Vit lesa í 2.Sám. 5. 1-2:” Nú komu allar ættir Ísraels til Hebron til Dávid og søgdu:” Vit er jú hold títt og bein! Longu langt síðani, meðan Saul var kongur yvir okkum, vart tú tann, ið leiddi Ísrael út og inn, og HARRIN hevur sagt við teg: ” Tú skalt vera hirði fólks Míns, Ísraels, og tú skalt vera høvdingi yvir Ísrael.””

Her síggja vit, hvussu Gud kann boyggja kalda hjarta og stíva sinni, so at erkennilsi kemur fram! Tey vitstu, sum tað kemur fram í tekstinum, at Dávid var tann, ið var salvaður og var Guds boðberi og talurør fyri fólkið. Tey vitstu, at lív okkara stendur og fellur við Dávid. Men atlíkavæl, so hevði Saul takið á teimum. Tey vitstu, at Dávid er leyvan av Juda. Kongurin í skóginum. Tey vitstu, at Dávid var ein kappi. Vitstu at Dávid var grammur í huga, sum bjørn á markini, sum ungarnir eru tiknir frá. Vitstu, at Dávid var sannur bardagamaður, sum ikki legðist til hvíldar. Vitstu at Dávid var sum skógargeitin, ið klatraði á torførum støðum, sum eingin annar vágaði sær. Vitstu, at styrkin var sum leyvan og skjótleikin sum kongaørnin. Ein sonn hetja. Men atlíkavæl, so var Saul tann ráðandi.

Dávid er Jesus Kristus í N.T. og tú veit eisini, at tað er Dávid Jesus, sum leiðir teg út og inn hvønn ein dag. Lív títt er í hond Hansara. Tú veit, at Hann er hin góði Hirðin. Tú veit, at Hann er lívsins høvdingi, og hetta hevur tú vita í langa tíð – Longu langt síðani! Nær ætlar tú at koma fram og erkenna hetta? Hvussu langa tíð hevur tú við ”Dávid” í hjartanum barst og verið í konflikt við at hava ”Saul” høvdinum? Hvussu langt síðani var tað at ”Dávid” talaði í hjartanum, men í ræðslu fyri ”Saul” í familjuni, børnunum, makanum, vinunum, so hevur tú hildið á við ”Saul”? Er ikki uppá hægstu tíð, at tú brýtur upp telt-fortøjningarnar, sum ”Saul” og hansara menn hava neglt teg fastan til og at tú saman við teimum elstu í Ísrael fer til Hebron og ” Teir salvaðu so Dávid til Kong yvir Ísrael.” 2.Sám. 5.3.

Tíðin er nær fyri Jesu afturkomu og torir tú við hesum í huga – sum tú longu hevur vitað í langa tíð – at spæla russiska roulette við títt andaliga lív?

Nær kann eg vænta at síggja teg aftur á møti, har Dávid Jesus er mitt í samkomuni og opinberar seg gjøgnum Sítt orð. Tú ert nok ein av teim lærisveinunum, sum dámar mína heimasíðu og tað evangelium, ið eg beri fram frá skriftini. Men nær ætlar tú at verða við og geva til kennar, at ”hold mítt og bein míni” kunnu ikki vera leysrivin frá Kristusi, sum er høvur Samkomunnar. Har sum Dávid Jesus er høvdið, má likamið eisini verða. Alt hetta hevur tú eins og allar ættir Ísraels longu langt síðani vitað! Hevur tú ektaðu trúnna, so før henda vilja Guds út í lívið og sig, so Saul hoyrir:” Dávid er mín kongur!”

Ein dag, og tann dagurin er ikki langt frammi, tá skulu allar ættir játta, at Dávid er kongur. Tá mugu øll boyggja síni knø, sum hava vita innast inni, at tað er bert Ein Kongur, Jesus Kristus. Tá mugu øll, uttan undantak, sum hava havt ”Saul” sum kong, antin officielt ella í allari loynu, koma fram og játta Jesus sum Harra. Tá verða øll tvungin. Men ídag er náðitíðin, Harrin er at finna.

Hallur sørensen