Táið nú Sanballat frætti, at vit laðaðu múrin, tendraðist vreiði hansara; fúkandi ilt kom í hann, og hann speirak Jødarnar. Neh.4.1.

Nehemias, hesin Guds útvaldi, ið var ætlaður frá móðurlívi av, til at byggja múrin uppaftur, sum var niðurrivin og seta portrini í aftur, sum vóru brend, táið Nebokadnesar hertók Jerusalem.

Hesin Nehemias var vínskeinkjari hjá Artaxerxes kongi. Eitt gott og væl tryggja arbeiðið. Sera góð løn og sera góðar sømdir. Hann hevði góða pensjón og kundi fara frá arbeiðsmarknaðinum, táið tíðin var inni og vita sær tað, at honum kom einki at mangla(kap.2.1.)

Men so er Guds timing inni og Nehemias hoyrir frásagnir úr Jerusalem, og eftir hetta, veksur ein sorg í hansara innara menniskja(kap.1.1-4.) Og meðan hann er í hesi sorg, er hann í arbeiði fyri Artaxerxes kongi(kap.2.1.) So skuldi ein trú, at henda sorg og hetta Gudgivna kall bleiv tálma og tamt, táið ein trýnir fram fyri kong og hevur slíkt arbeiðið. At hetta sum vaks fram í Nehemias bert var eitt andans upplop og ein reaktión í følilsis lívinum, og so eftir nakrar dagar, so var roush hour liðugt. Men so var ikki hjá Nehemiasi. Eitt Gud givi kall kann ikki broytast vegna Artaxerxes, Gamaliel ella aðrar prominentar persónar, ið áður hava havt ávirkan á eins lív. Táið tíðin er inni fyri Gudi, so slítast allar fortøjningar, ið binda teg til tað religiøsu og vertsligu samkomu, ið tú situr í.

Kongurin kennir, at hetta er ikki tikið úr egnum barmi, men at Gud himmalsins er í hesum vitnisburði. Kongurin kennir allarhelst eina kraft og eitt salvilsi, ið hann ikki kann renna undan, og tískil heldur ikki kann mótstanda. Tí loyvir hann Nehemiasi at fara.

So fara teir at byggja og mótstandurin byrjar frá somu stund. Paulus refererar í 1.Kor.16.9 um arbeiðið í Efesus: Tí dyr eru mær latnar upp, víðar og fullar av arbeiði – og nógvir eru mótstøðumenninir. Hann sigur, at við tað at Harrin letur dyr opnast, so eru fíggindar eisini tilstaðar. Hvussu nógv er mótstøðan í samkomunum ídag í okkara munkalandi Føroyar? Hvussu nógvir eru mótstøðumenninir? Lítið, ja einki, so at siga. Hví? Tí arbeiðið er ikki eitt úrslit av at hurðin og opilsi er frá Harranum!

Í kap.4.1 er mótstøðan svár. Vreiðin móti arbeiðinum er stór. So kemur spurningurin: Hví ert tú Sanballat og hinir so óðir og fullir av vreiði? Hava vit stolið býin, Sanballat? Er ikki býurin okkara frá Guds síðu? Er ikki Jerusalem Guds kraftsentur fyri sítt fólk? Er ikki Jerusalem ein mynd uppá Samkomuna? Hava vit, Sanballat, stolið samkomuna? Eigur ikki Jesus sítt egna likam, Sanballat? Hví ert tú so óður? Jú, Sanballat er svakur, táið hann sær, at Nehemias í endatíðini reisist og vil byggja upp múrarnar í samkomu hins livandi Guds og vil plassera múrin har hann skal vera, og seta allar brikkarnar, har teir hoyra heima. Fólk Guds hava nóg leingi verið í “útlegd”.

Hví ert tú vreiður Sanballat? Hava vit stolið dópin? Var “dópurin” í tí fyrra templinum hjá Sálomo ikki í Jesu Kristi navn(Ápstl.2.38)? “Jú”, má Sanballat svara. Og byrjaði hesin dópur ikki í Jerusalem? “Jú”, má Sanballat svara. Hava vit í endatíðini broytt henda dópin? “Nei”, má Sanballat svara. Hava vit flutt henda dóp frá Jerusalem til Bábylon í Faðirinum, Soninum og Heilaga Andanum? “Nei”, má Sanballat svara. Er hesin dópur leysrivin frá múrinum? “Nei”, má Sanballat svara. Hví ert tú vreiður Sanballat?

Hví ert tú vreiður Sanballat? Hava vit broytt myndina uppá Guddómin? “Nei”, má Sanballat svara. Hava vit broytt tær 114 útsøgnirnar hjá Sálomo, táið hann tosar um Gud Ísraels sum EIN? “Nei” má Sanballat svara. Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Ísraels var ein. Hava vit broytt Gud fedra okkara? “Nei”, má Sanballat svara. Hava vit broytt Gud sum ein til at teir eru tríggir sjálvstendigir persónar í eini tríeind? “Nei”, má Sanballat svara. Hví ert tú óður Sanballat? Vit hava ikki stolið býin, ikki múrin, ikki portrini, ikki materialini at byggja alt uppaftur. Einki stolið, men fingið tað opinberað og tað náði yvir náði. Vit endurreisa bert tann gamla bygnaðin, ið varð givin profetunum og ápostlunum. Vit inntaka bert tann gamla dópin aftur, ið var í útlegd. Vit busta bert tað religiøsa støvi av aftur frá tríeindini so vit síggja klárt, at Gud er ein og hansara navn er eitt og hetta navn er Jesus Kristus! Hví ert tú óður, Sanballat?

Hví eru samkomur og religiøsir persónar í Føroyum óðir inná okkara evangelium? Teir hava einki at diska upp við og kunnu ikki útfrá skriftini siga, at vit hava broytt evangeliið. Tú, ið ert harúti og lesur hetta og er ein Sanballat, eg eri villigur at møta tær og so skal royndin standa, hvør sum hevur Guds góðu hond inn yvir seg(kap.2.18.).

Hallur Sørensen