Men Sámuel

”Og synd hinna ungu manna var so mikið størri fyri ásjón HARRANS, við tað at fólkið av hesum lærdi at vanvirða offur HARRANS. Men Sámuel gjørdi tænastu fyri ásjón HARRANS, og drongurin gekk í lívkyrtli av lørifti. Móðir hansara gjørdi honum hvørt ár lítlan kappa; hann hevði hon við til hansara, táið hon fór hagar við manni sínum at bera fram hitt árliga ofrið.” 1.Sám.2.17-19

Ein sterk lýsing, og ein paralell lýsing av tíðini, sum vit liva í. Man skuldi trú, at hetta var ein lýsing og ein andalig diagnosa av tí religiøsa Føroyar, sum vit liva í.

Eg havi verið oyra og eygnavitni til alt ov mikið av lygnprofetium gjøgnum tíðina. Absolutt einki hevur sligið til, av tí, sum hevur verið sagt av «profetunum» í Føroyum.

Eitt av teimum profetium, sum hevur verið ført fram er, at Gud kann ikki koma og heinta síni, fyrrenn vekingin hevur verið. Hvar í skriftini finna vit dekning fyri slíkum? Mín Bíblia sigur beint mótsatt: «Tá ið Hann sat á Oljufjallinum, komu lærisveinar Hansara til Hansara einsæri og søgdu: Sig okkum, nær hetta fer at henda! Og hvat er tekinið fyri, at Tú kemur(parusia), og endi er á tíðini? Jesus svaraði teimum(og lurta nú eftir svarinum): Síggið til, at eingin villleiðir tykkum!» Matt.24.3-4. Villleiðingin frá tí sanna, er tekini nummar eitt, at Hann kemur!

Longri úti í sama kapitli, kemur Nóa inn í myndina. Og vit fáa eina lýsing av støðuni, hvussu hon er í tí dagliga. Ikki eitt orð um nakra veking, hvørki á ein ella annan hátt. Men hvussu tey livdu, uttan at nakar søkti Gud. Og so kom vatnflóðin. Í 1.Mós verður tíðin hjá Nóa lýst soleiðis: «Tá segði HARRIN: Andi Mín skal ikki til ævigar tíðir stríðast við menniskjuni! Í villing síni eru tey hold;…Men HARRIN sá, at óndskapurin í menniskjunum var stórur á jørðini, og at hjartans hugsan og tráan teirra var ikki annað enn ilt allan dagin.» Og so kom vatnflóðin. Ein skilnaður. Bíbilska konklusjónin er, at Hann kemur, tá ið Syndin er fullborin og lógloysi er totalt.

Og táið syndin var blivin fullborin, so steig Sámuel fram og tað fekk allar klokkur at ringja í Ísrael!

«Og synd hinna ungu manna.» Tað eru fult av teimum millum okkara í Føroyum, sum ganga inn undir hesa lýsing. Teir hava pátikið sær eina tænastu sum ikki er frá Gudi. Teir kenna ikki til, hvat eitt Bíbilskt kall er. Teir hava aldrin staðið andlit til andlit við brennandi tornarunnin og fingið eitt brennandi eld-kall. Hava ikki verið við Dániel í Hiddekel og sæð hin hin gamla av døgum í línklæðum og um lendarnar hevði hann gull-belti úr Ufaz. Hesir ungu/gomlu ídag vita ikki hvat eitt bíbilskt hvítusunnu, nýtestamentligt kall inniber. Jeramias sigur tað so sterkt í kap.14.14: «Eg havi hvørki sent teir ella givið teimum nakað boð ella tala til teirra….Tí sigur HARRIN so um profetarnar, sum tala í navni Hansara, tóat Hann hevur ikki sent teir…23.21: Eg havi ikki sent profetarnar; tó lupu teir avstað. Eg havi ikki talað til teirra; tó profeteraðu teir….23.32:Eg havi ikki sent teir og einki boð givið teimum, og einki gagn gera teir hesum fólki – sigur HARRIN.»

Hesir hava sent seg sjálvar. Tú skalt ikki hava eitt væltrenað oyra fyri at hoyra, at tað, ið verður serverað í Lindini, Sjey, Iktus og teimum ymisku møtunum er av prædikumonnum, sum Gud ikki hevur sent. Eitt ektað sendiboð í stað Kristusar prædikar Bíbilskt umvendilsi, Bíbilskan dóp í Jesu Kristi navni og eitt Bíbilskt samkomulív grundað á ápostlanna og profetanna læru. Tað er læran, sum avgerð, hvat er ein samkoma.

Og av hesum prædikumonnum, so lærir fólkið at vanvirða offur HARRANS. Prædikumenninir hava lært fólkið, tí skriftin sigur: « So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður:…»Róm.10.17. Orðið um offur Harrans fær ikki slagkraft, tí tað verður blandað við mannahugsan. Umvendilsi, dóp og heilagt lív fær ikki gjøgnumbrot, tí tað verður makttikið av óendurføddum prestum við sínum trimum gaffil tindum.

«Men Sámuel» Hetta er sum søtur, himmalskur tóni í mínum oyrum. Ein maður og eitt navn við mótvekt móti øllum fráfallinum. Ein maður, sum Gud føddi fram og við einum himmalskum kalli og sterkari tænastu. Fólk sóu hetta ikki beinanveg, men táið ein tíð var farin, so sóu tey kontrastirnar á tí himmalska kallinum og tí, sum var pátikið. Hopi at tit leggja merki til slíkt í okkara tíð. Um ikki, so bið Gud salva tíni eygu og vísa tær, at Gud eigur ein Sámuel í okkara tíð millum allar hesar følsku, við sínum falska, rotna og óbrúkliga evangelium. Paulus sigur tað so kraftigt: «Men um so vit ella eingil av Himli kunnger tykkum annað evangelium enn tað, sum vit hava kunngjørt tykkum – hann veri bannaður» Tað liggur eitt forbannilsi yvir slíkum. Tak ikki lut í teirra forbannilsi, men rív teg leysan – og tú verður vælsignaður!

«Og synd hinna ungu manna var so mikið størri… Móðir hansara gjørdi honum hvørt ár lítlan kappa…»

Men kappin vaks so við og við. Samstundis, sum syndin varð størri, so bleiv kappin hjá Sámuel eisini størri. Kappin mátti blíva størri fyri at standa móti tí stóru synd, sum floymdi yvir fólkið. Og hetta skapti mótsetningar, skapti distansin meiri og meiri frá hvørjum øðrum. Blívur tín kappi ikki størri og størri, so fær syndin yvirtaki á tær og tú stendur hjálparleysur og maktarleysur. Bið til Gud um at tín kappi og kappin hjá tínum Sámuel alt meiri blívur størri og størri. Kærleikans kappin, trúskaps kappin, ídni fyri húsi Tínum kappin, eld kappin, andans kappin.

Við hesum orðum biði eg teg um at hugsa eina løtu: Hvat fyri ein kappi er enn lítil, tóat hann skuldi verið blivin størri? Hvat skal elskuliga Hanna seyma til tín, næstu ferð ofrið skal berast fram?

Hallur Sørensen