Vit lesa í Mal.3.1 :” Eg sendi boð Mítt, og hann skal gera vegin til reiðar fyri ásjón Míni; og brádliga skal Hann koma í tempul Sítt, HARRIN,…”
At tvíhalda og pástanda at tríeinigheitin er til og at tann doktrinin er røtt, burdi fingið ein og hvønn at skamma seg. At tileinkisgera Bíbliunnar klára boðskap, um at Gud er ”erhad”, Ein numeriskt, og ikki tríggir, er kolosalt frekt og nasvíst! At heldur trúgva Satans inspireraðu kirkjufedrum, sum gjøgnum fleiri árhundraðir tilvirkaðu hesa læru, tí teir ikki sjálvir vistu, hvussu hetta fenomen skuldi endaliga skrivast, er ein háð og spýtan beint upp í andlitið á profetunum og ápostlunum, og ikki minst á ” Hoyr, Ísrael! HARRIN Gud okkara, HARRIN er ein.” Bíblian er eitt liðugt skrivað dokument av yvir 40 útvaldum skribentum, sum allir væl og virðiliga skriva um, at Gud Ísraels er Ein, og at Hansara navn er Jesus, Gud komin í hold í menniskja Jesus Kristus!
Nú summarið er við at vera av, so kemur heystið – ”Men hvør tolir dagin, táið Hann kemur?” Tað stendur ikki: ”Men hvør tolir dagin, táið teir koma?” Alt vers 1,2 og 3 slær fast, at talan er um Ein. Eg spyrji meg sjálvan:” Hvussu lesa tríeinigheitstrúgvandi fólk? Eru tey blind?
Heystartíðin er endartíðin! Matteus 13.39 sigur: ” heystið er endi tíðarinnar;…” og innfyri Jesu afturkomu, spyrji eg tríeinigheitstrúgvandi fólk: tola tit dagin, táið Hann, Jesus Kristus ” hesin er hin sanni Gud og ævigt lív” skal koma og heinta síni heim? Eg vænti, at øll tríeinigheitstrúgvandi fólk fáa magatrupulleikar ” táið Hann (ikki teir) opinberast…” og tey, sum trúgva á ein Gud, tey fara at ” hava dirvi og ikki verða til skammar fyri Honum í komu Hansara. 1.Jóh.2.28 og 5.20. Hevur tú, tríeinigheitstrúgvandi, dirvi at pilka við Gud Ísraels, so missir tú dirvi tann dag, táið Hann skal opinberast!
”og brádliga skal Hann koma í tempul Sítt, HARRIN,…” So kom Hann í Sítt egna likam, tempul, sum Hann sjálvur hevði gjørt. Og Hetta tempul ella henda útgáva fall ikki teimum religiøsu væl í hendi. Tey sóu fyri sær ein kong við krúnu, kongaklæðum, palassi og makt at dríva út rómverjar frá Ísraels landi. Men Hann stóð ikki í stíl til teirra ynski. Og enntá sigur Pilatus: ” Ert Tú kongur Jødanna?” Jóh.18.33. Tú Jesus minnir ikki nógv um ein kong.
So kanst tú flenna ella rista við høvdinum og siga: “ Eg hevði ikki gjørt so við Jesus. Nei, eg hevði móttikið Jesus og sæð, at Hann var Harrin. Eg hevði sæð, at Hann var komin í Sítt tempul.” Men ver ikki ov skjótur. Tí tey flestu, og tú kanska íroknaður, hava ein heilt aðra fatan av Jesus, akkurát sum tá. Tú sær ikki, at útgávan av Jesus ídag í Sínum templi, er tann sum tá: vanvirt, hatað, spottað, lítið sigandi fyri heimin. Tolir tú slíka útgávu av Jesus? Hann upptrakkaði ikki sum ein kongur á tí jørðisku arenaðini. Samkomur ídag vilja hava ”konga” embætir og bestemma og avgerðarætt yvir Erets Ísrael. At ambasadan skal flytast frá Tel- Aviv til Jerusalem. Stemma uppá Donald Trump og at Gud skal føra sína ætlan gjøgnum Trumpin. Jesus upptrakkaði ikki sum nakar politikari. Men samkomur ídag vilja hava sítt at siga á tí politiska forum. Hjálpa Miðflokkinum við Jenis á odda at mótmæla abort, kristna Føroyar, broyta hjúnabandslógina og tálma rúsdrekka. Tí um hetta ikki kemur ílag, so kann eingin veking koma yvir Føroyar. So er altso Gud avhengigur av Miðflokkinum og Jenis.
Tolir tú ikki eina útgávu av Jesus, har Hann ikki er uppíblandaður á konga, fúrsta og politisku arenaðini?
Útgávan av Jesus ídag er eisini, at Bíbilskúli má vera grundarlagið undir einari tænastu. Ongantíð betri, um tittulin eitur DR.Theo. Tað má helst vera eitt eksamens pappír við stempli frá einari religiøsari nevnd. Helst vera ein religiøs synagoga við Gamaliel á odda og Annas og Kaifas, ið gera tænastu ”fyri ein ókendan Gud”. Annars dugir ikki.
Men útgávan av einum Harra í Sínum templi sum ”Hvaðani hevur Hann henda vísdóm? Og hvussu kann Hann gera slíkar kraftargerðir” Matt.13.54. er ikki nokk. At vera Andans fyltur, við brand og eld í hjarta er ov lítið. At tungan er sum pennur snarskrivarans og at hava ein salvaðan sang um ein kong dugir ikki. At duga tríggjar akkordir, við einum bíligum kassaguittara, men kraft Andans er tilstaðar er for vanvirt. At standa við Bíbliu í hond aftanfyri ein ridlandi talarastól, sum ikki er úr fínum glasi ella gjørdur úr marmor er ikki nokk. At brúka bátin hjá Pætur sum talarastól,(Luk.5.3) og ikki standa á flottum steinsettum kirkjugólvi er óacceptabelt. At nýta sangrøddir, sum ikki hava lært sangteknik og verið til sangprøva, og sum kanska ikki altíð raka tónan 100%, men hava fingið kamartónan frá himli og andans hørpu stemmaða frá Dávid Jesus er ikki nokk. At hava eina tænastu, óavhengiga av menniskjum, men eina og aleina eitt himmalskt kall frá erva av og eini rødd frá trónu Guds: ” Eg havi útvalt teg!” er ikki gott nokk.
Tú menniskja, tú treingir til eitt andans ”Recet” fyri at síggja, at Gud útvelur og brúkar tað, sum er heiminum dárskapur! 1.Kor.1.27
At Harrin kemur í tempul sítt og brúkar fiskimenn frá Genesaret og salvar teir til mektiga tænastu fellur teimum religiøsu fyri brósti. At Hann útvelur ivandi tvillingin Tummas, og troytta, Agorafobi Natanael er óhugsandi. Tola vit ídag at síggja Jesus í einari Bíbilskari útgávu, ósmittað av religiøsum og vertsligum mannahugsan?
Tolir tú, at Hann kemur brádliga í einari útgávu, sum tú ikki hevði væntað?
Hallur Sørensen