Dópurin í Jesu Kristi navn. Ert tú doyptur?

Tað eru valla nøkur ting í skriftini, sum Satan hevur klárað so væl ígjøgnum sínar teologar at broytt og oyðilagt, sum dópin. Dópurin í trimum titlum í Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans navn er fremmandur fyri Bíbliuna. Hetta fyribrigdi kom í kjølvatninum av tí menniskjaligu skaptu læruni um “tríeinigheitina”, og hetta er einki minni enn eitt falskt dogma, ið varð viðtikið á kirkjukonsilunum í 2. og 3. árhundraðinum. Síðani tá hevur tann stóra skøkjan og hennara døtur, ið smb, ápostlinum og profetinum Thomas Ball Barrat, sum eru teir trúarbólkar, ið hava sínar røtur til katólsku læruna, forfylgt einum og hvørjum, sum hava praktiserað tann Bíbilska dópin í Jesu Kristi navni. Áhugavert er, at sama kirkja í Róm, sum fantaseraði seg til tann óbíbilska dópin í trimum titlum, eisini íverksetti forfylging og avrættan móti teimum menniskjum, sum áttu eina Bíbiliu. Bíblian var sjálvsagt ein farlig bók, tí hon avsløraði teirra lygnir og identifiseraði teir sum Satans tænarar. Bíblian er krystall klár í sínum úttalilsi, táið viðvíkur, hvussu dópurin skal útførast. Hann er fyri menniskju, ið eru komin til persónliga trúgv á Jesus, og ikki fyri smábørn. Hann skal ikki útførast við yviroysing av trimum lógvum av vatni, men við at viðkomandi verður undirdyktur. Hetta tí at tað er smb, Bíbliuni ein jarðarferð. Og hann skal útførast í Jesu Kristi navni.

Titlar eru ikki navn!
Her eru dømir tikin úr skriftini:
Luk.24.47: “og at í NAVNI Hansara umvending og syndafyrigeving skal verða prædikað fyri øllum fólkasløgum, og byrjast í Jerúsalem. Tit eru vitni um hetta.”

Matt.28.19: “Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til NAVN Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans,”

Og hetta skiltu allir hansara lærisveinar og ápostlar – vitnini hjá Jesusi. Tí stóð Pætur fram á hvítusunnudegi, sum av Jesusi í Matt.16.19. hevði fingið lyklarnar til Himmiríkis ríkis, og prædikaði vegna teir allar samlar, Matteus íroknaður: “Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í NAVNI Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.”

Ápostlasøgan 8.12 og 16 leiðir okkum til vekingina í Samaria, hvar Filip ápostil prædikar “evangeliið um ríki Guds og NAVN Jesu Krists” og doypti tey “til NAVN Harrans Jesusar”.

Ápostlasøgan 10.48 leiðir okkum til húsið hjá Kornelius, hvar teir fyrstu heidningarnir vórðu doyptir: “Og hann (Pætur) beyð, at tey skuldu verða doypt í NAVNI Jesu Krists.”

Ápostlasøgan 19.5. leiðir okkum til Efesus og Paulus prædikar: “Táið teir hoyrdu hetta, lótu teir seg doypa til NAVN Harrans Jesusar.”

Kol.3.17: “Alt, sum tit gera í orði ella verki – gerið tað alt í NAVNI Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum!” Dópurin fyrigongur bæði í orði og verki!

Ápostl.4.12: “Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað NAVN undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.“

Hoyr hvat orðið sigur sum ávaring: “Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi! Tí í Honum býr øll fylling Guddómsins likamliga.” Kol.2.8.

Her eru nakrar søguligar referansur og konklusjónir, sum heimsførandi leksikon – Encyclopedia – hava sagt um hetta evnið:
ENCYCLOPEDIA BRITANNICA 11.útgáva, bind.3. síða 365-366: “ Det var katolikkene som i det 2.århundre forandret dåpsformularet fra navnet Jesus Kristus til ordene Fader, Sønn og den Hellige Ånd”. Og bind.3, síða 82: “Overalt slås det fast i de gamle kilder at dåpen fant sted i Navnet Jesus Kristus.”

CANNEY ENCYCLOPEDIA OF RELIGION, síða 53: “De første menigheter døpte alltid i den Herre Jesu Navn frem til utviklingen av treenighetslæren i det 2.århundre.”

1913 CATOLIC ENCYCLOPEDIA, bind 2. síða 365 geva katolikkar sær sjálvum tann heiður, at tað vóru teir sum broyttu dópin.

HASTINGS ENCYCLOPEDIA OF RELIGION, bind 2. síða 377-378-389: “Den kristne dåp ble utført ved bruk av Navnet Jesus. Bruken av treenighetsformularer av hvilken som helst sort ble ikke brukt i den tidlige kirkehistorie, dåpen var alltid i Jesu Kristi Navn helt frem til Justin Martyr, da treenighetsformularet ble brukt”. Hastings sigur í bind 2. síðu 377 í einum kommentari til ápostlasøguna 2.38: “NAVN var et eldgammelt synonym for person. Betaling ble alltid utført i en persons navn for at bekræfte eierskapet. Derfor ble en som var døpt i Jesu Kristi Navn hans personlige eiendom.” Samanlíkna við 1.Kor.3.23: “tit hoyra Kristusi til.”

NEW INTERNATIONAL ENCYCLOPEDIA, bind 22. síða 477: “uttrykket “treenighet” kom den Romerske kirkefader med.

Ert tú doypt/ur?

T.Terkelsen
Umsett: Hallur Sørensen