Í 1.Kor.9.24 kemur Paulus við eini heilsan til Korint-kvinnur og menn. Har sigur hann hesi orð: ”Vita tit ikki, at teir, sum á skeiðvøllinum renna, renna víst allir, men bert ein fær sigurslønina! Rennið soleiðis, fyri at tit kunnu vinna hana!” Eg havi hug at nevna nakrar sangstrofir, sum vit frá tíð til aðrari syngja. Ein ljóðar soleiðis: Snart er vi hjemme raskt mot målet det går. Hold bare ut en liten tid. Når vi er hjemme da er sejeren vår. Kamper og strid er da forbi…Snart forlates stridens land og vår kamp er slutt. Hjemme på den gylne strand, får vi hvile ut. Alle de som trofast står, under striden her. Engang sejers lønnen får av vår Fader kjær. Undirfullir sangir, sum indikera tað stríg og tann bardaga vit hava her. Men ein dag, so skal kongur Jesus yvirrætta sínum fólkið sigurskransin. Tann dagur er ikki langt frammi!

Um tú sært málið, so hendir ein náttúrlig reaktión: tú økir ferðina frá at ganga til at renna. Tað er nakað í málstrikuni, sum ”hálar” teg fram og setir ferðina upp. Tað er nakað óforklárligt, men so er. Og Paulus vendir sær til hesi týpu menniskju og sigur: ”Rennið soleiðis…”  Er tað ikki tungt og strævið? Jú, men vinningurin er ”sigurslønin”.

vit eru Marathon rennarar. Vit eru ikki sprintarar, sum hvøkka heimin uppá knøpp 10.sek. Og soleiðis er eisini við evangeliunum. Tað eru alt ov mong sprint-trúgvandi menniskju. Tey gera eitt ordiligt nummar ella roysnisbragd, men eru púra útmattaði aftaná eina stutta tíð. Tey mangla úthaldniskraft og eina trúgv, sum er roynd. Hetta verður royndin fyri endatíðarinnar trúgvandi.

Táið Marathon rennarin hevur lagt afturum seg sínar knapt 42km, so kemur hann inní stadium og skal taka eina síðstu ”ærisrundu” á skeiðvøllinum – gr. stad’-ee-on, áðrenn hann fer um málstrikuna. Vinir mínir: vit eru í profetisku tíðini komin inn á stadion. Tað er ein stuttur teinur eftir. Tú og eg hava lagt, saman við ápostlunum og profetunum, tann stóra teinin afturum okkum. Vit eru næstan komin á mál. Renn soleiðis, at tú vinnur og ikki missir sigurslønina beint áðrenn málstrikuna. Halt út í trúnni! Vak og bið, so tú ikki fellir í freistingini at gevast. Ikki sovna á leiðini. Lat ikki møðina taka yvirhond. Fell ikki í fátt. Tú veitst, at mong sum tú kennir róptu einaferð, men sum nú eru hildin uppat at rópa, men rópa tú: “Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum!”

Í fyrsta møtinum hjá Torkild á summarstevnuni 2021, sum varð streama, segði hann hesi orðini um ein, sum varð spurdur: “Tú maður frá Sodoma(og vit liva í hesi óndu verð, sum er sum eitt Sodoma) hví rópar tú móti syndini?” Maðurin svarar: ”Eg rópi ikki, tí at eg trúgvi, at fólkið skal broyta seg, men eg rópi, tí at fólkið ikki skal broyta meg.” Vit mugu rópa í hesi endatíð móti øllum kreftum, sum vilja grípa fast um okkum, so at vit ikki vinna sigurslønina! Vís øðrum, at tú rennur og heldur á!

Skriftin sigur í Matteus 24.13: “Men tann(ímun til hini), ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur.” Statt ímóti øllum hindringum, sum vilja koma á tína leið og sakta ferðina hjá tær.

Í Lukas 18.1 stendur: ”Hann setti teimum fram líknilsi um tað, at tey skuldu altíð biðja og ikki troyttast.” So forklárar Jesus um hesa einkjuna og sigur til seinast: ”Men táið Menniskjasonurin kemur, man Hann tá fara at finna trúnna á jørðini?” V.8. Jesus meinar við ”finna hesa týpu trúnna á jørðini” tí Hann knýtir hesa kvinnu til hesa trúnna. Ein specifik trúgv um at halda út og ikki geva eftir. Vit hava nógv at læra av hesi einkju. Hon og hesin órættvísi dómarin vóru í sama býi. Tú hevur ”dómarar” í tínum nærumhvørvi sum vilja kúga tína trúgv. Statt ímóti, føst í trúnni, tú skal sigra og móttaka sigurslønina – ”Skuldi Gud tá ikki hjálpt útvaldu Sínum at fáa rætt…”

Latið okkum renna saman við Paulus og vinna yvir hesi sløvu, líkagyldigu, lunkaðu og ræðandi endatíð. Hann segði jú hesi orð: ” fyri at tit kunnu vinna hana!” Vit skulu renna saman og uppmuntra hvønn annan í evangeliunum. Gud vælsigni teg á skeiðvøllinum!

Hallur Sørensen