”Kemur eldur í og fatar í tornastik, og bundi ella óskorið korn – ella allur akurin – brennist upp, so skal hann, ið setti eld á, lata fult viðurlag.” 2.Mós.22.6.

Tað er ein rúm tíð liðin, síðani Ísraelsfólk, við Mósesi á odda, gingu yvir um Reyðahav á turrum. Farao og allur herur hansara gekk undir í vatni og druknaði í síni roynd í at taka ísraelsmenn og kvinnur til fanga. Tú kanst hugsa tær, at henda frelsunnar uppliving lyfti tey í eina andaliga atmosferu, og í eina dimensjón so veldiga, at næstan allir profetarnir í G.T. taka hesa frágreiðing við, táið teir skulu lýsa Guds opinberaða arm fyri Ísraelsfólk, og teirra frelsu frá Egyptum.

Men lívið við Gudi er meir enn hesin stóri frelsunnar dagur. Og hetta royndist eisini fyri tey, ið Móses var leiðari fyri. Tí var tað týdningarmikið fyri Harran at fortelja Mósesi um ymiskar lógir, ið skuldu vera við til at halda skil á tingunum. Hetta var hóast alt ein skarði av menniskjum í taldist millum 2-3.mill. Ein og hvør kundi tí ikki stýra og gera, sum honum lysti. Tí er tað at slík vers koma inn í samanhangin, fyri at skil skuldi vera í, táið man t.d. arbeiddi við jarðarbrúk, og bótin, sum varð givin viðkomandi, sum við vilja ella við óheld voldi næsta sínum so stóra vanlukku, at alt fór upp í royk.

Bíblian sigur: ”…so skal hann…” Tað er uttan iva ein maður, sum vit í fyrsta umfarið hugsa um, síðani tað vóru teir, ið oftast drivu jarðarbrúk. Men hesin “hann” havi eg ikki upplivað í mínum og í lívinum hjá mongum øðrum, sum nakran mann, kvinnu, elstibróður ella prædikumann, men sum Gud sjálvan. Vit síggja út frá versinum, at tað at eiga og arbeiða við jørðini – og vit eru nú einaferð sett her at virka og vera til – er ikki nakað galið. Tað er ikki skeivt at hava tornastik, bundi ella óskorið korn ella ein akur, men samstundis so kanst tú ongantíð vera heilt vísur í, at ein dag, so hendir tað, at Gud tendrar sín eld og alt brennist upp. Tað er eisini tað, sum hevur verið nervin í evangeliiunum gjøgnum øll ár: hvat fer Harrin at gera, samstundis, sum vit sum menniskju ræðast tað ókenda. Latið ongantíð evangeliið koma til tað punkt, at tað gerst so innihaldsleyst og óinteressant, at tey vantrúgvandi ikki fáa appetitt fyri tí, sum ikki kann takast, síggjast og følast við teimum menniskjaligu sansunum. Evangeliið, sum tað verður presenterað ídag er uttan salt og Job sigur: ” Hvør man eta tað, sum einki salt er í!” Spenningurin má innaftur á møtini! Einaferð komu lærisveinarnir og samverkamenninir hjá Victor Danielsen til hansara og søgdu frá teimum góðu møtunum, ið teir høvdu havt. Victor hugdi uppá teir og spurdi: ”Varð nakar frelstur?” ”Nei” søgdu teir. ”Varð nakar óður?” ”Nei” søgdu teir. Bersøgin, sum Victor var, segði hann: ”So kunnu møtini ikki hava verið góð!” Ein gudgivin tænasta skapar altíð spenning og gnist og irretatión!

Men skriftin sigur: at hann – Gud – skal lata fult viðurlag. Versið greiður frá um tornastik, og bundi ella óskorið korn ella allan akurin. Tað eru hesi 3 punktini ella stigini, prísirnir, ið vit lesa um. Og Harrin veit, hvussu langt tú maktar, at Hann tendrar sín eld. Veit Hann, at tú ert eitt bundi-korn menniskja, so setur

Hann ikki eld á tað óskorna kornið ella allan akurin. Hevur Hann eitt guddómmligt kall til tín, sum inniber allan akurin, so kemur ikki eldur bert á tað eina bundna og óskorna kornið. Vit mugu als ikki gloyma, at tað er Harrin, ið innsetur tænastur og gevur kall til at virka fyri Hann og ikki menniskju. Og táið Hann ger tað, so fylgir altíð ELDUR við. Tað er smb. Efes.4.11. ”Hann gav okkum – nakrar til ápostlar, nakrar til profetar, nakrar til evangelistar, nakrar til hirðar og lærarar,” og ikki menniskja. Men hvussu ofta hevur man ikki hoyrt um hann og hana og tey og teir, ið faktiskt eru innsett av menniskjum, tí tey høvdu góðar taligávir, sanggávir og mangar góðar menniskjaligar talentir, men eingin ELDUR var tilstaðar. Aftaná stutta tíð, so komu hesi menniskju aftur og høvdu liðið skipbrot, trúnni viðvíkjandi. Hvør var so, sum setti eldin á? Harrin ella menniskja?

Eg veit ikki um nakran, sum hevur upplivað, at táið tað galt tænastu, persónligt lív, arbeiði, familju, vinir o.s.fr. at táið Harrin brendi upp við eldi sínum, at Hann ikki eisini lat fult viðurlag. Job sigur: ”HARRIN gav, og HARRIN tók; navn HARRANS veri lovað!” Profeturin Malakias sigur: ” roynið Meg.” Tit, sum hava roynt Harran viðvíkjandi tí økonomiska, kunnu sikkurt greiða frá, at táið Gud setti eld á tínar pengar í og við at Hann gjøgnum sítt orð bað teg geva til Hansara sak, til ein treingjandi, misjón o.s.fr. so fekst tú fult viðurlag.

Doyparin Jóhannes sigur um Jesus, at “Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum og eldi.” Tann Andin, sum skriftin leggur fram, er altíð, uttan undantak, eitt við eldin. Tað er bara tann karismatiska útleggingin av andanum, sum er uttan guds eld og flammu til orðið. Og fært tú meir av anda Guds, økist eldurin tilsvarandi og tú kemur at upplivað, at kjarnin í orðinum setur eina flammu yvir títt egna hold, men tilsvarandi fært tú fult viðurlag og verður høgur í andanum eins og Dániel.

Eg eri ræddur fyri, at mong trúgvandi ídag eru ræðslusligin fyri, at maðurin við eldinum skal seta eld til jarðarbrúki. Tey eru jarðarbrúks teinkjarar sum Lot. Og hvørja ferð ein salvaður boðberi Harrans við eld frá himli kemur við boðskapi og einum ”So Sigur Harrin” so sita hesi klár við einari religiøsari brandslangu og klár til at nýta hana, táið eldur Harrans tekur til. Um tú ert bundin til slíkt akurlendi og ansar eftir, at eldur Guds ikki skal taka til á tínum umráði, so fært tú ongantíð fult viðurlag. Søk Jesus um eld yvir títt lív.

Send tín eld, send tín eld, send tín eld varð nógv sungið fyrr. Og Gud svaraði hesi bøn. Men táið maðurin kom við eldi, so sløktu tey hann og skriftorðið ”tí ikki ber til, at profetur letur lív aðrastaðni enn í Jerúsalem“ varð uppfylt. Tað Jerusalem, har tú heldur til, vart tú við til at taka profetar Harrans av døgum?

Til seinast vil eg spyrja, men við umskriving av versinum, táið Ísak spurdi pápa sín Ábraham um ofrið: ” Tá segði Ísakur við Ábraham, faðir sín: „Pápi!“ Hann svaraði: „Ja, sonur mín!“ Hann segði: „Her er eldurin og brennið, men hvar er

lambið til brenniofrið?“ Ábraham svaraði: „Gud skal sjálvur síggja til at fáa Sær lambið til brenniofrið, sonur mín!“ So fylgdust teir báðir ” Ísakur spyr pápa sín um lambið. Eg vil siga fyri tíðina, sum hon er ídag: ”Her er lambið, og her er brennið. Men hvar er ELDURIN?”

Hallur Sørensen