”Kongurin helt nú ráð, og so læt hann gera tveir gullkálvar og segði við fólkið: Nóg leingi hava tit nú ferðast til Jerúsalem; hygg, her eru gudar tínir, Ísrael, teir, ið førdu teg út av Egyptalandi! Annan læt hann seta í Betel og annan í Dan. Hetta varð til synd; fólkið fór líka til Dan at stíga fram fyri annan teirra. Hann bygdi eisini hús á offurheyggjunum og gjørdi frá hond prestar av fólkinum – menn, sum ikki hoyrdu til Levitarnar. Og Jeroboam helt høgtíð tann fimtanda í áttanda mánaði – eins og høgtíðina í Juda – og hann ofraði á altarinum; soleiðis gjørdi hann í Betel; hann ofraði til kálvarnar, ið hann hevði latið gera, og hann læt teir, ið hann hevði gjørt til prestar við offurheyggjarnar, gera tænastu í Betel. Hann ofraði á altarinum, ið hann hevði latið gera í Betel, tann fimtanda í áttanda mánaði – tí mánaðinum, ið hann hevði valt eftir sínum egna tykki. Tá helt hann høgtíð fyri Ísraelsmonnum og ofraði á altarinum og brendi roykilsi.» 1.Kong.12.28-33.

Táið eg gekk í studentaskúlanum, so høvdu vit einaferð ein søgutíma um Hitler, og greiningar av hansara talum á prædikustólinum. Skjótt var staðfest, at talur hansara vóru tunnar og høvdu lítla og onga kjarnu. So kom spurningurin frá einum næmingi, hvussu tað bar til, at hann fekk vent øllum og allari tankagongd á menniskjum gjøgnum sínar talur. Til tað svaraði hesin lærarin, sum var ófrelstur: Hitler var salvaður!

Kolosalt, sum salvilsi kann villeiða menniskjur. Um nakar veit, hvat salvilsi er og hevur erfaring í salvilsi, so er tað Lusifer. Vit lesa í Ezek. 28.14: «Tú vart salvaður kerúbur, sum gav lívd, og Eg setti teg á hitt heilaga gudafjall;…»Og eftir Lusifers fall, so varð salvilsi ikki tikið frá honum, men nú er hann ein salvað demon. Í Jóh evang. stendur um «høvdingan yvir hesum heimi». Tú gerst ikki høvdingi uttan tú ert innvígdur og/ella salvaður. Í 2.Kor.11.14 stendur: «Og ikki undur í tí; Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljóssins;…» Satan broytir seg ella klæðir seg í annan búna ella drakt. Tað gjørdi Gud eisini í G.T. har tú finnur mangar theofan ella Kristologiir. Í N.T. umbroyttist Jesus eisini. Hetta vísir, at tað skal salvilsi til slíkt, ein sterkur andi. Satan er ein 1000-kunstnari. Og soleiðis var við Jeroboam eisini!

Jeroboam kundi, um nakar, hava sterkt áræði. Hann kundi siga við frímóði og við profetiskum salvilsi: Eg eri kongur! Hví? Vit lesa: «Um hesa tíðina bar so á, einaferð ið Jeroboam fór avstað úr Jerúsalem, tá hitti Ahia profetur úr Silo hann á vegnum; Ahia var í nýggjum kappa, og teir báðir vóru tveireinir á markini. Tá tók Ahia tann nýggja kappan, sum hann var í, og skræddi hann í tólv stykki. So segði hann við Jeroboam: tak tær tíggju stykki! Tí so sigur  HARRIN Gud Ísraels: Eg skræði ríkið úr hond Sálomos og gevi tær tíggju ættir;…» 1.Kong.12.29-31. Eingin kundi mótsiga hesum. Her var bæði profetur og eitt «So sigur HARRIN». Harrin virkaði hetta at vera so. Vit lesa í kap.12.15: «Kongurin lurtaði tá ikki eftir fólkinum – HARRIN beindi tað so, fyri at orð Hansara skuldi ganga út, tað, ið HARRIN við Ahia úr Silo hevði talað við Jeroboam, son Nebat.» Vit í okkara tíð mugu vita, at Harrin ger hetta, fyri at orðið skal ganga út. Hetta er liður í Hansara ævigu ætlan. Men samstundis er hetta fráfall av grovasta slag. Vit vita, at hetta er parallelt í okkara tíð og mugu ávara móti Jeroboam og hansara altar. Tað vrimlar av Jeroboams altarum í Føroyum – fult av kopi altarum.

«Eg skræði ríkið úr hond Sálomos og gevi tær tíggju ættir;…» Hetta er sum at hoyra tað í okkara tíð. Sálomo er úti og inn við nýggjum kongi. Sálomo og tað hann representeraði riggar ikki. Burtur við Jesus. Gev okkum Barabas.

Brotið er fullkomið, og tær tíggju ættirnar, sum taka Jeroboam til kong er eitt faktum. Ríkið verður aldrin aftur sameina! Soleiðis er eisini ídag. Sleppur fráfallið og kopi Jesus, kopi andin og kopi evangeliið inn, er skaðin óbótaligur, samkoman fer í tvey og verður aldrin, aldrin sameina aftur! Hvørs altar stendur tú við, og hvønn lurtar tú eftir? Honum sum er salvaður av Gudi at representera Gud, sum trónar yvir kerúbunum ella Jeroboams altar í Dan og Betel og prestar, forstandarar, elstar, leiðslu, sum eru frá hond Jeroboams. Aðrar yvirsetingar siga: fólkarúgvu, valdi bara út frá eini rúgvu, sum honum líkaði… øll fólkasløg, sum ikki vóru Levitar…Hesin Jeroboam makttekur Guds ordan. Høgtíðina avskeplaði hann eisini, við at halda hana í áttanda mánað, táið Harrin hevði sagt í sjeynda mánað. 3.Mós.23.34. Hetta hevði hann valt eftir sínum egna tykki. Alt við Jeroboam var eftir egnum tykki: altar, kálvar, staðseting, prestar, dato, offurheyggjar, roykilsi og ikki minst eldurin. Um slíkar ávaringar ikki vekja teg, so ert tú steindeyður andaliga!

Táið Harrin hevur sagt: Ein Gud, so meinar Hann ikki tríeind. Táið Harrin hevur sagt: Dópur í Jesu Kristi navn og hetta vísist í praksis gjøgnum ápostlasøguna, so meinar Hann ikki dóp í trimum titlum til æru fyri tríeindina! Hvørs altar stendur tú við? Avskeplar tú Guds ordan?

Hesin Jeroboam er salvaður. Eingin mutaði ímóti, eingin rópti og talaði at. Øll hildu tað vera herligt. Nýggj Gudstænasta, nýggjur dámur yvir tilhaldið, nýggjur stílur. Ein gudstænasta fyri øll. Eingin spurdi um Gud var í hesum. Tað tóku tey fyri givið. Eingin spurdi, um nakar var ordineraður av HARRANUM ella um eitt kall, andaliga kvalifikatiónir. Jerúsalem varð gloymt, neglisjerað, misti virðið.

Tað sama er ídag! Jerúsalem er gloymt, har tað alt byrjaði. Luk.24.47-48 sigur: ”Byrjast í Jerúsalem. Tit eru vitni um hetta”. Áliggur okkum, sum eru vitni til byrjanina, at tað var í Jerúsalem. Er tín frelsa(altar)útfrá Jerúsalem? Er tín dópur(grøv) útfrá Jerúsalem? Er tín sannleikans andi(ovari salur)útfrá Jerúsalem? Um ikki, so kemur ein dagur, táið tann størri Gudsmaðurin úr Juda kemur til títt falska kopi altar og Hann skal rópa «Altar! Altar!…Altarið skal rivna, og øskan, ið á tí er, skal stoytast niður!» Dómur Guds hvílur yvir altari Jeroboams og bíðar bara eftir, at HARRIN útloysir skotlínuna.

Hallur Sørensen