Hvørji verða við í burturrykkingini?

Tí hetta siga vit tykkum við orði Harrans, at vit, ið liva – sum verða eftir til komu Harrans – skulu als ikki koma undan teimum, ið sovnað eru.

Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp;

síðani skulu vit, ið liva – sum eftir eru – verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum.

Troystið tá hvør annan við hesum orðum! 1.Tess.4.15-18.

Eg skal í hesum artikkli skriva um tey, ið eru deyð í Kristusi, og tey sum liva eftir. Eg vil vísa á, hvussu týdningarmikið tað er fyri okkum, at vit ganga í teirra fótasporum, trúnni viðvíkjandi.
Hesi, eins og skriftin greiðir okkum frá, livdu eitt Kristuslív. Kristus merkir Hin Salvaði. Og tað var júst tað tey gjørdu. Tey livdu í salvilsinum og harnæst, so doyðu tey í salvilsinum. Lív teirra var í Andanum, og hetta varð sterkt úttrykkt við orðum sum: Halleluja, prísaður verið Jesus, Abba faðir, takk og lov o.s.fr. Og av tí at tey vóru eitt tempul Heilaga Andans, so virkaði salvilsi við slíkum fastatøkum á teirra likam, at tey lótu seg dríva oman at áarbakkanum og lótu seg doypa í Jesu Kristi navni. Tey kundu ikki bara hoyra um salvilsi og hyggja at navninum, men tey vildu inn í tað. Hetta førdi við sær, at har tey komu, kendu onnur ein anga av lívi til lív – fyri tey, ið frelst verða og hini kendu ein anga av deyða til deyða – teimum ið fortapast.

Hesi vóru eins og Ábraham, ið vildi gjalda kostnaðin fyri at siga Bábylon og teirra avgudadyrkarí og polyteismu farvæl. Hann fekk opinberilsi um, at Gud var Ein og hansara navn var eitt. Hann væntaði staðin, ið hevur fastan grundvøll, og hvørs byggimeistari og skapari er Gud. Tá ið Ábraham sá hetta og hesa kontrast til menniskjabyggaríið í Bábylon, so vildi hann gjarna verða fremmandur og útlendingur á jørðini.

Hesi, ið livdu í salvilsinum vóru ikki sløv og andaliga trek, men høvdu ein fúsan og virknan anda. Tey gleddu seg til hvørt møti og sótu sum á nálum, táið orðið varð útlagt við kraft og opinberilsi á Andanum. Tey komu ikki ófyrireikaði til møtini, men varð vitnisburðurin givin fríur, so vóru tey skjótt leys frá sæti sínum og vitnaðu við einum hjarta, ið var fult av lívsælum orðum um Kongin Jesus. Ja, teirra tunga var sum pennur snarskrivarans. Tey vóru sæl og gleddist í Andanum. Summi sungu falskt og onnur høvdu ikki tónan skaptan, men Jesus yndi at hoyra teirra mál. Hásongurin sigur: Dúva mín (Hevur tú hoyrt dúvuna? Tað er ikki nógv at leggja oyra til)í fjallagjáunum, í lívd bergsins! Lat meg síggja andlit títt, lat meg hoyra mál títt! Tí

mál títt er søtt, og andlit títt er yndisligt. Her sigur brúðgómurin, at málið spælir ongan týdning, tí tað kemur frá stemmubondum, vørrum og tungum, ið hava funnið lívd í fjallagjáunum og bergi – klettur klovin fyri mær…sigur sangurin. Tí varð røddin serstøk!
Og so slitnaði silvurstrongurin, og tey fóru her frá. Ikki fóru tey andalig fátøk og við einum innturkaðum anda, men við einum songi og søgdu sum Paulus: …fara hiðani og vera hjá Kristus…Og sum Móses verður lýstur: sjón hansara var ikki viknað, og lívsmegi hansara var ikki svunnin.

Vit lósu síðani: saman við teimum at møta Harranum í luftini; Skalt tú ein dag vera saman við teimum, so mást tú – eins og tey undanfarnu – liva í salvilsinum. Annars hoyrir tú ikki heima har. Tey elskaðu lívi í Andanum og fingu ikki nokk av opinberilsinum, um Kristus Jesus. Tað var teirra lív og ikki hobby. Eingin av teimum fyritrektu ein føðingardag ella veitslu ella bingo ella fótbóltsdyst ella bindiklubb framum at koma saman við teimum, sum tey kundu luta sítt andans lív saman við. Tey fyritrektu samfelagið, sum trúi á ápostlanna læru við breyðbróting og ektaðum salvaðum bønum, ið ikki var lært sum ein regla ella stýrt av nøkrum presti. Tey elskaðu hesar gudgivnu sangir, ið mintu um Golgata, syndanna fyrigeving, reinsan á holdi og anda, enn tað, ið verður sungið ídag. Hesir blóðfátæku sangirnir og kórini, ið eru yrktir av óondsfyltum menniskjum verða sungnir og endurtiknir um og umaftur. Tað rørir ikki eina flugu og enn minni eitt menniskja.

Síðani skulu vit, ið liva – sum eftir eru – … So verður tað ein flokkur eftir, sum livir, táið Jesus kemur. Táið skriftin sigur liva, so merkir tað ikki, at tey hava eitt hjarta, ið slær fleiri sløg um minuttin og at pulsurin slær tilsvarandi. At fólk draga ondina og at likamstemp.er einar 37 gradir. Tað eru heilt onnur krøv frá Jesusi, hesum viðvíkjandi. Hann tosar um hesi, sum eftir eru, at tey hava eitt tilsvarandi lív, eins og tey undanfarnu – at vit liva í salvilsinum! Gert tú tað ella er tað torna upp? Hesi elskaðu salvilsi og gjørdu alt og satsaðu alt fyri, at eldurin ongantíð kólnaði út og at hjartans entusiasma ikki hvarv. Tey elskaðu hitan og andans eld! Gert tú tað ella ert tú ein religiøsur brandmaður sum situr klárur við spulislanguni og klárur til at spula, táið andans flamma kemur framat gjøgnum boðbera Harrans. Tolir tú ikki eina hvassa prædiku longur, tí tú verður avsløraður og vigaður á vektskálini og funnin ov lættur. Stendur tað yvir títt lív Mené, mené, tekél, ufarsin?

Skriftin sigur eisini Sløkkið ikki Andan! 1.Tess.5.19. Her er ikki talan um at hella ein spann av vatni á Andan. Men tú kanst sløkkja Andan við ikki at geva Andanslívi nering/mat. Alt lív tørvar mat, eisini tað andaliga. So vilt tú forkoma Ondslívinum, so gevst at føða tað. Føðingin er nemmliga at lesa Guds orð, samfelag við Harran gjøgnum bøn, at koma áhaldandi til salvaði møtir og bíbiltímar. Hetta gjørdu tey undanfarnu. Gert tú tað? Tey sóu eina æru í tí vit lesa í orðt.26.20 Táið einki brenni er eftir, kólnar eldurin út… Tey gjørdu alt fyri at fáa brenni til vega, so at eldurin ikki kólnaði út. Harrin talaði eisini til Móses og segði: Men eldurin skal verða hildin brennandi á altarinum, hann má ikki doyggja út…Eldurin skal brenna á altarinum samt og javnt; hann má aldri kólna út. 3.Mós.6.5,6.

Ella situr tú í eini samkomu, sum bara meir og meir tappar teg fyri gleðini í Gudi og

tú minnist at fyrr, so var hetta tín styrki? Um tað er so, at prædikumaðurin, ið tú leggur oyra til, er óinspireraður og ikki hevur genuinan boðskap og mat frá Gudi til hesa endatíð, og tú kennir, at salvuoljan er alt ov lítil til at klára tey seinastu fetini í hesu myrku tíð, áðrenn Jesus kemur at heinta síni, so er mítt orð til tín nú: Reis teg frá stóli tínum og søk samfelag við tey, ið kunnu rætta tær ein bita, ið er dyppaður í Andans vín! Samkoman og lívið tú livir, er tilsvarandi livandi, sum Gud verður gjørdur livandi. Eg veit væl, at Gud livir. Men livandi er Hann í samkomuni og tínum persónliga lívi, sum Hann verður framborðin gjøgnum orðið og prædikuna. Er prædikumaðurin uttan opinberilsi og salvilsi, so verður Gud tað tilsvarandi í samkomuni. Verður Kristus hinvegin framborðin við salvilsi og kraft Andans, so gongur stutt, áðrenn tú kennir, at lívið í tínum innara menniskja byrjar at liva og røra seg. Vinur, spæl ikki russiska roulette við títt lív. Spæl ikki hazard við Andan í tínum innara. Vit liva í síðstu tíð av endatíðuni. Keyp olju frá keypmonnunum. Spurningurin er: livir tú og vilt tú liva, táið veldisrópi, rødd yvireingils og lúður Guds ljóðar fyri seinastu ferð? Tey í Korint vóru klár livandi og tey róptu: Marana ta’ Harri okkara, kom!

Hallur Sørensen