Løgmaður Aksel V. Johannesen meldaði út á løgtingssetanini á Ólavsøku, at val bleiv tann 31.aug. Síðani tá eru í túsundatali av valplakatum uppsettar kring alt landið. Fólk í smáum og stórum bilum hava koyrt nógvar kilometrar, nýtt seym, skrúvir, hamarar, skúvimaskinur, uppstandarar, klistur, stigar, rundkoyringar, húsaveggir o.a. til at reklamera fyri seg og síni. Artiklar, bannarar og netreklamur verða vístar dagin langan. Bardagin stendur í at vinna 1 av 33 sætum í løgtinginum, og sjálvandi helst koma í samgongu. Til at náa hesum máli, verða hundraðtals, ja kanska enntá milliónatals av krónum og oyrum nýtt. Kvf í sjónvarps og útvarps forum eru kring landið og gera sendingar. Høvuðsendamálið er at uppstillaðu fólkini sleppa til orðanna og taktikkurin er uppsettur á tveir mátar: útbreiða sín boðskap og síðani útspilla hini og tað samgongu, ið nú hevur sitið tey seinastu fýra árini. Jú politikkur er eitt skitið spæl fyri gallarínum. Tú sum trúgvandi átti at vitað hetta og hildið teg langt burtur frá slíkum!

Sokallaðir ”trúgvandi” politikkarar eru eisini við í hesi politisku agenda. Tað verður ofta sagt: ”Vit eru ein kristin tjóð…okkara land er bygt á kristin virðir…hjúnabandslógin er av Gudi…” Hetta er einki annað enn eitt religiøst møsn, og er als ikki satt. Men verður tað sagt nóg ofta, so trúgva Gud hjálpi tú mær eisini trúgvandi fólk slíkum. Tað er lygn! Vit eru als ikki ein kristin tjóð! Hvar í skriftini finnur tú dekning fyri slíkum? Kann ein tjóð verða kristin? Bara í okkara lítla landi eru alskyns trúarvillingar, s.s. katolikkar, protestantar, jehovas vitnir, hinduismar, buddismar og muslimar o.o. hava hesi Ísraels Gud sum sín Gud? ”Kristin virðir”? Hvat meina hesir óendurføddu politikkarar við? Míni kristin virðir finni eg í Ápostlasøguni, har tey salvaðu, ondsfyltu, rætt doyptu í Jesu navn, ektaðu, brennandi í andanum at verða forfylgd av politiska maktapparatinum sum gekk hond í hond við religiøsa maktapparatið. Les Ápostlasøguna samanhangandi, so sært tú, at frá dag eitt, eftir Paulusa umvending, so lógu tey eftir hansara lívi. Tey vildu drepa hann. Hann var alla tíðina deyðsforfylgdur! ”Hjúnabandslógin”? Skal øll skriftin vigast útfrá eini lóg um giftarmál ella ikki, um abort ella ikki? Nei tú, eg sigi sum Jesus, táið Hann segði: ”Hann er ikki Gud hinna deyðu, men hinna livandi! Tit villast stórliga.”

Ofta verður tikið á tungu, at Dániel profetur var politikkari. Fyri tað fyrsta, so var hann ikki tað, hann helt seg reinan frá Bábylons villeiðing. Men hesi, sum nýta Dániel sum argument fyri at stilla upp til politikk, so má eg bara spyrja: ”hava teir nakrantíð fasta í tríggjar vikur og hildi seg burtur frá leskiligum mati og víni? Hava teir nakrantíð staðið við ánna Hiddekel og sæð Jehova? Hava teir nakrantíð sæð mannin í línklæðum við gullbeltið úr Ufaz um lendar hansara? Likamið sum krýsolit, andlit sum snarljósið, eygu sum eldslogar? Hava teir nakrantíð verið í nøkrum leyvubølið? Hava teir nakrantíð týtt dreymar fyri nakran kong? Eg trúgvi ikki!” Lat hesar politikkarar royna seg á hesum øki, áðrenn teir samanlíkna seg við profetin Dániel!

Hoyr her: eg fekk eini boð á messenger um at vera við at stuðla Bill Justinussen og geva honum mína atkvøðu, tí hann stóð fyri so nógvum góðum etiskum og kristnum virðum. Eg svaraði aftur til viðkomandi: ”Jú Bill er sikkurt ein góður maður. Men eg luttaki ikki á kommunu, løgtings ella fólkatingsvali. Vildi Jesus fari á val? Vildu ápostlarnir agetera fyri nakran flokk? Um so var, hvønn vildu teir valt? Høvdu teir 12 valt sama flokk? Eg geri tí, sum teir høvdu gjørt – tí velji eg ikki. Vh Hallur”

Ver ikki ein slíkur religiøsur vingliskøltur. Vís ryggrad! Skriftin sigur: ”Og havið einki samfelag við verk myrkursins, sum ongan ávøkst bera, nei, revsið tey heldur!” Efes.5.11. Legg ikki andaliga lív títt, fysiska lív títt, framtíð tína, økonomi, heilsu, í hendur á nøkrum politikkara. Hvat skal hann knappliga kunna geva tær av góðum, hann sum forfylgdi og var við at drepa tínar systrar og brøður í andanum upp gjøgnum árhundraðini? Vís familju tíni respekt, tú skalt allarhelst møta teimum aftur í himli.

Í Jóh.Opinb kap.17 og 18 er Bábylon hin stóra skøkjan beskrivað. Og legg tilmerkis, at helvtin av djevulskapinum er politisk. Tað er ikki bert tað religiøsa satans maktapparatið, sum Gud skal døma við Anda muns Síns. Men tað er eisini tað politiska. Ert tú stuðlandi tað, sum Gud skal leggja í oyði? Skriftin sigur í kap.18.20: ”Fegnist yvir henni, himmal – og tit heiløgu, tit ápostlar og profetar – at Gud hevur hildið dóm yvir henni fyri tykkum!” Tú lesur her, hvat vit skulu fegnast yvir.

Í Jóh.Opinb.kap 1.20 lesa vit um loyndarmálið í høgru hond Guds. Har eru boðberarnir, tænasturnar, tey heiløgu, samkomurnar. Alt sum hevur við Guds høgra honds arbeiðið. Í vinstru hond er heimurin, politikkurin, mentan o.s.fr. tú, sum ert heilagur í kraft av Jesu fullgjørda verk á Golgata, hoppa ikki galant úr Hansara høgru hond yvir í Hansara vinstu. Ver har, ið tú ert plaseraður at verða verandi.

Til seinast vil eg siga, sum Jesus segði um politikkaran, táið hann vildi órógva Jesu arbeiðið og guds ætlan og timing: ”…Heródes ætlar at drepa Teg!” Tá svaraði Hann teimum: ” Farið og sigi við tann revin: ”Eg reki út illar andar og grøði sjúk í dag og í morgin, og triðja dagin fullkomist Eg!” Vit hava eitt nógv størri og týdningarmiklari arbeiðið fyri hond. Lat ongan rev ræna Guds ætlan við tær!

Hallur Sørensen