Gud, slá tenninar inn í munn teirra, sora jakslarnar í hinum ungu leyvum, HARRI! Sálm.58.7.

Dávid biðjur her í Sálma 58. Náðiríkur sum hann var, so ivast hann tó ikki í sínari bøn, um at Harrin má sláa til við Sínari styrki og blotta Sín arm, fyri at taka hevnd og endurgjalda teimum, sum lógu eftir hansara lívi. Var so hendan bønin óandalig? Als ikki. Dávid livdi í andanum, og hoyr hvat Jesus sigur: “Gud er Andi, og tey, sum tilbiðja Hann, mugu tilbiðja í anda og sannleika.“ Jóh.Evang.4.24.
Hann biðjur við slíkari dristigheit, at tá ið undurið hendi, so skuldi hann og teir, ið við honum vóru vita, at av Harranum er hetta gjørt. Hann bað Harran sláa tenninar inn, so at teir fingu at smakka tað, sum teir sjálvir ætlaðu skuldi eta upp Dávid. Tann ætlan, sum teir høvdu úttonkt fyri at fáa Dávid av trónuni, setti teir sjálvar út av sínum embæti. Vandamikið er at grava ein grøv fyri ein annan. Hvør veit, um ikki henda grøvin er tín egna? Tað hvílir ein vernd frá Harranum yvir teir, ið Hann hevur útvalt. Hoyr hvat sálmur 105.15 sigur: “Nemið ikki hini salvaðu Míni, gerið ikki profetum Mínum mein!“ Her talar sálmisturin um Jósef, ið varð seldur sum trælur. Frá eini grøv í aðra varð hann lagdur, men teir ið hetta gjørdu, mátti ein dag játta: tú ert kongurin. Tá ið Bíblian sigur, at tað eru ungar leyvur, so er týdningurin ikki leyvuhvølpar. Men at tær vóru í sínum besta og sterkasta aldri, og at tær vóru vápnaðar til tenninar. Tá ið Satan leypir á tey, sum hann veit eru útvald av Gudi til at tæna evangeliið, so sendir hann sterkar leyvur, sum ikki eru ræddar fyri at vísa sínar tenn og opna sín kjaft.
Í mongum yvirsetingum stendur “ríva tenninar út”. Táið tenninar verða rivnar út, er dýrið óskaðiligt. At ríva tenn út, tekur nemmliga nógv longri tíð, enn at knúsa tenn. Og hugsa tær til, at vit hava ein Harra, sum er óræddur, og ikki brýggjar seg eina einastu løtu um at taka sær tað tíð, ið honum lystir fyri at opna gapið á leyuni, halda kjaftin opnan so leingi sum tað líkar honum, fyri síðani at ríva og slíta í leyvunnar etui av tonnum.
Tað eru mong menniskju, sum hava upplivað tað longsamiligu tíð av pínu, fyri at standa ímóti sannleikanum og forfylgja teimum, sum stóðu og standa fyri sannleikanum. Ein teirra er Nebokadnesar. Veldigur sum hann var og óræddur fyri øllum, so gingu sjey tíðir inn yvir hansara tanka og sinn og likam. Frá at vera ein hin størsti kongurin heimurin hevur sæð til, varð hann umskaptur til eitt gras-etandi kríðatúr úti á markini. Gud ræðist hvørki kongar, fyrstar ella stórmenn. Esaias lýsir Guds stórleika við at siga: “og alt tað, ið Eg vil, geri Eg!“ Es.46.10
Dániel varð kastaður í leyvubøli. Síggj leyvurnar fyri teg, sum eina parallella mynd uppá teir, sum sóu eitt andaligt statskvett at fáa Dániel av døgum vegna hansara gudsdyrkan. Hygg, hvussu tær sleikja sær um munnin og síggja við spenningi og gleði fram ímóti til at kunna seta tenninar í tann gamla Guds høvding, meðan hann sakta, men sikkurt verður sígdu niður í bøli: “Endiliga fingu vit hann av vegnum. Endiliga hava vit hoyrt hansara síðstu bøn og sæð hann framyvirboygdan á knøum við opnum glugga og einum andliti vendum móti Jerusalem. Hoyrt hansara dómsorð yvir Belsazar. Týtt dreymar fyri Nebokadnesar. Og hoyrt hann sagt frá teimum 3.vikunum, har hann sá tann gamla av døgum við ánna Hiddekel.” Men ikki ein einasta leyva nertir við hann. Í einum nú setir Gud nýggjar tankar inn í heilarnar hjá leyvunum, sum Hann eisini gjørdi við kong Kyro ́s anda. Eingin opnar kjaftin móti Dániel. Hvat Gud hevur sagt til hesar leyvur er ikki gott at vita, men kann tað vera, at hann segði teimum frá, at um tær opnaðu gapi, so skuldi Hann koma framat og ríva tenninar út?! Hvørjaferð tit í framtíðini ætla at tosa, so koma tit at lesba, hvørjaferð tit koma at smíla, so fara fólk at síggja at tit mangla tenn. Hvørjaferð tit antin flenna ella gráta, so

fara fólk at síggja eitt ljótt leyvugap. Tá hugsaðu leyvurnar: latið okkum heldur halda frið við Dániel!
Hygg at teimum leyvum ídag, ið royndu at taka lívið av tær og kúga sannleikan, sum tú stóð fyri. Gev teimum eitt smíl, og tú vilt síggja at tey rodna av skomm vegna sítt smíl. Tosa við tey, og tey hoyra eina klára og sterka rødd, men tú hoyrir eina fátækra rødd út av teirra munni, nakað ivandi og ynkeligt. Smíl og tey síggja dupultu tanngarðar tínar! Rundan um tenn tínar er ræðsla. Stolt sita skjaldarøðini; hvørt teirra er fest sum við føstum innsigli. Hvør skjøldurin liggur tætt at øðrum, eingin luft sleppur inn ímillum teirra. Teir eru fastir hvør við annan; teir grípa hvør inn í annan og kunnu ikki skiljast sundur.

Eg havi fingið at upplivað nakrar ferðir gjøgnum mítt trúarlív, at fyrstu ferð eg møtti eini leyvu, so vísti hon fram sítt stóra gap, og ikki var hon rædd fyri at hótta og siga frá, hvat hvør einkult tonn kundi útrætta og hvat hennara jakslar høvdu knúst. Men hvat ið Harrin hevði gjørt við viðkomandi, táið eg fekk at møta henni aftur, er ikki gott at vita – tí bardagin er HARRANS – men tá sá eg hvørki tonn ella smílibond, sum eru verd at nevna ella skriva um.

Jesus, sum er Harri skal varðveita teg millum tey tú møtir á tíni fer. Hallur Sørensen