Tá fóru teir til Hansara, vaktu Hann og søgdu: „Meistari, meistari, vit ganga burtur!“ Hann reistist og hótti vind og sjógvar, og teir løgdust, og blikalogn varð. Luk.8.24.

Ein stórur og undurfullur frelsari vit eiga. Jesus sigur seinni við sínar somu lærisveinar: “Mær er givið alt vald í Himli og á jørð.” Matt.28.18. Fyri ein styrki og eitt áræði tað gevur í eins lívi, táið ein erfarir, at Jesus reisist í eins báti, og seinni slær fast við 5-tumma seymi: “Mær er givið alt vald í Himli og á jørð”.
Tað var øgilig vindstyrki og høgur sjógvur, og tað var Satan, ið pískaði hesa ódnina fram. Satan, sum eg kenni hann, kemur ikki við eini ódn, sum kan temjast við intellegens, góðum karakteri, fínari teologiskari doktararitgerð, vælmeintum orðum, men bert vápnum, sum eru “full av kraft fyri Gudi”. 2.Kor.10.4. Hetta er einki minni, enn ein veldigur frelsisboðskapur, um Guds býðandi rópi og hóttan ímóti ódn Satans. Eg veit ikki, hvat slag av ódnarveðri tú ert í. Men mong hava eitt ektaskap, sum er kontrollerað av Satan. Hvør dagur kemur til forholdið við ódn í form av talu, hakka á hvønn annan, stingandi og særandi orðum, einum ókontrolleraðum temperement. Og bæði slíta í tonkunum um vindin, sum kastar ektaskapið higar og hagar. Hvør dagur kemur til ein við nýggjari plágu líðilangan dag. Vindurin og sjógvurin tóku maktina yvir teir. Og hann tekur maktina yvir mong. Men Gud skal reisa seg í tínum báti og hótta bæði vind og sjógvi, og tað skal verða blikalogn.
Paulus talar um tey ungu í endatíðini, at tey skulu gera uppreistur ímóti sínum foreldrum. Mong heim eru heilt úti av kós, tí at børn teirra, ið eru filtreraði av vertsligum, upprørskum musikki frá avgrundini stýrir teirra sinn og tanka. Tey verða tí stýrandi í heimunum við einari kolosalari vindstyrki. Alt verður blást umkoll. Alt, ið minnir um heiløg prinsippir heima við hús, verður blást umkoll og stendur ikki móti trýstinum frá avgrundini. Foreldrini standa maktarleys og hjálparleys og ganga undir av vindi og sjógvi. Gud skal taka hond um hetta og hótta, og blikalogn verður! Skriftin segði, at tað varð blikalogn. Tað er eitt stórt undur. Vanligt er, at eftir nógvan vind og storm, so ganga nógvir tímar, áðrenn bylgjurnar avtaka. Eftirvirkningarnir eftir slíkum eru enormar. Men soleiðis var og er tað ikki við Jesus. Táið Hann grípir inn í støðina, tørvar tær als ikki at bera eftirvirkningarnar av høgum aldum. Tað noyðist als ikki at verða høgar aldur av longsli eftir Nikotin, eftir nógvum árum av tubbakki. Tað noyðist ikki at verða høgar aldur av longsli eftir fyllskapi eftir stórum brúki av alkoholi. Tú skalt í einum nú verða loystur – blikalogn! Tú tørvar ikki sum tey religiøsu, at fara á nakað avvenjingarsentur og pynta um gamla Ádam. Hann er jú deyður – Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur, hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt. 2.Kor.5.17.
Bæði Matteus, Markus og Lukas taka fram hesa søgu. Men bert Lukas sigur : „Meistari, meistari,..” tvær ferðir. Tað sigur mær, at teir vóru í svárari neyð. Teir søgdu ikki bert “Meistari”, men “Meistari, meistari”. Gud sær tína neyð og skal bjarga tær. Í neyðstøðu kemur sjálvdan, ja um nakrantíð, ein væl formulerað bøn. Ein væl útgreinað forkláring um støðina. Men tað, sum ger seg galdandi, er neyðin. Neyðin fyri børnunum, neyðin fyri ektaskapinum, neyðin fyri teim sjúku og teimum sum líða ilt. Ofta er neyðin eitt tungt hjartasuff og tár í eyguni. Eitt úttrykk, ið ikki kann sigast við orðum. Men Harrin Jesus sær og veit.
Um Hannu lesa vit: “og í hjartasorg síni bað hon til HARRAN og græt sárliga….

“Men Hanna svaraði: „Nei, harri! Eg eri kvinna, ið ber tunga sorg í hjartanum… eg úthelti bert hjarta mítt fyri ásjón HARRANS.” Og í Sálmunum: tár míni eru goymd í skinnsekki Tínum – standa tey ikki í bók Tíni?
Eg ynski at vera í bátinum saman við Jesusi, og tú eisini, ið førir leiðina til himmals – hóast Hann svevur, enn at vera í einum báti, ið siglir sína stillu leið og ongantíð nær hinumegin “Jordan á”. Eg vil heldur syngja: tross kamp og strid, vi stadig stevner frem, og Gud gir kraft på vej til himmelen.

Hallur Sørensen