Heimafturkomin frá Páskastevnu í Noreg, vil eg nýta høvi at bera nakrar Bíbilskar tankar víðari frá taluni, sum Torkild Terkelsen hevði, um tann andan, sum øll eru so gripin av ídag, men sum vit í Nardus ikki vilja hava! Han talaði við slíkum salvilsi og opinberilsi, at ert tú av sama anda, so vilt tú góðtaka hetta og innsíggja, at so má tað vera. Sjálvandi vilja hesir tankar bróta við tað, tú ert vanur/von at hoyra, og hetta fer allarhelst at irretera teg. Men ger sum tey í Berøa, sum vóru meiri rætthugsandi enn tey í Tessalonika, og tú fer at gleðast um, at tað er ein heimasíða og ein rødd, sum ljóðar í endatíðini:” Farið út frá henni, fólk mítt…!

Í 1906 byrjaði vekingin í Azusa Street í Los Angeles og tekini var Andans úthelling við tungum sum tekin. Hetta roknast fyri at vera dato’ ið og startskotið til pinsarørslunar frambrot. Hetta fekk eitt verðins umfatandi gjøgnumbrot og mong hava hetta sum eitt sokallað ”Mekka”.

Tað var sjálvandi ein stórur skarði, sum upplivdu tað ektaða, men sum við øllum øðrum, so er Satan tilstaðar, og hann infiltrerar við sínum eisini. Men ógvuliga fá eru vakin um hetta, so Satan við sínari úthelling fær frámerkið:” Verk Heilaga Andans!”

Tað sum er undrunervert at leggja merkið til og sum Bíblian talar krystallklárt um, er at í Jóh.Evang.Kap.16.13 stendur:” Men táið Hann, Andi sannleikans, kemur, skal Hann leiða tykkum í allan sannleikan.” og Jóel profetur sigur um sama Anda:”Og tit, børn Zions, fegnist og gleðist í Harranum Gudi tykkara! Tí Hann gevur tykkum LÆRARAN í rættvísi,…” Kap.2.23. Andin, sum varð útheltur, var ein Andi, sum lærdi! Og Jóh.Evang,kap.14.26. sigur: men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal LÆRA tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum.”

Henda Andan fingu ápostlarnir og Jesus, sum ikki lat teir Faðirleysar eftir, men kom til teirra í Anda, lærdi teir, og teir tóku við læru, um ikki beinanveg, so ógvuliga skjótt! Men nú eru also 109 ár síðani at ”Andin” varð útheltur, og hann hevur uppá 109 ár ikki klára at lært religiøsa munkaland Føroyar teir allarminstu sannleikarnar í Guds orði!

Guddómurin: Skriftin er krystallklár um, hvør Gud Ísraels er. Hann er ein og ikki ein komite uppá tríggjar gudar! Pætur fekk so spurningin í Matt.16 og Pætur svarar eftir tí Anda hann hevði fingið og eftir opinbering og sigur: Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guds! Allir jødar vitstu, hvat hetta merkti. Teir vitstu, at Kristus/Messias var Gud sjálvur og ikki 2.persónurin í tríeinigheitini. Men so eru vit her heima aftur, og andin hevur uppá 109 ár ikki klára at lært tey religiøsu, at Jesus er tann einasti Gud Ísraels, men tey trúgva uppá tríeinigheits-trøllið frá Vatikaninum. Henda Anda vil eg ikki hava!

Dópurin: í Matt.28.19 stendur: Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn (ikki nøvn í fleirtal) Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans,…

Hetta tók bert Pæturi nakrar tímar at skilja og Matteus, sum skrivaði hesi vers niður, at navnið á Faðirinum og Soninum og Heilaga Andanum var í Jesu Kristi navni! Tí á hvítusunnudegi steig Pætur fram við kraft og styrki og talaði drivin av Heilaga Andanum og segði:” Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.” Men her heima hevur Andin uppá 109 ár ikki klára at yvirbevíst um tann einasta gyldiga dópin, sum navni býr í! Eg las einaferð í einum skrivi frá Pávanum, har hann segði, at um man vildi ella ei, so vóru øll, uttan undantak, sum vóru doypt í trimum titlum katolikkar. Teir taka sær heiðurin fyri henda dóp, sum er botnfalskur og ein há og spott móti læru Jesusar. Henda anda vil eg ikki hava, sum uppá 109 ár ikki hevur klárað at sagt, hvat tann ektaði dópurin er!

  • ll trúgva vit, at vit liva í síðstu tíð av endatíðini. Men andin hevur ikki klárað uppá 109 ár at fortalt, at endatíðin er ein fráfals-tíð. Matteus skrivar um ræðuliga útsøgnirnar um endatíðina, Pætur tað sama, Paulus tað sama, Judas og Jóhannes eisini. Men andin, sum tey religiøsu hava, lesa við brillum frá Rodney Howard Brown, Kenneth Copeland, Benny Hinn, Joseph Prince og David Yonggi Cho o.ø. um at endatíðin er ein vekingartíð. Í Ápostl.kap.20 áminnir Paulus um, at eftir hansara burturferð, skulu svárir úlvar stíga fram og teir skulu ikki eira fylginum. Hevur also andin uppá 109 ár ikki klára at víst um úlvarnar í okkara tíð. Slíkan anda vil eg absolutt ikki hava!

Í Matteus kap.13 er ein lang samanhangandi ávaring frá Jesusi um tað ektaða og óektaða. Hann tosar um illgrasið og hveitina, mjølið og súrdeiggið, nótin full av fiski, men kasta burtur teir vánaligu og til seinast so spyr Jesus, tí hetta viðvíkur heystartíð/endatíðina í vers 51: ”Hava tit fatað alt hetta?” Teir svaraðu Honum: ”Ja.” Teir høvdu fatað boðskapin um endatíðina! Men tey sum siga seg hava andan ídag hava ikki lært uppá 109 ár um endatíðarinnar boðskap. Líka blind, fátøk og nakin, fultstendiga avklødd viðvíkjandi endatíðina. Slíkan anda vil eg ikki hava.

Pinsakarismatikarar ídag tosa meiri enn nakrantíð í tungum. Men somu tungutalandi fólkini eru meiri fjern enn nakrantíð fyri Bíbilskum sannleikum! Og minnir tú tey á sannleikar, so minna tey meg um tindasvín sum reisa allar tindarnar móti tær! Kann tað vera Andi sannleikans tey eru doypt við tá?

Ídag. 3.páskadag verður felagsgudstænasta í Mariu kirkjuni. Katolikkarnir, Babylon tann stóra móðir skjøkja gongur á odda og hennara døtur – tey religiøsu – ið fylgja mammuni. Hetta er tann størsti religiøsi mordarin, sum heimurin hevur sæð til og størsta religiøsa horuhúsið. Hon hevur dripið mangan salvaðan gudsmannin, og tey sum fyrst einaferð eru blivin bitin av hennara anda, koma út aftur harfrá sum tarvur, ið verður leiddur at verða dripin, sum í fótjørnum, ið dárin verður tyktaður við – inntil pílurin klývur livur hansara – eins og fuglurin skundar sær í snerruna og veit ikki, at lívið er í váða. So lurta nú eftir mær, sonur mín og gev orðum muns míns gætur! Lat ikki hjarta títt venda sær til vegir hennara, vilst ikki inn á gøtur hennara! Tí mangir, ið hava fingið ólívssár hevur hon felt, og stórt er tal teirra, ið hon hevur dripið. Gjøgnum hús hennara liggja leiðirnar til deyðaríkið, tær, ið ganga niður í kømur deyðans. Eg vil ikki hava henda anda, ið samanblandar heilagt og vanheilagt og sum ikki finnur útav gjøgnum 109 ár, at henda samanblandingin er ein sigur fyri Pávakirkjuna, men ein spott móti Jesusi. Vilt tú hava henda anda, sum ikki klárar at læra, fortelja, áminna og yvirbevísa uppá 109 ár? Vælgagnist!

Hallur Sørensen