Í Ápostlasøguni kap.4.11 stendur: ” Hann er steinurin, ið vrakaður varð av tykkum, sum bygdu, men sum er vorðin hornsteinur.” Og í Lukas evang. 20.17-19 stendur: ” Men Hann hugdi uppá teir og segði: ” Hvat er tá hetta, ið skrivað er: ” Steinurin, sum vrakaður varð av teimum, ið bygdu, er vorðin hornsteinur”? Hvør tann, ið dettur um henda stein, skal bróta seg sundur; men tann, ið Hann fellur á, skal Hann sora.” Høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu høvdu fegin viljað lagt hond á Hann tá við tað sama; men teir ræddust fólkið. Tí teir skiltu, at tað var um teir, Hann hevði talað hetta líknilsi.”

Eg sakni veruliga prædikumenn sum hendan Jesus! Maður, profetur, kongur og prestur, sum talar so beinraki, at eingin, sum er í nánd ivast í, hvat Hann meinar. Hesir stoltu religiøsu leiðararnir ”skiltu, at tað var um teir, Hann hevði talað hetta líknilsi.” Menn ídag eru ov ræddir á talarastólinum. Profetarnir ídag tosa eitt tokuprát, sum hvørki teir ella onnur skilja. ”Kongarnir” tosa fólkinum eftir vild og prestarnir eru púrasta tenn – og broddaleysir. Omanfyri nevnda skriftstað frá Ápostlasøguni refererar um Pætur sum er fyltur av Anda og kraft Harrans, og táið hann siterar hetta sama, so stendur:” Teir(ráðharrarnir og elstu fólksins) kendu teir(Pætur og Jóhannes) aftur, at teir (Pætur og Jóhannes) høvdu verið við Jesusi.” Fólk, sum hava verið við Jesusi nátt og dag, tíðliga og seint, á ovara sali og inni í Getsemane, bera Jesu karakter í orð og talu. Og hesir, ið stóðu frammanfyri Pætur, vitstu eisini, hvat hann meinti!

Hetta skriftorð er ógvuliga álvarsamt. Tað talar um, at hornsteinurin varð vrakaður. At sjálvur týdningarmiklasti steinurin varð vrakaður, skúgvaður til viks, annuleraður, settur til síðis av monnum. Men sami steinurin er smb. Esaias lagdur fram á hendan hátt: ” Eg havi lagt í Zion grundarstein, royndan stein, dýrabaran, fastan hornstein -…” Es.28.16.

Hvussu hyggur tú og hvussu vurderar tú hendan hornstein? Tað kemur lív títt at vísa! Vit lósu: ” Hvør tann, ið dettur um henda stein, skal bróta seg sundur; men tann, ið Hann fellur á, skal Hann sora.” Antin kemur hetta at bróta og sora ella kemur hetta at signa! Vit lesa jú í 1.Pæt.2.6-7: ” Í skriftini stendur jú: ” Eg leggi í Zion hornstein, útvaldan, dýrabaran; tann, ið trýr á Hann, skal als ikki verða til skammar.” Tykkum, ið trúgva, er Hann tá dýrabarur; men hinum vantrúgvandi er hesin steinur, sum teir ið bygdu, vrakaðu, vorðin hornsteinur, snávisteinur og klettur til fall – hesum, sum snáva, av tí at tey trúgva ikki orðinum – til tað vóru tey eisini ætlað.”

Men teir bygdu og bygdu, samstundis sum teir vrakaðu. Er tað ikki ófatiligt, at man heldur á at byggja, sjálvt um man fjernar høvuðsfundamentið? Man plaserar byggingina á sand, eyr og mold. Man hevur vána stoff og materialir sum beribjálkar. Við at vraka hornsteinin, so er tað deyðadømt.

Er tað ikki ófatiligt, at man vrakaði skriftunnar samlaða hornstein, at Ein Gud er, sum er opinberaður í Jesus Kristus, og atlíkavæl, so vrakaði túsund omaná túsund henda dýrabara sannleika, og man bygdi víðari við tríeinigiheitslygnini? Men henda falska doktrinin skal knúsa og sora øll, sum bygdu. Tey koma ein dag at síggja, at Ein sat á trónuni!

Er tað ikki ófatiligt, at samlaðu endurgevingarnar í Ápostlasøguni um dóp eru allar uttan undantak í Jesu Kristi navni. Har hava vit hornsteinin fyri dóp. Eisini Rómverjabrævið, Galatarbrævið og Kolossebrævið undirbyggja hetta fundament, men atlíkavæl, so varð hetta vrakað, og man bygdi og helt á við dópinum í trimum titlum. Tit, sum eru bygd upp á henda hátt, hava vrakað tann dóp, sum er dýrabarur fyri Gud. Eg vildi vurdera mín bygna og míni materialir og hugt eftir: Havi eg Gud ímóti mær ella við mær. Kemur hetta at vera til fall ella signing?

Vit lósu eisini, at tey trúu ikki orðinum. Fólk, ið ikki trúgva orðinum eru sum høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu. Tey kunnu allan tekstin, men vraka Hann og annulerað Hansara orð og til seinast rópa tey: Krossfest, krossfest.

Eg vóni, at hetta skriv kemur at vekja og skapa reaktión, so tú hugsar: havi eg bygt, við at eg vrakaði Jesus?

Hallur Sørensen