Í skriftini lesa vit um tað ektaða, ið Gud hevur sítt behag í, og vit lesa eisini um tað óektaða, ið Gud ikki hevur sítt behag í. Skriftin líkar at vísa á kontrastir, og tað er gjøgnum kontrast-evangelium, at fólk fáa eyguni upp fyri, hvat sum er rætt og skeivt. Tolir tú kontrastir og eitt evangelium, ið skilir seyðin frá bukkunum, tað heilaga frá tí vanheilaga og tað edla frá tí óedla? Ella ert tú sum 99% av pøbilinum, sum tey religiøsu, sum trívast best í tí gráa massanum?

Eg komi at vísa á mong skriftstøð í hesi grein, ið vísa ein ekstremt týdningarmiklan sannleika. Vísa á, um tú ert í skøkju-skaranum ella í brúðar-skaranum. Eg vil, at tú skalt rannsaka teg, meðan tú lesur. Leingi hevur tú spælt russiska roulett og gambla við tíni ævigu dýrabaru sál. Tíðin er inni til eitt uppgerð, og lat Anda Guds tala inn í títt hjarta!

Í Opinb.17 og 18 er lýsingin av skøkjuni. Eg ráði tær til at lesa báðar kapittlarnar. Men her taka vit nøkur fá vers fram. Ein av hinum sjey einglunum, ið høvdu hinar sjey skálirnar, kom og tosaði við meg; hann segði:”Kom, eg skal vísa tær dómin yvir hina stóru skøkju, sum situr yvir hinum mongu vøtnum, sum kongar jarðarinnar hava drivið hor við – teir, ið á jørðini búgva, eru vorðnir druknir av víni horuðlevnaðs hennara!” v.1-2. Í hesum versi sært tú ongan brúðgóm, einki Guds orð, einki, ið minnir um, at Jesus er nær og hevur ávirkan í tí, sum fyrigongur. Men tvørturímóti lesa vit um mangar, ið hon hevur, og alt tað andaliga horaríið, ið gongur fyri seg. Í vers 5 lesa vit: Á pannu hennara var skrivað navn, loyndarmál: “Bábylon hin stóra, móðir skøkja og viðurstygda jarðarinnar.” Tann norska Bíblian sigur tað soleiðis: Babylon, den store, mor til skjøgene og til stygghetene på jorden. Tann enska Amplified Bible sigur: Babylon the great, the mother of prostitutes. Mamman føðir døtur og tær eru allar, uttan undantak skøkir, prostitueraðar. Tær føra eitt andaligt sexuelt syndarinnar lív. Her sært tú heldur ongan brúðgóm, Jesus, ella at tær eru framkomnar og føddar av Guds orði. Men tær eru føddar fram av ónormala sexuella forholdinum av kongum jarðarinnar, ið mamman hevur drivið hor við. Tað sum síðani kemur fram, er at døturnar hava ongan mann, men eru knýttar at mammuni. Eitt andaligt lesbiskt sjúkt forhold. Hetta er tann katólska kirkjan og døturnar eru tær, ið antin hava direkta kontakt og samarbeiði við verðins kirkjuna og tú finnur ídag, at pinsar, karismatikarir og tvørkirkjuligar samkomur meiri og meiri blíva katólskar. Identiteturin kann sagtans goymast í mong ár, men fyrr ella seinni, so kann tað ikki dyljast, og tíðin ídag vísir alsamt meiri, at katólsku døturnar eru sterkt frammi í religiøsa regiinum, tí tær vóru ongantíð longri burtur frá móðir skøkjuni enn ein armslongd.

So lesa vit um hin skarðan. Í opinb.14.1-4 stendur: Eg fekk nú at síggja lambið standa á Zionsfjalli, og við tí 144000, sum høvdu navn tess og navn Faðirs tess skrivað á pannunum…eingin kundi læra songin uttan hinir 144000, sum keyptir eru frá jørðini. Hetta eru teir, ið ikki hava dálkað seg við kvinnum – teir eru sum moyggjar. Hetta eru teir, ið fylgja lambinum, hvar tað so fer. Hesir eru keyptir frá menniskjunum – frumgróður Guds og lambsins. Her lesa vit um ein ávísan skarða. Men tað kemur sterkt til sjóndar, at Gud og lambið, sum er Jesus er tilstaðar.

Í 19.7 stendur: Latið okkum gleðast og fegnast og geva Honum dýrdina! Tí brúdleyp lambsins er komið, og brúður Hansara hevur gjørt seg til. Henni er givið at lata seg í fínt línklæði, reint og skínandi! Sterk kontrast til skøkjuna!

Vers 9: Hann segði við meg: “skrivað: Sæl eru tey, sum boðin eru til brúdleypsnátturða lambsins… Lambið og brúðurin!

21.9: Kom, eg skal vísa tær brúðrina, konu lambsins! Og so fáa vit eina indsigt í brúðrina í vers 12 og 14:

21.12.14: Hann hevði stóran og høgan múr við tólv portrum; við portrini stóðu tólv einglar, og á portrunum vóru nøvn skrivað, nøvn hinna tólv ætta Ísraelssona…Múrur staðarins hevði tólv grundarsteinar, og á teimum stóðu nøvn hinna tólv ápostla lambsins.

22.17: Andin og brúðurin siga… Hví stendur tað Andin og brúðurin? Tí at brúðurin hevur altíð havt Anda Guds.

Vit hava lisið vers her, ið geva tilkjennar, at har, ið brúðurin er nevnd, so er altíð Gud, lambið, Andin, orðið, Jesus, brúðgómurin tilstaðar!

Tann samkoman, ið tú hoyrir heima í, kanst tú innfyri Gudi siga, at hon er runnin upp av orðinum Jesus? Eru tínir prædikumenn og tín forstandari og tínir elstubrøður innsettir av Lambinum. Hevur orðið avgjørt, um teir eru útvaldir til hesa uppgávu? Um ikki, torir tú so at halda áfram?

Í Matteus 24 og 25 er greitt frá um tænararnar og resultatið av teirra tænastu. Moyggjarnar, tær klóku og tær, ið vóru dárar, eru eitt úrslit av tí ónda tænaranum í kap.24. Men tann triðji bólkurin, ið ikki svav, men rópti, er eitt úrslit av tí klóka tænaranum, ið vitsti at geva húsfókinum at eta og ikki minst tann rætta kostin í endatíðini. Hann hevði eitt atskiljingar forkynnilsi, tí tær, ið róptu hildu ikki saman við teimum sovandi. Hann hevði ein kláran lúður – tær kendu signalini í endatíðini, og ikki minst, so hevði hann eitt brúðgómsmál, tí hann var innsettur av brúðgóminum og tað síggja vit aftur í, hvat tær róptu í miðjari nátt í endatíðini: Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum! Tá vaknaðu allar, men bert helvtin tók ímóti og skifti út tann einkis sigandi og åndsdrepandi tænaran, ið viðførdi, at tær sovnaðu. Men tær fingu tíð og náði frá Gudi at vakna og velja ein guddómmligan veg, og helvtin gjørdi tað. Tær responderaðu uppá brúðgómsins forkynnilsi og fingu lut í burturrykkingini. Skriftin sigur: Eg hoyrdi aðra rødd úr Himli; hon segði: “Farið út frá henni, fólk mítt, so tit hava ikki lut í syndum hennara og verða rakt av plágum hennara!…” Og tær hoyrdu himmalska boðskapin og brutu við hennara system og betaldu prísin, ið tað kostaði.

Hvønn skarða tilhoyrir tú?

Hallur Sørensen