” Sæl eru hini fátæku í anda; tí ríki Himmiríkis er teirra.” Hesi orðini eru frá fjallaprædikuni í Matteus evangelii kap.5.3.

Hetta orð ella útsagn frá munni Jesusar kann skjótt misskiljast og tulkast skeivan vegin, um ein bert hyggur at versinum aleina, og ikki letur skrift forklára skrift. Um eitt vers í Bíbliuni er torskilt og samlaða forkláringin ikki kemur fram í hesum eina versinum, so er at leita og biðja Gud um opinberilsi, og so finnur tú svarið eina aðrastaðnis – so er við hesum omanfyri standandi versinum. Tað er als ikki satt, at man er ”sælur, um man er fátækur í andanum”. Men hetta er útlagt soleiðis. At man skal vera so fátækur, ynkiligur, vesaligur o.s.fr. Tí tá er man veruliga sælur.

Øll samlaða skriftin er ein uppsumering av, at ein er sælur, tá ið ein er ríkur í andanum. Eitt ríkt andans lív, gevur eitt ríkt Kristus-lív. Latið okkum hyggja at nøkrum av hesum versum:

4.Mós.11.16-17 : ”Kalla mær saman 70 menn…So skal Eg koma niður og tosa við teg har, og Eg skal taka av Andanum, sum á tær er, og lata koma á teir…” Her síggja vit, at Móses hevði eitt ríkt og fylt andans lív, og at egentliga, so ”búðu 70 høvdingar í Mósesi”. Hann kundi við sínari andans megi, leggja andan á 70 menn. Tað er ikki at vera fátækur á anda. Og táið hann hevði lagt anda sín á teir, so reduseraðist ikki Móses í andanum, men helt áfram líka sterkur.

Í 4.Mós.14.24 stendur: ”Men”, og ”men” stendur ímótsetning til tað, ið frammanundan er sagt um hinar. ”Men tænari Mín Kaleb – við tað at annar andi var í honum, og hann trúliga fylgdi Mær eftir, so skal Eg lata hann koma inn í landið, sum hann hevur verið í, og eftirkomarar hansara skulu fáa tað í ogn.” Treytin fyri at vera Guds tænari av karakter er: at tú hevur annan anda guds.

Í Dóm.6.34 lesa vit: ”Tá læt Andi HARRANS Seg í Gideon, og hann blásti í horn; og Abiezeritar savnaðust og fylgdu honum eftir.” grundtekstorðið fyri at ”læta” er ”lábash”, sum merkir, at Andi Harrans tók og læt seg í klæðir hjá einum øðrum, og hesi ”klæðini” var Gideon. Frá iljum til hviril var Gideon fyltur av Anda Harrans. Tað er ríkt! Ríkt stendur ímótsetning til nakað fátækt, ynkiligt, vesaligt. At tú ikki hevur betaling fyri smør.

Í Dóm. 13.25 og 14.6 lesa vit: ” Og Andi HARRANS byrjaði at virka á hann í tilhaldi Dans, millum Zora og Estaol … Tá kom Andi HARRANS yvir hann, og hann skræddi hana sundur við berum hondum, sum tað hevði verið geitarlamb.” Slík vers indikera ríkdóm í andanum.

Í Matt.3.11 sigur Jóhannes doyparin: ”Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum og eldi. Ápostl.2.4: ”Og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum…Ápostl.4.8: ”Tá segði Pætur við teir, fyltur av Heilaga Andanum…

Ápostl.6.10: ”Men teir vóru ikki førir fyri at standa móti vísdóminum og Andanum, ið hann talaði av.” Ápostl.7.55: ”Men hann var fullur av Heilaga Andanum…So steinaðu teir stefanus; men hann bað og segði: ”Harri Jesus, tak móti anda mínum””.

Ápsotl.9.17: ”…fyri at tú skalt fáa sjón tína aftur og verða fyltur av Heilaga Andanum.” Ápostl.13.9: ”Tá varð Saul – sum eisini kallaðist Paulus – fyltur av Heilaga andanum, hugdi hvast uppá hann og segði…

Róm.1.9: ”Tí Gud, sum eg í anda mínum tæni í evangeliinum.” Róm.8.9: ”Tó, tit eru ikki í holdinum, men í Andanum – so satt sum Andi Guds býr í tykkum. Og tann, ið ikki hevur Anda Kristusar, hoyrir ikki Honum til.” Vers 14: ”So mong, sum verða leidd av Anda Guds, hesi eru jú børn Guds.” Vers 16: ”Andin sjálvur vitnar við anda okkara, at vit eru børn Guds.”

Øll hesi versini og mong onnur vers eru ein samlaður vitnisburður um, at hava og tráa eftir ríkum Andans lívi. Skriftin sigur eisini: ”Livið í Andanum, so fullføra tit ikki girnd holdsins!” Gal.5.16.

Í 1.Tim.4.1 stendur: ”Men Andin sigur beint fram…” Hevur tú ikki Anda Guds, halt so munn, tí tá villeiðir tú fólkið bara enn meiri í endatíðini. Men hevur tú Anda Guds, so tala sonn orð við góðum skili og avsløra endatíðarinnar gigantisku villeiðing. Jóhannes ápostul skrivar um seg og teir Jesus útvaldi og andaði á og segði: ” Takið ímóti Heilaga Andanum”(Jóh.evang.20.22), at ”tit hava salving frá hinum Heilaga og vita alt”. 1.Jóh.2.20. Vinir, latið ongan ræna tykkum við tómum orðum um, at ein er sælur við at hava lítlan fátækan anda. Tí tá endar ein í karismatisku villeiðingini og letur korkin á skøkjufløskuni spretta upp og ein drekkur seg fullan, fyri síðani ongantíð aftur at blíva edrúur. Og soleiðis er tilstandurin hjá religiøsu samkomunum í Føroyum. Hesi hava sína fátæku ”sælu” í tí, sum stendur í 2.Kor.11.4: ”annan anda…

Hvat merkir so: ”Sæl eru hini fátæku í anda”? Tað merkir: sæl eru tey fátæku, sum atlíkavæl, hóast tey eru fátøk, so eru tey í andanum. Fátøk uppá vinir, fátøk uppá pengar, fátøk uppá heilsu, skerd uppá allar møguligar og ómøguligar háttir, so eru tey verandi í andanum. At fátækradømi útvortis ikki rørir títt andans lív við Harran innvortis. Tað er verulig sæla! At tú vísir andans karakter, tá øll odds eru ímóti tær. Hygg at teimum, ið eru omanfyri nevnd. Har vóru manglar av øllum, men ríkt andans lív atlíkavæl. Skriftin sigur: ”Tí hyggið á kall tykkara, brøður! – Tit eru(ikki ”vóru”, sum so ofta verður siterað, men ”tit eru”, altso núverandi støða: fátækt) ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir mektigir, ikki mangir hábornir. Nei, tað sum var heiminum dárskapur, útvaldi Gud Sær fyri at gera hinar vísu til skammar; tað, sum var heiminum veikt, útvaldi Gud Sær fyri at gera hitt sterka til skammar; tað, sum heiminum hevði lítið at týða, hitt vanvirda, tað, sum einki var, útvaldi Gud Sær fyri at gera til einkis tað, sum var nakað.” 1.Kor.1.26-28. Hetta er Guds vegur at vísa Sína makt og kraft gjøgnum lívsins harðbaldna stríð. ”Og síðani – : Verðið sterk í Harranum og í kraft veldis Hansara!” Efes.6.10.

Hallur Sørensen