Fleiri ferðir tey seinastu árini hava sokallaðar samkomur og kirkjur samlast undir heitinum Tvørkirkjulig møtir. Hesi møtini hava verið millum pinsar, adventistar, frelsunarherin, katólsku kirkjuna o.a. fyri bert at nevna nakrar av hesum religiøsu bólkunum. Men hvat merkir hetta?

Útgangspunktið hjá okkum í samkomuni Nardus er læran og prædikan, sum ápostlarnir høvdu, og sum teir høvdu fingið frá Jesusi. Teir høvdu ferðast saman við Jesusi í 1260 dagar og høvdu skilt Jesusar boðskap og prædiku. Jesus biðjur ikki fyri øllum, men sum skriftin sigur í Jóh.evang.17.20: ” Eg biði ikki bert fyri hesum(ápostlunum), men eisini teimum, sum við orðum teirra(ápostlunum) koma til trúgv á meg.” Hann biðjur fyri teimum, sum taka við orði og sannleika frá ápostlanna læru. Skriftin er krystallklár. Tí er meiningsleyst fyri okkum at tosa um tvørkirkjulig møtir, eins og tað hevði verið fyri ápostlarnar, har rátt og roti verður serverað frá øllum endum og kantum. Jesu bøn fevnir bert um tað læru, ið Hann sjálvur hevur givið sínum ápostlum og teimum, sum taka ímóti henni!

Tey árini, ið ápostlarnir virkaðu og eini 200 ár fram var hugtakið tvørkirkjuligt ókent. Ápostlarnir og eftirkomarar teirra kendu als ikki til hetta fyribrigdið. Teir høvdu klórað sær í nakkanum og sagt: hvat er hetta? Einasta tvørkirkjuliga, ið tú finnur í skriftini er, at tær lokalu samkomurnar, sum ápostulin Paulus setti á stovn á teimum ymisku lokalu plássinum runt Lítla Asia høvdu somu trúgv og somu læru. Tað var tvørligt at ferðast tá og vegurin var langur, men læran og trúgvin var hin sama. Paulus sigur í 1.Kor.4.17: ” Tí havi eg sent Timoteus til tykkara, hann, ið er elskaða og trúfasta barn mítt í Harranum; hann skal minna tykkum um vegir mínar í Kristusi, soleiðis, sum eg læri allastaðni, í hvørjari samkomu.” Og táið Paulus sigur í hvørjari samkomu, so eru tað tær samkomur, sum hann sjálvur hevði myndað fram. Tað, sum var uttanfyri, hoyrdi hesum heimsins høvdinga til, Satan!

Orsøkin til prædiku er: At menniskju skulu koma til trúgv. Og tað eru 4 punktir, sum eru altavgerandi: fáa kunnskap fyri at trúgva. Hvar heinti eg hendan kunnskapin frá. Bíblian blívur kunnskaps-keldan – hon er frá Gudi. Trúarlýdni móti kunnskapinum.

Og tað tvørkirkjuliga brýtur við øll hesi omanfyri nevndu prinsippini. Skriftin sigur: ” og tú kennir frá barni av hinar heiløgu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnna á Kristus Jesus.”2.Tim.3.15. Og ”Tit elskaðu! Táið lá mær nógv á hjarta at skriva til tykkara um felags frelsu okkara, sá eg meg noyddan at skriva til tykkara við áminning um at berjast fyri trúnni, sum einaferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur.” kunnskapurin má ikki koma aðrastaðnis frá, enn hinum heiløgu, sum Harrin útvaldi at bera evangeliið fram! Orðatøkini siga: ” Legg einki aftrat orði Hansara, tí so revsar Hann teg, og tú stendur sum lygnari!. Kap.30.6. Róm.15.18:” Tí eg vil ikki vága mær at tala um nakað annað enn tað, sum Kristus hevur virkað við mær til at leiða heidningar til lýdni, við orði og verki,…Róm.1.5: ” Við Honum hava vit fingið náði og ápostlaembæti til at virka trúarlýdni millum øll heidningafólkini – navni Hansara til heiður.” og 1.Kor.4.6: ” Hetta, brøður, havi eg fyri tykkara skuld heimført til mín sjálvs og Apollos, so tit á okkum kunnu læra hetta:”Ikki út um tað, sum skrivað stendur!” ”Sola Scriptura” varð sagt av Luther. Tað var ikki hann, sum kom við tí. Tað var Paulus!

Hetta tvørkirkjuliga var Bíbilskt fremmant og er tað enn ídag. Men hvat hevur ført hesar bólkar saman? Tað er vegna víkjan frá skriftini! Hesi seinastu árini hava hesi tvørkirkjuligu møtini verið við til at umfevna katólsku læruna, sum er ein háð og spott móti ápostlanna læru. Tað er eingin drepara maskina og einki horuhús, sum kann samanlíknast við katólsku læruna. Tað er ikki nakað eg finni uppá. Les skriftina, hvussu hon lýsir hesa læru. Les ymiskar encyclopedia. Les kirkjusøguna. Men uppá tvørs av skriftini, so vilja samkomur skapa eina alliansu við hesa kirkju og læru, óskiljandi!

Hetta orð, tvørkirkjuligt, er totalt fremmant orð í Guds andaliga vokabular og kann ikki knýtast til nakað vers í Bíbliuni, men tvørturímóti lesa vit í 2.Kor.6.14-15: ” Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur! Hvat samljóð er millum Kristus og Belial, og hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvandi!

Hetta tvør, linjan. Hendan fundamental-linjan. Hvar gongur hon? Gongur hon uppá tvørs av orðinum? Kann man prædika Bíbilskan dóp? Nei! Also fær man eina redigeraða Bíbil, ein avstumpaðan boðskap um frelsu! Kann man prædika Bíbilska læru? Nei! Also fær man eina haltaða bíbilútgávu, sum stiðjar seg til religiøsan rullator. Kanst tú síggja fyri tær nakran av Jesu ápostlum á slíkum møtum, har teir fáa munnkurv at tala um Bíbilska frelsu, dóp í Jesu Kristi navni, sannleikans anda, bíbilskar samkomur, tala ímóti Bábylon, tala móti svøvn og líkagyldigheits anda, tala móti pastorum, sum hava selt sína tænastu fyri popularitet og pengagreði? Sjálvsagt ikki!

Hendan tvørlinjan, um hon er vatnrætt. Hvat er so undir og hvat er yvir? Hvør avgerð slíkt, og hvør hevur mandat at volttaka skriftina? Um hendan tvørlinjan er loddrætt. Hvat er so høgrumegin og hvat er vinstrumegin? Hvør stendur sum garantur fyri hesum? Hvørjar sannleikar má man selja? Sikken eitt religiøst gedemarked! Jesu Kristi brúður hevur ongantíð talað útfrá einum avstumpaðum brúðgómi. Hon er stolt yvir sín brúðgóm!

Hetta tvørkirkjuliga er fremmant fyri Bíbilska tankagongd. Og um man ivast, so kann man bara lesa G.T. so ivast ein ikki longur. Og fyri okkum, sum trúgva á ein Gud, so er tað tann eini og sami Gud í báðum testamentunum.

Tíanverri eru slík orð sum tvørkirkjuligt blivin so ”inn” at ein heldur, at hetta stendur í skriftini. Men hetta orð er eitt fremmant orð og stendur als ikki í skriftini , eins og orðið tríeinigheit heldur ikki stendur í skriftini. Men hetta eru religiøs volapyk vokabular úttrykk, sum er løgd aftrat skriftini.

Hallur Sørensen