Í 2.kong.4.39-41 lesa vit:

Ein teirra fór so út á markina at henta urtir; hann fann eina villa vavplantu og hentaði av henni so nógvar villar agurkar, sum hann fekk borið í kappanum; táið hann tá kom aftur, skar hann teir niður í pottin; tí teir kendu teir ikki. Síðani varð oyst uppúr til menninar, so teir kundu fáa sær; men táið teir smakkaðu á matin, skóru teir í róp og søgdu: „Deyðin er í pottinum, gudsmaðurin!“ Og teir kundu ikki bera tað í munn. Men hann segði: „Komið við mjøli!“ Tað gjørdi hann út á pottin og segði so: „Oys uppúr til fólkið, so tað kann fáa sær!“ – Og nú var einki ilt í pottinum longur.

Hetta er frásøgnin um, táið Elisa og lærisveinar hansara eru í Gilgal. Í hesari tíðini er hungursneyð í landinum. Hóast hesa hungursneyð, so ivast Elisa ikki í, hvat Harrin kann útrætta, men sigur við yvirbevísandi rødd: ”Set stóra pott útá og kóka profetalærisveinunum eina máltíð!“ v.38. Fyri eitt inntrykk tað má hava verið fyri teir allar. Har var einki tilboðsblað, ið var á tremur við handlum, sum yvirganga hvørjar aðrar við matvørum. Einki Bónusblað ella Miklagarð ella P.E. Einki útvarp, ið kundi varpað út stór matkvettir ella sjónvarp, ið freistaðu eyguni við alskyns bíligum fiskavørum. Og sæð út frá støðuni, so kundi Elisa verið meiri eyðmjúkur við at sagt: ” Set lítla pott útá…”

Við hesari yvirbevísandi talu fer tá ein av lærisveinunum út á markina og tað stendur: ”hann.. hentaði so nógvar… hann fekk borið í kappanum..”. Hetta avdúkar, at forkynnilsi ið Elisa hevði, skapti trúgv í lærisveininum. Hetta var ikki nøkur turr andakt. Komin heim frá arbeiðinum á markini, leggur hann hesar villu agurkurnar í pottin. Men hann hevði ikki idé um, hvat tað var hann koyrdi í pottin. Slíkt kann henda fyri okkum eisini. Vit hoyra boðskapin og verða sterkt gripin av honum. Síðani fara vit avstað og vitna hugreyst fyri øðrum. Men maturin vit borðreiða við, møtir mótstøðu og úrslitið gerst ”deyði í pottinum”. Áðrenn tú borðreiðir við slíkum, hevði tað verið klókt, at kanna matin fyrst harúti á markini einsamallur fyri at vita, um hetta er matur, ið passar til ta støðu, vit nú sita í. Tað var hungursneyð, og fólkið leið ilt. Sorgin nívdi fólkið og elendigt var allastaðnis. Hvør tjúkk – og tunntarmur skríggjaði eftir mati. Tá hjálpir lítið at koma við sterkum kosti til fólkið, sum meir ella minni at kalla hava fastað í langa tíð, og síðani siga: ”Et!” Matt.24.45 sigur: ”Hvør er so hin trúgvi og skilagóði tænarin, ið húsbóndi hansara hevur sett yvir húsfólk Sítt, at geva teimum at eta í rættari tíð?” Maturin má standa mát við tíðina og støðina, so at tað skapar trúarstyrki og fólkið verður kveikt í andanum og samkoma Kristusar gerst byrg at møta tíðini, ið liggur fyri framman.

Men so kemur Gudsmaðurin Elisa inn í myndina. Hann sigur! Tað fyrsta ein Gudsmaður ger, táið hann kemur framat, er at hann ”sigur”. Hann skapar ikki stemning gjøgnum drama og teaturspæl. Einki royk og ljósshow. Ikki kemur hann í tanka um at halda dukku í hond og vera konstrueraður úr Bíbilskúla sum búktalari. Men hann hevur eitt: So sigur Harrin! Tað manglar í øllum samkomum ídag. Tað er heilt burtur og tí er ikki stórt annað enn deyðin í pottinum. So sigur hann: ”Komið við mjøli!“ Elisa fordømir ikki indsatsin hjá lærisveininum, tosar ikki niðursetandi til mannin og avdúkar ikki hansara lítlu erfaring sum lærisvein. Men hann heintar Jesus inn í samanhangin: Mjøl! Ein og hvør ektaður Guds profetur vil heinta Jesus útfrá skriftini, óansæð um tað er í G.T. ella N.T. Jesus talaði við teir, ið vóru áveg til Emmaus: ” Hann(Jesus) byrjaði nú frá Mósesi og frá øllum profetunum og útlegði fyri teimum tað, sum í øllum skriftunum(G.T.)var sagt um Hann.” Luk.24. Táið Jesus kemur inn, fer deyðin út.

Man produserar mjøl við at mala korn á eini kvørn ella sum í gomlum døgum, millum tveir steinar. Jesus er hetta korn. Tú kanst gott eta korn, men tað kemur líka heilt útaftur – tað verður eingin nering út av tí. Tað er ikki fyrr enn Jesus verður borðin fram av Andans opinberilsi av einum salvaðum vitni, sum fær náði til at bjóða Jesus fram í mjølformi. Øll Bíblian er ein frásøgn um Hann, sum varð lagdur í eina kvørn og knústur. Líðingarsøgan er ikki bert tær ymisku statiónirnar og síðani via Dolerosa fyri seinast at hanga á krossinum. Hann var bæði Gud og menniskja, men sum menniskja varð Hann lagdur millum hesar báðar steinhendurnar hjá Gudi og kroystur og pressaður til, allur deyðin og øll syndin rakti Hann. Men fyri Jesusar skuld og tað reina blóð, ið rann, bleiv tað heilsa í grýtini. Fyri tað hveitikorn, sum varð kroyst til deyða, so bleivst tú frelstur. Hann er lamb Guds, tað lýtaleysa, uttan nakra skavank, men tað varð tikið út og ikki lagt í nakran mikroovn ella kókað, men steikt í Guds flammu. Tit mugu einki av tí eta rátt ella kókað í vatni; tað skal vera steikt við eld. 2.Mós.12.9.

”Harrin HARRIN hevur latið upp oyra Mítt, og Eg stóð ikki ímóti, Eg bar Meg ikki undan; bak Mítt beyð Eg teimum, sum slógu, og kinnar Mínar teimum, sum royttu Meg í skeggið; andlit Mítt fjaldi Eg ikki fyri háði og spýtti.” Es.50.5-6. Hvør er Hesin, sum kemur úr Edom, úr Bozra í fagurreyðum klæðum, Hesin, sum klædningurin situr so vakurt á, sum er so prúður í mikla mátti Sínum? „Tað eri Eg, Eg, sum tali rættvísi, sum eri mentur at frelsa.“ Hví er klædningur Tín so reyður, hví eru klæði Tíni sum hansara, ið treður persuna? „Eg havi troðið vínpersuna einsamallur – eingin av tjóðunum hjálpti Mær; so tróð Eg tey í vreiði Míni, trampaði tey niður í bræði Míni; tá spríkti blóð teirra á klæði Míni, Eg fekk allan klædning Mín dálkaðan.Es.63.1-3.

Hallur Sørensen