”Júst tann dagin tey 430 árini vóru á enda, fóru allir herar HARRANS av Egyptalandi.” 2.Mós.12.41.

Eg havi í seinastuni lisið fyrstu og aðru Mósebók samanhangandi. Og fyrimunurin við tí, er at tú far søgugongdina og sær Guds timing. Hetta omanfyri nevnda vers er knýtt at lyftinum, sum Harrin gav faðir okkara Ábram í 1.Mósebók kap.15.13-14 og 16 og har stendur:” Tá segði Hann við Ábram:” Tað skalt tú vita, at avkom títt skal búgva sum fremmant í einum landi, ið ikki er teirra; tey skulu vera trælir hjá fólkinum har og verða illa viðfarin av teimum í 400 ár. Men eisini tað fólkið, ið tey skulu træla hjá, skal Eg døma. Síðani skulu tey fara haðani við nógvum góðsi…Og í fjóðra ættarliðið skulu tey koma aftur higar – tí enn hava Amoritar ikki fylt syndamál sítt.”

Harrin talaði við Ábram og segði honum at tey skuldu træla 400 ár. Men í 2.Mósebók lósu vit um, táið tey 430 árini vóru á enda, so inntraff Guds timing. Leyg Gud ella var Hann 30 ár ov seinur? Sjálvsagt ikki! Svarið liggur í tí, at tey fyrstu 30 árini Ísraelsmenn búðu í Egyptalandi, so trælaðu tey ikki, men høvdu tað gott av signing Jósef og eftirvirkan hansara. Men so stendur:” Nú kom nýggjur kongur í Egyptalandi, ein, ið einki vitsti um Jósef.” 2.Mós.1.8. Og her byrjar teljingin við at ” tey skulu vera trælir hjá fólkinum har og verða illa viðfarin av teimum í 400 ár.”

Í 400 ár varð avkom Ábrahams illa viðfarið. Trælalív við øllum tí, ið tað inniber. Bukaði, sligin og illa hægreidd við øllum ymiskum Egyptiskum torturinstrumentum. Trælaarbeiðið, sum tey vóru tvungin til. Og táið orkan ikki var meiri, so var takkarlønin at verða tikin av døgum. Í hesum tíðarskeiðið kann væntast at eingin gav lyftinum hjá Ábrahami ans. Tað var so langt burtur og eingin helt lív í hesum tanka, síðani Jósef gav upp andan. Stein deytt! Syndin hevði øll hesi árini knúlva tey og gjørt tey andaliga ryggbrotin. Tað kemur ihvørtfall ikki til sjóndar at nakar neisti av fedranna eldi livdi. Og táið Móses stígur fram við einum So Sigur Harrin og heilsar teimum frá Gudi við hesum orðum:” Eg skal føra tykkum til landið, ið Eg við upplyftari hond havi svorið at geva Ábrahami, Ísaki og Jákupi; Eg skal geva tykkum tað í ogn! Eg eri HARRIN!” 2.Mós.6.8. So eru tey so niðurbrotin, at tað stendur víðari í vers 9:” Hetta segði Móses nú Ísraelsmonnum; men teir lurtaðu ikki eftir Mósesi; teir vóru mótfalnari enn so, og trælaarbeiðið var tyngri enn so.”

Øll hesi árini kann tað væntast, at eingin grótrúgva var reist Harranum at ofra á. Einki heilagt altar. Eingin guddómmilig gudstænasta. Eingin einglavitjan, eingin Melkisedek, sum kom við breyð og vín, eingin Jósef, ið týddi dreymar. Eingin uppliving við Jabboks vaðistað og at sólin kom undan við Penuel. Eingin útvald brúður, ið ekur seg niður av kamelinum eftir langa ferð fyri at troysta brúðgómin. Nei, syndin og Farao og sterku religiøsu og politisku satans kreftir stýrdu Guds samkomu. Men so kom dagurin!

Tað var eingin, sum kundi stýra hesum degi ella framskunda hann. Eingin bøn um veking. Eingin Lindin við afturútsigldum religiøsum ommum, sum biðja um veking. Gud stýrdi degnum heilt aleina. Eingin redningsaktión kundi seta nakað í verk. Eingin reyði krossur ella blái krossur ella nakar annar krossur. Eingin Camp David avtala ella hjálp Jødunum heim. Eingin WHO felagsskapur. Einki fraktfirma ella sjóvegis flutningur kundi hjálpa 3.milliónum menniskjum. Tað var og er bara ein, ið kann gera slíkt verk, og Hann aleina stendur fyri tí sjálvur: Jesus Kristus! Blóð á durastavirnar og ovasta duratræið og dópurin til Móses í skýnum og havinum!

Heldur ikki kundi nakar hindra ”Júst” hesum degi. Eingin Jannes og Jambres við sínum miraklum. Eingin Farao og hansara harða hjarta og hindran. Eingin træladrívari og harðir arbeiðsfútar. Einki kann hindra Guds dag og vilja. Vit lesa í Sálma 110.2: ”Av Zion rættir HARRIN út kongastav veldis Tíns; ráð mítt ímillum fíggindar Tínar! Sjálvboðið kemur fólk Títt veldisdag Tín; í heiløgum prýði kemur ungi skari Tín til Tín sum døggin úr fangi morgunroðans.” Gud hevur Sín veldisdag har Hann markerar kongaembæti Sítt og vísir Sína makt við stavi Sínum. Hvør kann hindra Honum?!  Esaias sigur tað eisini: ”Ráð Mítt skal ganga út, og alt tað, ið Eg vil, geri Eg!” kap.46.10. Eingin kann steðga ráð Guds og tað, ið Hann vil! Gud er suverenur í Síni makt. Allir aðrir kongar eru sum majonettdukkur í Hansara hond.

Ofta verður sagt: Gud kann ikki koma fyrrenn vekingin hevur verið fyrst. Her lesa vit akkurát mótsatt. Vit lósu: ”Og í fjóðra ættarliðið skulu tey koma aftur higar – tí enn hava Amoritar ikki fylt syndamál sítt.” Syndabikarið skuldi flóta yvir, óndskapurin skuldi eksplodera, og tá blottaði Gud Sín arm og vísti frelsu kraftina og útfríðanina úr hesum ónda Egyptalands heimi.

Og tað sama verður við Jesu afturkomu! Hann kemur, táið Amoritar hava fylt syndamál sítt enn einaferð. Heimurin hevur enn ikki kulminerað í sínari villeiðing og Antikrist og falski profeturin hava enn ikki fingið fult kontroll. Men tað fyllist skjótt og tilsvarandi er Jesu afturkoma fyri hondum. Men enn skulu útvaldar sálir heystast inn og hoyra ektaða frelsuboðskapin um lambsins blóð og doypast til Hansara navn í Jesu Kristi navni og táið tal heidninganna er fult, so verður tað ”Júst tann dagin” og tann dag, kennir bara himmalski Faðir okkara, Jesus Kristus, og tann dag kann eingin Satan hindra!

Hallur Sørensen