1. Stendur orðið tríeinigheit í Bíbliuni? Svar: Nei.

2.Sigur Bíblian, at tað eru tríggir persónar í guddóminum? Svar: Nei

3. Tosar Bíblian um Faðirin, Sonin og Heilaga Andan? Svar: Ja.

4.Merkja hesir tríggir titlarnir, sum eru nýttir í Matt.28.19, at tað eru tríggir atskiltir og sjálvstendigir persónar í guddóminum? Svar: Nei, teir vísa á tríggjar ymiskar funksjónir, rollir ella titlar, sum ein setur í smb. við menniskju.

5. Nýtir Bíblian nakrastaðnis orðið “tríggir” í smb. við Gud? Svar: Nei.

6. Nýtir Bíblian orðið “ein” í smb. við Gud? Svar: Ja. T.d. Sak.14.9. Mal.2.10. Matt.23.9. Mark.12.29,32. Jóh.8.41 og 10.30. Róm.3.30. 1.Kor.8.4. Gal.3.20. 1.Tim.2.5. Ják.2.19.

7. Kann ein skilja “loyndarmál gudsóttans”? Svar: Ja. Les Róm.1.20. Kol.2.9. 1.Tim.3.16.

8. Hava tey kristnu bert ein himmalskan Faðir? Svar: Ja. Matt.23.9.

9. Hví segði tá Jesus við Filip: “Tann, ið hevur sæð Meg, hevur sæð Faðirin.”Jóh.14.9. Svar: Tí Jesus er Faðirin, opinberaður í holdi. Hann er “ímynd veru Hansara”. Hebr.1.3.

10. Sigur Bíblian, at tað eru 2 persónar í guddóminum? Svar: Nei.

11. Sigur Bíblian, at allur guddómurin er opinberaður í einum persóni? Svar: Ja, í Jesus Kristus. 2.Kor.4.4. Kol.1.19. Hebr.1.3.

12. Er guddómsins loyndardómur duldur fyri nøkrum? Ja. Luk.10.21-22.

13. Hvør er Faðirin? Svar: Faðirin er tann eini Gud, spesielt opinberaður sum upphav til menniskjaættina. 5.Mós.32.6. Mal.2.10.

14. Hvør var Gud Faðirin, meðan Jesus var á jørðini? Svar: Faðirin var í Kristus. Jóh.14.10. 2.Kor.5.19. Hann var eisini í himmalinum, tí Gud er allastaðnis nærverandi. Gud er Andi.

15. Segði Esaias, at Jesus skuldi vera Faðirin? Svar: Ja, í Es.9.6. og 63.16.

16. Táið Gud segði: “Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara”, 1.Mós.1.26. tosaði Hann tá við ein annan persón í guddóminum? Svar: Nei. Es.44.24, Mal.2.10.

17. Hvussu nógvir av Guds eginleikum vóru í Jesus Kristus? Svar: Allir. Kol.2.9.

18. Hvussu kunnu vit síggja tann Gud, sum sendi Jesus til heimin? Svar: Við at hyggja á Jesus. Jóh.12.44-45 og 14.9.

19. Sigur Bíblian, at Jesus er tann Alvaldandi? Svar: Ja. Opinb.1.8.

20. Hvønn vilja fólki siga er fyrsti persónur í tríeinigheitini? Svar: Gud Faðir.

21. Hvønn vilja fólk siga er triði persónur í tríeinigheitini? Svar: Heiligi Andin. Men Jesus segði, at Hann var. “Eg eri hin fyrsti, hin síðsti”. Opinb.1.17-18.

22. Hvussu nógvar persónar sá Jóhannes sita á trónuni? Svar: Ein. Opinb.4.2.

23. Um Jesus er hin fyrsti og hin síðsti, hví sigur tá Gud í Es.44.6. at Hann hin fyrsti og hin síðsti? Svar: Tí Jesus er Gud í G.T. inkarneraður í holdi.

24. Segði Jesus við Satan, at Gud aleinaður skuldi tilbiðjast? Svar: Ja. Matt.4.10

25. Trýr Satan uppá fleiri enn tann eina Gud? Svar: Nei. Ják.2.19.

26. Sigur Bíblian, at Gud, sum er orðið, varð hold? Svar: Ja. Jóh.1.1,14.

27. Hví varð so Gud opinberðaur í holdi? Svar: Fyri at frelsa syndarar. Hebr.2.9,14.

28. Var Jesus Gud opinberaður í holdi? Svar: Ja. 1.Tim.3.16.

29. Kundi Jesus verið í himmalinum og á jørðini í somu tíð? Svar: Ja. Jóh.3.13.

30. Sigur Bíblian, at tað er bert ein Harri? Svar: Ja. Es.45.18 og Efes.4.5.

31. Sigur Bíblian, at Jesus er Harrin? Svar: Ja. Luk.2.11.

32. Sigur Bíblian, at hesin Harrin er Gud? Svar: Ja. 1.Kong.18.39, Sak.14.5, Ápostl.2.39, Opinb.19.1. 33. Hvussu kann samkoman hoyra til Jesus

(Matt.16.18) og atlíkavæl vera samkoma Guds (1.Kor.10.32) ? Svar: Tí Jesus er Gud opinberaður í holdi.

34. Gevur Gud nøkrum øðrum sína æru? Svar: Nei. Es.42.8.

35. Var tað nakar Gud til, áðrenn Jehova ella vil tað koma nakar aftaná Hann? Svar: Nei. Es.43.10.

36. Hvat er tað Gud ikki veit um? Svar: Ein annan Gud. Es.44.8.

Hvat kann Gud ikki? Svar: Lúgva. Titus1.2.

Hvussu nógvar gudar skulu vit kenna? Svar: Bert ein. Hos.13.4.

39. Hvussu nógv nøvn hevur Harrin? Svar: Eitt. Sak.14.9.

40. Er tað gott at hugsa um navn Harrans? Svar: Ja. Mal.3.16.

41. Sigur Bíblian, at Gud er hin einasti, ið gongur eftir aldukambunum? Svar Ja. Job.9.8.

42. Hví kundi tá Jesus ganga eftir Genesaretsvatninum (Matt.14.25.) ? Svar: Tí Hann var Gud, skaparin av øllum. Kol.1.16.

43. Er Gud hin einasti, sum kann fyrigeva synd? Svar: Ja. Es.43.25, Mark.2.7.

44. Hví kundi tá Jesus fyrigeva synd í Mark.2.5-11? Svar: Tí Hann er Gud Frelsarin.

45. Er Jesus hin sanni Gud? Svar: Ja. 1.Jóh.5.20

46. Um Gud og Heilagi Andin eru tveir atskildir persónar, hvør er tá Faðir til Jesus Kristus? Matt.1.20 sigur, at Heilagi Andin er Faðir til Jesus Kristus, meðan Róm.15.6, 2.Kor.11.31 og Efes.1.3. siga, at Gud var Faðirin. Svar: Tað eru eingir mótsetningar, táið ein sær at Gud og Heilagi Andin eru ein og sami Andi. Matt.10.2, Efes.4.4 og 1.Kor.3.16.

47. Táið Paulus spurdi Jehova, hvør ið Hann var, hvat fekk Paulus tá til svar? Svar: “Eg eri Jesus”. Ápost.9.5.

48. Táið Stefanus doyði, ákallaði hann tá Jesus sum Gud? Svar: Ja. Ápost.7.59.

49. Kallaði Tummas nakrantíð Jesus fyri Gud? Svar: Ja. Jóh.20.28.

50. Hvussu kundi Jesus vera frelsarin, táið Gud Faðir sigur í Es.43.11. “Eg, Eg eri HARRIN, og annar frelsari enn Eg er eingin!” Svar: Tí í Kristusi samdi Gud heimin við Seg sjálvan.2.Kor.5.19.

51. Sigur Bíblian, at Jesus var “Gud við okkum“? Svar: Ja. Matt.1.23.

52. Segði Jesus nakrantíð: “Eg og Faðirin, Vit eru eitt”? Svar. Ja. Jóh.10.30

53. Kann tað við skriftini sigast, at Jesus og Faðirin eru eitt á sama hátt, sum maður og kona eru eitt? Svar: Nei. Guddómurin er ongantíð samanlíknaður við eitt forhold ml. mann og konu. Jesus identifiseraði seg við Faðirin á ein hátt, sum maður og kona ikki kunnu gera. Jóh.14.9-11.

54. Sigur Bíblian at tað bert er ein Gud, sum er yvir øllum? Svar: Ja. Og hansara navn er Jesus Kristus. Róm.9.5.

55. Kallar Bíblian Heilaga Andan fyri annan ella triðja persón í guddóminum? Svar: Nei. Heilagi Andin er Guds Andi, tann eini Gud, sum virkar í okkara lívi. Jóh.4.24, 1.Kor.3.16-17, 6.19, 12.13.

56. Kunnu tríeinigheitslærarar vísa, at tað vóru tríggir guddómligir persónar tilstaðar, táið Jesus varð doyptur av Jóhannes? Svar: Sjálvandi ikki. Tann eini, allastaðnisnærverandi Gud nýtti tríggjar samstundis manifestasjónir. Bara ein guddómligur persónur var tilstaðar – Harrin Jesus Kristus.

57. Hvørjir vóru tá hinir báðir, sum tríeinigheitslærararnir prædika um? Svar: Ein var ein rødd frá himli og hin var Andi Guds í dúvuveru.

58. Hvat segði røddin við dóp Jesusar? Svar: “Tú ert Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til”. Sum Guds Sonur var Jesus Gud sjálvur inkarneraður.

59. Sigur Bíblian, at Gud gav sítt blóð fyri okkum? Svar: Ja. Ápost.20.28. Hetta kundi Gud gera, tí Hann íklæddi Seg menniskja holds likam.

60. Bíblian sigur, at Gud kemur aftur við øllum sínum heiløgu “Tá skal HARRIN Gud mín koma – og øll hini heiløgu við Tær”. Sak.14.5. Men eisini at Jesus kemur aftur við øllum sínum heiløgu “Harri okkara Jesus kemur við øllum hinum heiløgu Sínum!”.1.Tess.3.13. Eru tað tveir, sum koma aftur? Svar: Nei. Bert ein kemur aftur – okkara stóri Gud og Frelsara Jesu Kristus. (Tit.2.13)

T.T.