Tað verður torført, ja enntá ógjørligt at koma til botns í evninum ”Guds rættvísi.” Vit kunnu tó bara ásanna, at hetta er veruligt, tí skriftin talar um tað. Men at skilja tað til fulnar klári eg ikki. Eitt veit eg tó, at Jesus elskar meg og eg kann siga sum hin, ið var blindføddur: ”eitt veit eg, at eg, sum var blindur, síggi nú!” Jóh.9.24-25. Hesin blindi hevði eitt faktum og tað var: ”eg…síggi nú!” Hann sá, sjálvt um hann ikki sá og vitsti um allar loyndardómar Guds. Eg kann siga tað sama: Eg síggi, sjálvt um eg ikki síggi alt og fati allar dýpdir í Gudi. Og at hesin blindføddi byrjar setningin: ”eitt veit eg…” er tí at hann verður konfronteraður um Jesus. Teir religiøsu ákæra Jesus at Hann er syndari. So svarar hesin blindføddi: ”Um Hann er syndari, veit eg ikki; eitt veit eg…” Við hesum vil eg fram til, at tey religiøsu seta altíð eitt spurnartekin við tína ”sjón”, tað, sum tú hevur sæð um frelsu, dópin í Jesu Kristi navni og rættvísgerðing o.s.fr. Hetta tí, at tað kemur ikki frá teimum etableraðu og via hendurnar á teimum religiøsu prestunum og sokallaðu skriftlærdu. Hansara sjón var ikki dokumenterað av fakligheitini í Ísrael. Og omaná var grøðingin gjørd á einum sabbatsdegi. Hesin Jesus má vera ein syndari og tí er grøðingin ei heldur gyldig, men ein syndafull grøðing. Og hoyr hvat hesi forbannaðu ormakrypini siga við henda mann: ”Tú, sum ert føddur í synd, allur sum tú ert, tú ætlar at læra okkum!” Og teir róku hann út.” v.34

Eg kann ikki svara uppá alt sum hesin blindføddi ei heldur kundi. Men eitt veit eg: Eg eri reinur í Jesu blóði. So kunnu tit kríggjast um hvør hesin Jesus er og ikki. Men lat meg siga tað beinanvegin: Jesus er aldrin tann sum teir etableraðu siga Hann at vera og rættvísgerðingin og opnan av blindum eygum av einum menniskja er aldrin ætlað til at verða diskutabel við Guds orð! Gud er tann

Vit fara víðari.

Í Rómbrævinum kap.8.33 stendur: ”Hvør skal bera klagu móti hinum útvaldu Guds! Gud er tann, ið rættvísgerð.” So vil eg spyrja teg: Torir tú at bera klagu? Hevur tú rætt til hetta? Ella hevur tú frímóð? Spyr teg sjálva/n. ”Gud er tann, ið rættvísgerð.” Torir tú at siga við Gud Hins Hægsta, at tað, sum tú gjørdi var ikki nóg gott? Rættvísgerðingin strekti ikki til, reinsanin tváaði ikki viðkomandi nóg væl? Torir tú at pástanda at Gud tók feil, táið Hann tók rættin í egnar hendur?

So kemur næsti spurningur: Rættvísgerðingin, er hon fyribils, tíðaravmarkað ella er hon ævig? Er tað so at rættvísgerðingin er bara inntil tú dummar teg, og so dettur hon burt? At tú má ”hjálpa” Gudi, men heldur tú ikki tína avtalu av sáttmálanum, so dettur alt á gólvið og so ert tú ikki rættvísgjørdur longur? Hvat sigur skriftin? Í v.30 stendur: ”Tey, sum Hann(og legg merki til orðingina, sum skriftin allatíð nýtir: Hann, hann, hann. Gud blandar ikki nakað menniskja uppí. Hvat skulu tey meina um hetta her? Hvat innsigt hava tey?)frammanundan tilskilaði, kallaði Hann við; tey, sum Hann kallaði, rættvísgjørdi Hann við; og tey, sum Hann rættvísgjørdi, dýrmetti Hann við. Hvat skulu vit nú siga um hetta?” Ja, hvat ætlar tú at siga? Hvat skalt tú finna uppá. Og skuldi tú funnið uppá okkurt, sum tú sikkurt ætlar, so lat meg bara halda áfram við næsta versinum: ”Er Gud við okkum – hvør kann tá vera ímóti okkum?”

Í 2.Kor.5.21 stendur: ”Hann, sum kendi ikki synd, gjørdi Hann til synd fyri OKKUM, fyri at VIT í HONUM skulu verða rættvísi Guds.” Tú torir neyvan at bera klagu móti Gudi! Men hví torir tú at bera klagu móti likamið Hansara? Limum Hansara, útvaldu Hansara? Ansa tær! So kann ein spyrja eisini: er tað rættvíst, at fyri tað um hesin Jesus, sum var uttan synd og var rættvísur og síðani doyði, so eru øll hesi Guds rættvísi? Í menniskjaligum eygum er tað ikki rættvíst. Men soleiðis hevur Gud ornað tað at vera. Og hesi reglu mugu vit fylgja.

Táið Jesus stóð frammanfyri Pontius Pilatus hin dag, so dómfeldi Pilatus Jesus millum annað við hesum orðum: ”Eg finni onga skyld hjá Honum!”Jóh.18.38. Hetta var tann konklusjónin Pilatus kom fram til. Men henda konklusjónin og hetta faktum galt ikki bara Jesus. Men hetta galt eisini brúðrina sum lá í Honum, likamið, men sum ikki kom fram fyrrenn á hvítusunnudegi. Tí kann eisini sigast um konu Jesusar: ”Eg finni onga skyld hjá Henni!” Og Jesus er hin ævigi Gud komin í hold. Tí lá brúður Kristusar í Gudi frá ævinum av. Ergo er brúðurin rættvísgjørd frá ævinum til ævirnar. Ætlar tú framvegis at bera klagu móti útvaldu Guds?

Táið Jesus hekk á Golgata fyri skjótt 2000 árum síðani og rópti hesi orð: ”Tað er fullgjørt” var tað so eitt róp, sum varð rópt tá? Ja kunnu vit siga. Men samstundis var tað eitt ekkó frá einum rópi langt áðrenn. Tað var nemmliga eitt himmalskt ævigt Golgata áðrenn tíð og stað. Latið okkum lesa hetta: ”Men Kristus kom sum høvuðsprestur fyri hinum komandi góðum, og hann fór gjøgnum hitt størra og fullkomnara tjaldið, sum ikki er gjørt við hondum – tað er: Sum ikki er av hesum skapningi – og Hann fór, ikki við blóðið av bukkum og kálvum, men við Sínum egna blóði, einaferð fyri allar inn í halgidómin og vann æviga endurloysing. Tí so satt sum blóð bukka og tarva og øskan av kvígu – við at verða slett á hini óreinu – halgar til útvortis reinleika, hvussu mangan meir skal tá ikki blóð Kristusar, Hansara sum við ævigum Anda bar fram Seg sjálvan lýtaleysan fyri Gudi, reinsa samvitsku tykkara frá deyðum verkum til at tæna hinum libandi Gudi!” Hebr.9.11-14.

Efesus.1.4: ”eins og Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grundaður, at vera heiløg og ólastandi fyri ásjón Síni! Tí í kærleika tilskilaði Hann okkum frammanundan at fáa sonakor hjá Sær við Jesusi Kristi, eftir fría ráði vilja Síns…”so heldur Paulus áfram og tað munnar út í hesum orðum til seinast: ”eftir fría ráði Sínum, sum Hann hevði tikið hjá Sær sjálvum.” Gud spurdi ongan, hvønn Hann skuldi útvelja og rættvísgerða við blóði Sínum. Tað borgaði Hann fyri sjálvur.

Í 1.Kor.4.3-4. verjir Paulus eg sjálvan. Vit lesa: ”Fyri meg hevur tað ógvuliga lítið at siga at verða dømdur av tykkum(korintmenn) ella menniskjaligum(vertsligum/religiøsum)dómstóli – ja, eg dømi meg ikki sjálvur heldur. Víst veit eg einki við mær sjálvum; tó eri eg ikki fyri tað rættvísgjørdur: nei, tann, ið dømir meg, er Harrin.” Pauslus sigur at tit Korintmenn og tit verstligi dómstólur eru ókompotentir at døma. Og omaná sigur hann víðari ”ja, eg dømi meg ikki sjálvur heldur.” Hvønn rætt og hvørja kompetancu hava menniskju at døma tey, sum eru rættvísgjørd av Gudi? Hvønn rætt hava menniskju at døma konu Lambsins?

”Víst veit eg einki við mær sjálvum; tó eri eg ikki fyri tað rættvísgjørdur” Paulus sigur, at sjálvt um hann ikki kann koma í tankar um nakað sum er vert nakran dómstól, so er tað ikki tað, sum ger, at ein er rættvísgjørdur og fríkendur av Gudi. Rættvísgerðingin hvílir á heilt onnur prinsippir: Eitt ævigt dokument frá blóði Lambsins!

Sum eg byrjaði við, so kemur man ikki til fulnar at skilja hetta og mong eru skriftstøðini ein kundi lagt seg eftir. Men eitt er vist, vit kunnu fella og feila og vit hava ymiskar bristir. Men vit eru rættvísgjørd og tað kann eingin klaga Gudi fyri. Kann eg klaga Guds útveljing?

Hallur Sørensen