So vil eg bjóða tær til enn eina grein og skrifttalu, sum vil uppmuntra teg. Tað er meiri enn nok av tíðindum og informatiónum frá umheiminum av ruðuleika, neyð og deyða. Og atvoldin til hetta er einki minni enn syndin, sum kom inn í heimin. Tað er ótrúligt, sum syndin hevur makt. Fallið í Eden var totalt, og rakti menniskju, djóraheimin og botanik-heimin. Men ein dag, táið Jesus, kongur Konganna og Harri Harrana skal endurføða hendan heimin av nýggjum og Golgata verkið traðkar til totalt, «Tá skal úlvurin búgva saman við lambinum, og leopardurin liggja hjá geitarlambinum; kálvurin, ungleyvan og feitineytini skulu ganga saman, og smádrongurin skal reka tey. Kúgv og bjørn skulu liggja saman og eta; kálvurin og bjarnarungin skulu liggja lið um lið; og leyvan skal eta hálm sum neyt. Bróstarbarnið skal spæla sær við holu høggormsins, og barnið, sum nýliga er lagt av brósti, skal rætta út hondina yvir reiður eiturormsins. Eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli Mínum; tí jørðin skal vera full av kunnskapi um HARRAN, eins og vatnið fjalir havsbotnin.»Es.11.6-9. Hetta síggja vit fram til. Vit sum eru endurfødd eiga hesa vón. Vit syngja: «Hvilken dag det skal bli….»

Men hesin dagur, ið omanfyri er nevndur frá Esaias, viðvíkur millenium ríkið/1000 ára ríkið, sum kemur aftaná 7 árs trongdina, sum skal raka hendan heimin. Og meðan henda trongd rakar heimin, so eru vit í himmalinum. Og kongur Dávid orðar tað soleiðis í Sálm.27: «Tí Hann goymir meg í húsi Sínum hin ónda dag; Hann fjalir meg, loyndan í tjaldi Sínum; upp á klett leiðir Hann meg.»

Men um ikki so langa tíð, so skulu vit uppliva Parusia. Tey, ið deyð eru í Kristusi skulu fyrst rísa upp, og síðani vit, ið liva, og við hesum orðum skulu vit troysta hvønn annan. Og tí kunnu vit syngja umaftur: «Hvilken dag det skal bli, når min Jesus jeg skal se. Når for hans fod jeg kneler ned, som engang døde i mitt sted. Når han tar meg ved sin hånd, og leder meg til løftets land. Hvilken underfull dag det skal bli.» Jesus, vit skulu skjótt síggja teg! Og vit, sum eiga lívið tað æviga kunnu siga sum Job: «fyri eygum mínum skal eg síggja Hann, ikki sum fremmandan – eftir tí trái eg innast inni!» Job.19.27.

Eg vil minna teg á eitt orð frá Kol.4.17-18: «Sigið við Arkippus: «Akta eftir tænastuni, tú hevur fingið í Harranum, at tú fullførir hana! Heilsan er við míni, Paulusar egnu hond. Minnist leinkjur mínar! Náðin veri við tykkum!

Eg eri, eins og Paulus, eisini bundin, leinkjaður at minna tykkum á hesi álvarsomu orð. Eg klári ikki at riva

meg leysan frá hesum leinkjum at áminna tykkum, «og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!» Tak tær nakrar minuttir og hugsa um, hvussu nógv tað er, sum tú aktar eftir og ikki vilt sleppa, meðan tænastan alt meiri gleppur tær av hondini. Ver varin í hesi tíðini, sum eftir er, at eingin rænir sigurslønina og kransin. Slepp øllum, sum hindrar og tak tænastuna uppaftur og kveik innara eldin aftur. Hásongurin sigur tað soleiðis: »Eg var ikki meir enn farin frá teimum, tá fann eg hann, ið sál mín elskar; og tók í hann og slepti honum ikki, fyrrenn eg hevði fingið hann inn í hús móður mínar; inn í kamar hennara, sum føddi meg.» 3.4.

Akta eftir tí, sum Harrin hevur litið tær og mær upp í hendur. Tað er eingin skattur á jørðini, sum kann mátast við tað, sum kemur frá Harranum. Tí er Satan úti eftir tí. Hann er ein túsund kunstnari og hevur 6000 árs erfaring at villleiða menniskju við tíð, raðfesting og kærleika. Við religiøsiteti og leggja fyri dagin, hvat tú skalt møta upp til og ikki. Við vertsligheit og alskyns program postum. Við Viaplay, Netflix og øllum dálkandi og meiningsleysum serium, sum okkupera tín heila og tína tíð, sum tú skuldi nýtt til at fordjúpa teg frammanfyri Bíbliuni og við heilhjartans longsli sagt: «Opinbera mær hetta Jesus, tak meg við Tær niðan á Guds fjall Horeb og læt meg síggja Tína dýrd. Før meg niðan við Tær á oljufjallið. Tak meg við tær inní Getsemane. Doyp meg í andanum á ovara Sali.»

Eg meini meg at hava eitt kall frá Gudi, og eg eri ein rødd í endatíðini. Og við tí embæti sigið eg við teg: «Akta og fullfør tænastu tína! Náðin veri við tykkum!»

Hallur Sørensen