“tú hevur goymt hitt góða vínið til nú!”

Hetta er fyrsta og einasta dømi, har Jesus er boðin til brúdleyp. Og hendingin fellur mær væl, tí hon er bíbilsk. Eingin, hvørki pinsavinur, babtistur, fríkirkjuligur ella nakar annar kann koma út um hesa hending við miraklinum, at vatn varð til vín. Hon er væl frágreidd, og ein hevur ikki tørv á teologiskari útbúgving, fyri at skilja, hvat tað er, ið hendir í Kana í Galilea.

Men eg veit, at henda hending fellur ikki religiøsum menniskjum væl. Í Jóh.evang.kap.19 er eitt stríð millum Pilatus og høvuðsprestarnar, um yvirskriftina á krossi Jesusar. Pilatus skrivaði: “Jesus úr Nazaret, kongur Jødanna.” Men tá søgdu høvuðsprestar Jødanna við Pilatus:”Skriva ikki:”Kongur Jødanna” , men: “Hann segði: Eg eri kongur Jødanna”!” Pilatus svaraði: “Tað, sum eg skrivaði, skrivaði eg!” Tað, ið liggur í hesari frágreiðing er: at tú, Pilatus, burdi heldur havt skrivað tað, ið jødiska fólkið og høvuðsprestarnir søgdu. Tú, Pilatus, burdi havt forandrað tekstin, so at hann passar til fólkið, tí yvirskriftin er okkum til ástoyt og passar ikki til okkara teologi. Men Pilatus svaraði væl og skrivaði væl.

Líkaleiðis er við hesari hending í Galilea. Tað burdi heldur verið skrivað: “at besta vínið varð umskapt til vatn!” Eg kann lítið ætla, at tá hevði Jesus scorað ómetaliga nógv poeng hjá teimum religiøsu. Nú eri eg væl vitandi um, at alkohol kann vera vandamikið, og at tað hevur oyðilagt mangt hús og heim og splittað familjur. Men hví tók Jesus ikki hensyn til slíkt, táið hann var í hesum brúdleypi, og vitsti, at milliónir av menniskjum fóru at lesa um hesa hending fyri eftirtíðina. Vitsti Jesus ikki, at fólk fóru at taka ástoyt og fóru at irreterast um hetta brúdleyp? Er hann ikki altvitandi? Kundi Jesus ikki heldur havt serverað vatn, og so var tað acceptabelt fyri øll religiøs? Eg trúgvi, at Jesus nú sum tá, ikki leggur programmið hjá sær eftir, hvat religiøs menniskju meina. Taka menniskju sær ilt av slíkum, so eru ikki grensir fyri, hvat ið verður tað næsta. Og slík bond vildi Jesus ikki leggja á seg.

Soleiðis sum Blákross, Frelsunarherurin og aðrar religiøsar organisasjónir eru uppbygdar við sínari teologi, so kundi Jesus ikki verið limur í teirra høpi. Hann drakk ov mikið av vínið. Soleiðis sum ferðslulógin ídag er uppbygd, so vóru tað fleiri dagar, har Jesus hevði verið tikin fyri rúsdrekkakoyring. Eg veit væl, at slíkir tekstir og slík dømir skaka grundvøllin hjá fleiri, men eg skrivi hetta atlíkavæl, fyri at fáa fólk at hugsa, at alkohol við bíbilskari vegleiðing er ikki vandamikið. Men man skal altíð vera varin – soleiðis er við øllum. Tað er ikki soleiðis, sum eg hoyrdi ein vitna, at táið korkurin fór av fløskuni, so fór satan í hana – hvussu andaliga tápiligur ber tað til at gerðast!?

Paulus var og er okkara stóri heidningaápostul. Og hann hevði trúgv og kraft – tað var ikki mangil uppá slíkt. Men so finna vit í heilsan hansara til Timoteus, at hann sigur: “Drekk ikki longur bert vatn, nei, njót eitt sindur av víni fyri maga tín og tað, sum javnan bagir tær!” Paulus hevði allarhelst biðið fyri Timoteus í langa tíð og Timoteus hevði gingið til forbøn. Men so – kalla tað tú vilt – fær Paulus opinberilsi um, at forbønir og ákallanir ikki er vegurin fram fyri Timoteus, táið tað viðvíkur henda spesiella trupulleika, men at hann kann fáa tað betri, um hann tekur til sín eitt sindur av víni.

Tað, ið er mær ein gáta, og sum eg ongantíð heldur fari at fáa svar uppá, er at somu menniskju, sum síggja trøll á alljósum degi, táið viðvíkur vín ella øl, eru ikki skeptisk ella rædd og seta sær ongan spurning viðvíkjandi skøkjuvíninum frá Babylon. Hesi drekka vín í óbegrensaðum mongdum á møtum, bíbiltímum og stevnum, har falskir profetar, og Messiasar sleppa at serverað vín. Og hetta vín verður man aldrin aftur edrúur av. Tað hongur fast í einum alla sína livitíð. Religiøs menniskju í Føroyum eru drukkin av víninum frá bartendaranum Rodney Howard Brown og hansara “Joel´s bar, Kenneth Hagin og Copeland og teirra slangufís, Benny Hinn og dobbel doze, joseph Prince, Ulf Ekman o.ø. Fólk sjangla í okkara tíð viðvíkjandi endatíðini og hava ikki minstu indsigt í profetaorðinum um fráfallið. Tey eru andaliga drukkin. Tey sjangla um bíbilskt samkomulív, Guddómmin, dópin, elstar, fyristøðumenn o.s.fr. Fultstendiga skakkoyrd.

Tað stendur, at hann “opinberaði dýrd Sína”…Jesus vildi vísa, at skuldi ein koma inní dýrdina av evangeliunum, so mátti tann gamla lógin við kørum og vatni taka ein enda, tí tað var bert ein útvortis reinsan – vínið, salvilsi og kraftin er innara lív. Og nr.2 tú mátti vera villigur til at taka kampin upp, tí táið vínið kom á hvítusunnudegi, tá reageraðu tey religiøsu enn einaferð.

 

Hallur Sørensen