Fast takið tykkum tit sokallaðu forkynnarar! Tit skulu ein dag møta Paulus, og hvat av “alt ráð Guds” ætlar tú at fortelja honum? Tit sum góvu tykkum undan!

Táið Paulus stendur frammanfyri kong Agrippa, so sigur hann hesi sterku orð, sum eingin forkynnari ídag í Føroyalandi, sum eg veit um kann siga:” Eg varð tí ikki, Agrippa kongur, hini himmalsku sjón ólýðin, nei eg prædikaði…” Paulus varð ongantíð hesi sjón, opinbering og ljós yvir skriftirnar ólýðin. Ongantíð ólýðin móti at Jehova er Jesus, dópinum í Jesu Kristi navn. Bíbilskari samkomu við teimum fýrfaldaðu tænastunum. Atskiljilsi frá heiminum, at Kristi brúður er ein rein moyggj. Ævigari útveljing og frelsu. Jødar og heidningar og samkoma Guds.

So endar Paulus hesi orð:” Eg havi strítt hitt góða stríð, havi runnið skeiðið at enda, eri vorðin standandi í trúnni” og sendir tey “til Timoteus, ektabarn mítt í trúnni. Náði, miskunn, og friður, frá Gudi Faðir og Kristi Jesusi, Harra okkara! Eg biði teg – nú sum táið eg fór til Makedonia – at verða verandi í Efesus, fyri at tú skalt áleggja summum, ikki at ganga við fremmandari læru og ikki at lurta eftir ævintýrum og endaleysum ættartølum, sum meiri elva trætur enn fremja húshald Guds í trúnni.” 1.Tim.1.1-4. Timoteus, tak upp mítt stríð og gríp stafettpinnin og tak uppgerð við menniskju. Kunngerð teimum “alt ráð Guds.” Halt einki aftur. Kosta hvat tað kosta vil. Ver ikki ræddur!

Hesi orð rørdu við hvønn hjartastrong á hesum unga manni og eftirfylgjara Paulusar. Eg vil gera, sum Timoteus fekk uppmuntran til: Stríða hitt góða stríð, renna skeiðið at enda, verða standandi í trúnni.

Hallur Sørensen