Tað er siðvenja, at høgt sitandi fólk, s.s. Løgmaður okkara, Aksel V. Johannesen og  drotniningin av Danmark Margretha, koma við eini nýggjársheilsu. Eg eri ikki nakar løgmaður ella royalur persónur. Men eg umboðið atlíkavæl Kong konganna og Harra harranna, Jesus Kristus. Og frá Honum vil eg bera eina nýggjársheilsu.

Í Bíbliuni byrjaði árið í Abib/Nisan. Vit lesa: «Í dag fara tit út, í abib mánaði.» 2.Mós.13.4. Hetta var umleið 1.Apríl. Kap. 12.42 sigur: «Henda nátt er vígd HARRANUM,…» Frelsan, útfríðingin frá trælabandið hins ónda er útilukkandi Harrans kraft og styrki. Frelsan er vígd ein og aleina Harranum. Minst til tað! Einki í tær sjálvum kundi frelsa teg. Men Harrin hevði tokkað til tína sál og loysti hana!

Afturat hesi dýrabaru frelsu, so hendi tað, at árið byrjaði við einum inngrepi í likamið. Harrin restureraði likamið. Vit lesa: «So fóru Ísraelsmenn tá avstað úr Rameses og tóku leiðina til Sukkot, til gongu, okkurt um 600.000 mans. Umframt kvinnur og børn.».2.Mós.12.37. «Ikki ein í ættum Hansara snávaði.» Sálm.105.37. Eitt og hvørt samfelag, ið telur einar 3 milliónir menniskju, ja har eru alskyns sjúkir at finnast. Alt frá handikap til syndrom til psykiskar sjúkir. Øll hesi hava sítt at draga aftaná sær. Sjúkrasengur, rolatur, krykkir, stavar, menniskja stuðlar, Egyptisk medisinir og tablettir, salvir, oljir, bandagir. Men í einum nú, táið tey ótu Lambið, so fór Guds mangfoldiga kraft ígjøgnum teirra likam og øll blivu frísk. Ikki ein snávaði! Ikki ein lá eftir. Guds grøðandi kraft lyfti tungsinnið av teimum. Allar depresjóns niðurbrótandi tankar blivu tey frí frá. Allar «hetta klári eg ikki» tankar blivu tey loyst frá. Øll 400 árini av trælahaldið og tí tað viðførir av «soleiðis er tað bara» blivu tey loyst frá.

Eg ynski, at tú skalt fara inn í nýggja árið og taka hesa heilsu við tær frá skriftunnar Jesus og biðja Hann grøða teg frá tínum sjúkum og tú kann fara út og ikki snáva. Til gongu.

Likam Jesusar bleiv illa viðfari á Golgata. Men Hann vann. Og hvussu illa títt likam er viðfari, so stendur Jesus ikki maktarleysur, men kann vinna á hesi sjúku. Tak móti hesi heilsu frá himmalinum og far inní nýggja árið til gongu!

Hallur Sørensen