”Táið Hann sá fólkið, tykti Honum hjartaliga synd í teimum; tí tey vóru illa hagreidd og vanrøktað sum seyður, ið ongan hirða hevur.” Matt.9.36.
Tað er ikki hissini av eini andaligari diagnosu og úttalilsi, sum Jesus kemur við her. Hann blunkar ikki við at nýta sterk orð. Hann ballar einki inn og feigar einki inn undir teppið. Tað, sum Jesus kemur við her og konkluderar er: seyðurin liggur ikki hirðanum á hjarta. Tað er ikki ein hjartasak, men ein økonomisk sak – ”Veið hirðum Ísraels, sum røkta seg sjálvar! Er tað ikki fylgið, hirðarnir skulu røkta! Hitt feita eta tit, við ullini klæða tit tykkum, og hini feitu kríatúrini drepa tit; men fylgið røkta tit ikki!” Ezek.kap.34.2-3.(Lesið allan kapittulin) Hetta er eitt sterkt beskrivilsi av hirðunum, eisini í okkara tíð.
Vit lósu her, hvussu Ezekiel lýsir støðuna. Teir røkta seg sjálvar. Tað ger ein hirði ikki. Hann røktar seyðin! Teir eta tað feita/ drekka mjólkina/ eta tað besta á seyðunum sum fleiri yvirsetingar greiða frá. Við at handfara seyðin so, so útnytta teir seyðin. Útnytta fólkið og drena tey. Stjala pengarnar, stjala offurið, klæðini , “við ullini klæða tit tykkum”. ”Hini feitu kríatúrini drepa tit” fleiri yvirsetingar siga, “hini útvaldu drepa tit.” Í einum seyðaflokki, eru altíð nøkur, ið skara framúr við himmalskum talentum, men Ezekiel sigur, at tað drepa tit. Drepa og forkoma teimum, ið hava gávur at leska onnur, gávur at koma við himmalskum tónum og melodium, gávur at avsløra lygnina, men tað drepa hirðarnir fyri ikki at verða avsløraðir, og at teir kunnu halda áfram við galskapinum.
Í 1.Sám.2.12-17 lesa vit: “ Men synir Eli vóru ringir menn – teir løgdu einki í Harran. So bóru prestarnir seg at við fólkið: Hvørja ferð onkur kom við ofrið, og kjøtið varð kókað, kom tænari prestsins og hevði í hondini gaffil við trimum tindum; hann stakk hann niður í ketilin, pannuna, krukkuna ella pottin, og alt tað, ið gaffilin hevði upp við sær, tók presturin sum part sín. So gjørdu teir við allar Ísraelsmenn, ið komu hagar til Silo. Ja, enntá áðrenn tað feita var brent, kom tænari prestsins og segði við hann, ið ofraði:” Kom við kjøti til prest at steikja! Hann vil ikki hava kókað kjøt frá tær, men rátt!” Svaraði maðurin honum tá:” Fyrst má tað feita brennast; síðani kanst tú taa so mikið sum teg lystir!” so svaraði hann:” Nei, nú alt fyri eitt skalt tú koma við tí – annars taki eg tað við makt!” Og synd hinna ungu manna var so mikið størri fyri ásjón Harrans, við tað at fólkið av hesum lærdi at vanvirða offur HARRANS.” Ein álvarsom lýsing av hirðum!
Eingin er hirði, sum ikki hevur guddómmiligt kall. Eingin er hirði, bara tí hann er uppvaksin í møtisamanhangi. Tí at mamma og babba vóru aktiv í møtisamanhangi. Tí at babba var elstibróður. Tí at mamma var tænastukvinna. Tí at at tú verður spurdur av hr.pastor um at vera ein sokallaður hirði. Ella tú hevur luttikið í weekend seminar sum leader. Ella tú ert ordineraður av leiðslupørum at verða hirði. Verði á bíbilskúla. Ella runnið á møtum hjá Bill Johnson, Rodney Howard Brown ella Ulf ‘inum Ekmann í Uppsala. Skriftin sigur at seyðurin má kenna hirðans rødd, og at hendan røddin má reflektera tí himmalsku røddina. Tað má eitt genuint kall frá erva av.
Skriftin sigur eisini í Efesus kap.4.11-12. ”at hini heiløgu…” ja, tey mugu for guds skyld kenna, at tað er ”Hann gav okkum – nakrar til hirðar…” ”fyri at hini Heiløgu skuldu verða gjørd fullkomin til tænastuverk, likami Kristusar til uppbygging.” Tey mugu kenna, at hirðin er ein gáva frá Gudi og ikki menniskjum!
Í Jóh.evang.kap.21 lesa vit um Pætur. Og áðrenn hann kundi sleppast leysur, so vildi Jesus vita nøjagangandi, um Pætursa forhold til Sín og seyðin, sum Jesus skuldi yvirlata í hendarnar hjá Pætur. Um Pætur ikki elskaði Jesus av øllum, sum í honum búði, so yvirgav Jesus ikki seyðaflokkin í Hansara hendur. ”Pætur, elskar tú Meg?” Elskar tú orðið, elskar tú sannleikan, elskar tú rættferð, elskar tú dópin í Jesu navn, elskar tú sannleikan um ein Gud, elskar tú samkomuna? Tað eru slíkir hirðar, sum kunnu fáa illa hagreidda og vanrøktaða seyðin á føtur aftur – sannleikin!
Ezekiel kemur við boðskapinum um ektaða hirða Ísraels, og Jesus sigur um seg sjálvan: ”Eg eri hin góði hirði; hin góði hirði gevur lív Sítt fyri seyðin.” Hann er Ísraels hirði, sum Ezekiel talar um: ”Tí so sigur Harrin HARRIN: Ja, Eg komi og skal spyrja eftir fylgi Mínum og hyggja eftir tí.”
Hallur Sørensen