Dávid segði: „Man nú nakar vera eftir av húsi Sauls, so eg fái víst honum miskunn fyri Jónatans skuld?“… “Kongurin spurdi: „Er ikki onkur eftir av húsi Sauls, so eg kundi víst honum miskunn Guds?“ Ziba svaraði: „Ein sonur Jónatan livir enn; hann er lamin í báðum fótum.“…” Tá kastaði hann seg niður og segði: „Hvat er tænari tín, at tú vendir tær til ein deyðan hund sum meg!“. 2.Sám.9.1,3,8.

Henda søga um Dávid og Mefiboset er grípandi. Hesin teksturin førir okkum inn í kjarnina av evangelii. Tað menniskja, sum einki maktar, klárar ella far í lag av egnum verkum fyri at stilla vreiðu guds. Tað falnu nátturðina, sum ger seg galdandi, ikki bert fyri Mefiboset, men sum trongdi inn til øll menniskju, Róm.5.12 sigur: ” Sum tí syndin kom inn í heimin við einum menniskja, og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu.” Men Dávid Jesus vísir Sín kærleika og Sína miskunn fyri stakkals Mefiboset.

Mefiboset var lamin í báðum fótunum. Hansara lívsleið var tí stýrd av einum lamnum vilja. Hann kundi sjálvsagt altíð siga, at hann vildi eitthvørt, men føturnir kláraðu als ikki at útføra viljan og ynski, ið hann hevði. Hann var sterkt reduseraður. So úrslitið var, at allarhelst fekk hann uppnátt lítið av øllum tí hann vildi. Tessvegna mátti hann undirorna seg tann lamna viljan. Hetta skrivar Paulus eisini til Rómverjar í kap.7. “viljan havi eg, men at gera hitt góða eri eg ikki mentur. Óansæð hvussu nógv gott Mefiboset vildi, so var hann ikki mentur.

Men knappliga er Guds tíð og timing inni. Mefiboset kemur inn undir náðinnar borð í Jesusi Kristi og fær at kenna, at lívið fær eina meining. Tað turra, religiøsa og einki sigandi borðið hjá Makir í Lo – Debar gav einki. Tað var bert við til at føra fram í ljósi teir lamnu føturnir tú hevði. Minnist tú matin, ið heimurin hevði at geva

? Hann kundi bert stilla diagnosina at tú vart lamin, men aldrin hjálpa tær. Minnist tú teir lunkaðu og óinsperaraðu prædikumenn, sum bert hildu seg til lógina og kravdu at tú skuldi ganga og síðani søgdu tær, at um tú ikki reisir teg at ganga, so er tað tí at tú hevur ov lítla trúgv? Hetta søgdu teir, tí tað finnist eitt enn meiri álvarsamt lammilsi, og tað er at Andin er lammaður. Eingin kann prædika uppreisnarkraft, sum ikki hevur upplivað tað sjálvur. Men so kom Jesus og orðið frá 2.Kor.6. varð veruleiki „Á teirri tíð, sum Mær toknaðist, bønhoyrdi Eg teg, og frelsudagin kom Eg tær til hjálpar”.

Nú situr Mefiboset við borð Dávids eins og tú, og tín veikleiki er tildekkaður av blóði Jesusar. Og táið Hann hyggur á teg, so hyggur Hann á teg gjøgnum blóð Jesusar at tú hevur atgongd at GANGA gjøgnum portrini og inn í staðin.

Tá ið menniskju so komu á vitjan og sóu Dávid og Mefiboset sita við borðið, sóu teir eins út. Eingin kundi peika út, at Mefiboset var lamin. Beinini vóru tildekkaði av flottum borðdekningi og margfullum rættum frá konginum. Fest eyguni á matin frá konginum og leitanin eftir veikleikum hjá menniskjum hvørvur!

Mefiboset var av ætt Benjamins. Saul var abbi hansara. Og Saul sigur um seg sjálvan:

“Eri eg ikki úr Benjamin, hoyri eg ikki til eina ta minstu ætt Ísraels! Og er ikki slekt mín

tann, ið minst hevur at týða av øllum slektum í ætt Benjamins! 1.Sám.9.21. Tað er eisini ein annar maður í Bíbliuni, sum er av ætt Benjamins. “Eisini eg eri jú Ísraelsmaður, av avkomi Ábrahams, av ætt Benjamins!”…” Eg eri umskorin áttanda dagin, eri av tjóð Ísraels, av ætt Benjamins, Hebreari av Hebrearum, eftir lógini Fariseari”. Fil.3.5. Tað er nógv Paulus kundi rósa sær av. Men eisini hann var lamin. Ikki í sínum fysisku fótum, men teimum andaligu. Hann gekk ikki Guds veg og kundi heldur ikki finna tann smala vegin av sínum egnu eintingum. Sálin var lammað. Hann kundi ikki prísa Gudi í anda sínum. Songur hansara var ikki um ein kong, tunga hansara var ikki sum pennur snarskrivarans, men límað fast til góma sín. Men ein dag, so hoyrdi hann røddina: “Saul, Saul!” Tá kom lív í anda og føtur hansara, og tann nýggja leiðin móti tí æviga stað var dekkað til av blóðið Jesusar. Hví varð tað víst miskunn móti Mefiboset, Paulus, tær, mær og øðrum? Paulus sigur: “Gud hevur ikki vrakað fólk Sítt, sum Hann kendi frammanundan”. Og gjøgnum ætt Benjamins fingu heidningarnir at hoyra evangeliið um Jesus Kristus. Hygg ikki eftir tínum manglum, men hygg á Jesus, sum skapti lív útav deyðum, og tú kann vinna heidningar fyri Jesus.

Hallur Sørensen