Eg undrist á, at tit so skjótt lata tykkum venda burtur frá Honum, ið kallaði tykkum við náði Kristusar, til annað evangelium – sum tó einki annað er; bert eru nakrir, sum villa tykkum og vilja rangsnúgva evangelium Kristusar. Gal.1.6-7.

Eg sá kvinnuna drukna av blóði hinna heilagra og blóði vitna Jesusar. Eg undraðist stórliga, táið eg sá hana. Jóh.opinb.17.6. og v.7: Eingilin segði við meg: ” Hví undraðist tú?”

Hesir menn, Paulus ápostil og Jóhannes ápostil eru ikki hvør sum helst. Hetta eru ikki, sum svenskarar taka til, nakrir springpoykar. Paulus sá Jesus sum Jehova á Damaskus vegnum. Upplivdi opinberingar langt út um tað, ið vanligt er. Hann sigur enntá hesi orð um seg og tænastuna: ” – tann dag Gud skal døma hitt dulda hjá menniskjunum eftir evangelii mínum við Jesusi Kristi.” Róm.2.16. Honum, ið mentur er at styrkja tykkum, eftir evangelii mínum og prædikuni um Jesus Kristus, eftir opinbering loyndardómsins, ið frá ævigum tíðum hevur verið tagt um.” Róm.16.25. Paulus lat úr hondum 13 brøv, full av dýrgripum og loyndardómum

Hin, Jóhannes, var kallaður ”Boanerges – Torusonur”. Hetta indikerar hansara náttúrðu, bæði sum menniskja og sum tænara Harrans Jesusar. Torusonur – ikki maður við trillitráði av nervum, men sterkum veirum. Hann var kanska tann av ápostlum Lambsins, sum var tættast knýttur at Jesus, táið galt um opinbering. Jóhannesar evangelium hevur eitt heilt annað opinberilsi enn hini synoptisku evangeliini. Hann lá upp eftir Jesusar brósti við kvøldmáltíðina. Jóhannes hevur skrivað 5 brøv.

Hesir menn, við slíkum sterkum andaligum karakteri, sterkum ryggi, mjødn og beinagrind, og nervum av stáli og óræddir at kempa fyri evangelium Jesusar. Teir UNDRAST yvir fráfalli og at man letur seg ofra fyri villeiðandi ondsmaktum og evangelii. So burdu vit tikið hetta inná okkum og ikki verið líkaglað og uppført okkum sum ”at sletta vatn á gás”. Eg spyrji tí: Undrast tú eisini?

Paulus upplivdi á síni samtíð, at evangeliið bleiv rangsnúgva. Hann sigur í 2.Kor.11.3-4: ”Men eg eri ræddur fyri, at eins og ormurin dáraði Evu við svikum sínum, soleiðis eisini hugsanir tykkara skulu spillast og vendast burt frá hinum einfalda trúskapi móti Kristusi. Kemur onkur og prædikar annan Jesus – sum vit ikki prædikaðu – ella fáa tit annan anda – sum tit ikki fingu – ella annað evangelium – sum tit ikki tóku við – so umbera tit tað sera væl.” Tað er so vist, at tað er ein annar Jesus, ein óbíbilskur fremmandur Jesus. Ein fremmandur óbíbilskur andi. Og hesin Jesus og hesin andi verða kunngjørdir í einum øðrum evangelium. Og menniskju umbera tað sera væl.

Paulus skrivar í Gal.3.1: ” Tit skilaleysu Galatar! Hvør hevur ganda tykkum,…” Paulus leveraði eitt reint evangelium til Galatiumenn, men teir lótu Judaistarnar koma við síni Móselóg og umskering. ”Hvør hevur ganda tykkum”? Grundteksturin sigur: ” Hvør hevur forheksað tykkum?” Hvat fyri heksadoktari hevur gandað tykkum? Sóu tit ikki, at hetta var ein heksadoktari? Løgdu tit ikki tilmerkis, at gandur og heksarí kom úr varrum hansara. Vóru tit so blind í skriftini, at tit ikki løgdu tilmerkis munin millum Paulus og heksadoktaran?

Í Ápostlas. 20.29-30. stendur: ” Eg veit, at eftir at eg eri farin, skulu svárir úlvar koma inn ímillum tykkara, og teir skulu ikki eira fylginum. Ja, millum tykkum sjálvar skulu menn stíga upp, sum skulu tala tað, ið rangvørgt er, fyri at draga lærisveinarnar eftir sær.” Hetta eru døpur orð og útmeldingar at koma við. Men tær vóru sannar. 24 ár aftaná at samkoman Efesus varð fødd, so lesa vit í Jóh.Opinb.2.4: ” Men Eg havi tað ímóti tær, at tú ert farin frá hinum fyrsta kærleika tínum.” Tonk at hava Gud ímóti sær!

Jóhannes sær kulminatiónina av hesum villleiðandi kreftunum og systemi móti øllum tí, ið er himmalskt og heilagt. Hann sær hesa følsku skøkju, við sínum falska evangelium og alt tað, ið hon hevur forkomið og lagt eftir seg. Øll tey heilagu av vitnum Jesusar, sum hon hevur dripið gjøgnum allar tíðir. Øll hesi vitni Jesusar, sum vórðu salvaði til at boða sanna evangelium, um bíbilska frelsu, við dópi í Jesu navni sum eftirfylgjandi. Sannan guddóm, at Jehova er Jesus Kristus komin í holdi. Sjálvstendigar fríar samkomur. Sannar náðigávur og bíbilskar tænastur. Kærleika til orði og respekt fyri orðinum. Alt hetta forkom skøkjan. Og Jóhannes undrast yvir hetta devilssystem.

Vit í Nardus, og eg sjálvur undrist eisini. Og tað eg mest undrist á, er at nú 2000 ár seinni, so er skøkjan við síni villing enn á lívi í samkomum kring landi. Hon hevur fastatøkur og sum høgguslokkur, hevur hon sínar langu 8 armar og bestemmar við sínum falska evangelium. Hon bestemmar frelsuna, dópin, tríeinigheitina, innsetanina og avsetanina av ráðandi monnum og kvinnum. Hon bestemmar at endatíðin skal vera ein vekingartíð, at endatíðin skal verða merkt av at øll skulu samlast undir eitt og sama flagg. Hon avsetir Guds orð og setir seg sjálva í stólin. Hon bestemmar sang og lovsang. Ja, hygg bara eftir, so eru hennara fingramerkir á øllum ídag, sum fyrigongur seg á tí religiøsa markedinum.

Men til seinast sigur eingilin við Jóhannes: ” Hví undraðist tú?”

Ja, spurningurin kemur eisini til mín: ”Hví undraðist tú, Hallur?” Tað er torført at forklára, tí skriftin sigur, at so skal verða. Tað er bestemmað frá fyrndartíðum og ráði hjá Gudi er fastlagt. So tað er ikki tí, at eg undrist. Men eg undrist, at menniskju, sum einaferð vóru í somu skón og undir sama evangelium, sum Efesus menn, at man kann so til gradir lata seg lumpa og forføra og sum Galatiumenn lata seg forheksa. Tað er ikki til at skilja! Hvat var tað, sum hendi? Tað er til at undrast yvir!

Hallur Sørensen