Vit lesa hesa sterku útsøgn um Jesus, táið Hann er í Getsemane. ”Og Hann kom í deyðaangist og bað enn tráligari: sveitti Hansara varð sum blóðsdropar, ið fullu niður á jørðina.” Luk.22.44.

Í Hebrearabrævinum kap.5.7 fær Paulus opinberilsi í hesum tíma í Getsemane og sigur: ”Hann(Jesus) hevur á døgum holds Síns við hørðum rópi og tárum borið fram bønir og neyðarróp til Hansara, sum var mentur at frelsa Hann frá deyðanum; og Hann varð bønhoyrdur út úr angist Síni.”

Tað er eingin, sum kann fyristilla sær og seta seg inní hesa hending og neyð! Hon er eitt lukkað innsigli. Vit kunnu lesa bókstavin, men ikki innihaldið. Vit hava ikki móttakaraevnir. Men eitt er sikkurt, at sjálvt um eg ikki fati hetta loyndarmál, so veit eg eitt: Hann gjørdi tað fyri meg!

Hendan løtan var ein bardagi í andans verð og totalt yvirgevilsi av egnum vilja – Hann sveittaði. Hann bardist einsamallur. Vit lesa í Jóh.Evang.18.18: ”Men tænararnir og sveinarnir høvdu kynt upp koleld – tí kalt var  – og stóðu nú og vermdu seg; eisini Pætur stóð hjá teimum og vermdi seg.”

Hesa somu nátt, sum Pætur var kaldur, sveittaði Jesus. Og áðrenn, meðan teir vóru í Getsemane, so svóvu Pætur, Jákup og Jóhannes, men Jesus sveittaði. Satan var farin í Judas – ísakaldur og kyniskur, men Jesus sveittaði. Hebrearabrævið sigur: ”Enn hava tit ikki gjørt mótstøðu líka til blóðið í bardaga tykkara móti syndini,…” Nei, tað hava vit ikki gjørt. Men kundu vit gjørt atlíkavæl mótstøðu og sveitta fyri sakini og hildi hitan og dampin uppi í hesari køldu nátt, sovandi periodu og Satans innskotilsi í menniskju, sum vilja selja frelsaran og sannleikan fyri ”hatta óføra virðið, teir settu Meg(Jehova) í.”Zak.11.13.

Kuldin, svøvnmaktin og Satan við Judas á odda hindraði ikki Jesus í at biðja fyri tær og vinna, men tað lá ein bardagi við sveitta dropum so tjúkkum sum blóðsdropum aftanfyri – ”og Hann varð bønhoyrdur út úr angist Síni.”

Bønin sum Hann bað, var fyri Sínum lombum, síni ætt, Sítt avkom og Jóh.Evang. 17 sigur: Eg biði fyri teimum, ikki fyri heiminum, men Mínum sum eru í heiminum. Varðveit tey í navni Tínum. Tey eru Míni.

Men táið Hann so kemur út úr bønini og hevur vunnið, so reisist Hann, ”Halleluja Jesus” í Andans kraft og møtir Judas og vaktini og høvuðsprestunum og sigur við teir: ”Ego Eimi! – Tað eri Eg. Tá var eingin sveitti og ræðsla meir. Hann vann tunga bardagan og kom sigrandi út, ”Halleluja”. Teir fóru aftur eftir hæli og fullu til jarðar. Røddin var mektig og salvað! Hann vann og tí kundi Hann geva Sítt lív. Eingin kundi taka Hansara lív. Hann stóð rankur innfyri lygivitnum og ákærum. Rankur innfyri Heródes og Pilatus. Rankur innfyri teimum skriftlærdu, Farisearum og høvuðsprestunum.

”Stríð hitt góða stríð trúarinnar, gríp hitt æviga lív, sum tú vart kallaður til og játtaði hina góðu játting fyri mongum vitnum! Fyri Gudi, sum gevur øllum lív, og fyri Kristi Jesusi, sum vitnaði hina góðu játting(høga bekjennilsi) fyri Pontiusi Pilatus, áleggi eg tær, at tú heldur boðið reint og ólastandi líka til opinbering Harra okkara Jesu Krist,…”

Hallur Sørensen