” Og eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists.” Filippi.1.6. Eisini sigur Paulus í 2.Tim.1.12: ” …og eg eri vísur í, at Hann er mentur at varðveita tað, sum mær er litið upp í hendur, til hin dag.” Í báðum hesum omanfyri nevndu versum, talar hann um síðsta dagin, táið ” tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp; síðani skulu vit, ið liva…” Fyri ein føst sikkurheit í verkinum og frelsuni, sum Jesus hevur útvegað Sínum útvaldu! Paulus sigur víðari í v.7: ” Tað er jú rætt fyri meg at hugsa so um tykkum øll;…” Og Paulus hevði rætta tankagongd, og tí gera vit væl í at hugsa sum hann, at frelsuverkið og tryggleikin, ið Jesus borgar fyri, kemur at halda gjøgnum alt, ja alt, líka til tann síðsta dag!
Eg tori at pástanda, at øll, sum ikki trúgva uppá æviga útveljing og hennara tryggleika, eru bangin! Bangin um frelsan heldur ella ikki. Bangin um man verður við tann dag, ið rópar ljóðar frá himli. Bangin um at fella frá og ikki klára at gera upp, áðrenn tíðin er úti.
Eisini eru hesi somu bangin um Golgata er nok fyri seg ella um man má knokkroyta seg sjálvan, fyri at tekkjast Gudi. Bangin um, at Golgata bert reinsaði fyri syndirnar, sum ein gjørdi, áðrenn ein kom til trúgv.
Skriftin talar um, at trúgvin kemur av tí, ið prædikað verður, og verður ikki prædikað um æviga sikkurheit, so er trúgvin hareftir.
Vinur, tú, ið lesur hetta skalt vita, at skriftin er fultpakkað av skriftstøðum og forteljingum um, at frelsan er ævig og tey koma aldrin at fortapast! Eg kann ikki taka alt fram her, men lat okkum lesa í í Jóh.Evang.18.9: ” fyri at orðið skuldi ganga út, sum Hann hevði sagt: ” Eg misti ongan av teimum, ið Tú hevur givið Mær.””
Og í Jóh.Evang.10.28-29: ” Og Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni. Faðir Mín, sum hevur givið Mær hann, er størri enn øll, og eingin kann ríva nakað úr hond Faðirs Míns.”
Jesus sigur hesi undurfullu orð: ” Eg eri alfa og omega, hin fyrsti og hin síðsti, upphavið og endin.” Opinb.22.13. Jesus byrjar(alfa) ikki nakað í tær, um Hann ikki eisini kann fullføra, enda(omega) tað í tær. Líkaleiðis fer sami Jesus heldur ikki at enda og fullføra verki í tær(omega) og Hann ikki ætlar at byrja tað í tær(alfa). Tað er ikki soleiðis, sum mangir trúarrætningar halda, at Jesus byrjar nakað gott og nýtt í tínum lívi, fyri síðani at sleppa tær og at tú mást klára teg sjálv/an á hálvari leið og síðani yvirlata teg til prestar og óendurføddar leiðarar ella til vertsligheitina. Sami Jesus letur heldur ikki falska læru og skøkjuna frá Babylon byrja verki í tær, fyri síðani at skula taka yvir og lappa og binda. Tað Hann byrjar, ætlar Hann eisini at fullføra. Ver trygg/ur!
Efesus 1.4. sigur: ” Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grundaður, at vera heiløg og ólastandi fyri ásjón Síni!” Táið Jesus rópti á Golgata og segði: ” Tað er fullgjørt!” So galt tað rópið fyri tær syndirnar, sum tú gjørdi, áðrenn tú kom til trúgv og sanniliga eisini fyri tær syndir, sum tú mátti komið at dottið í, eftir at tú kom til trúgv. Tú ert heilagur og ólastand fyri ásjón Hansara! Hann elskar teg!
Í Jer.31.3. stendur: ” Ja, við ævigum kærleika havi Eg elskað teg; tí havi Eg drigið teg við náði.” Tað sum er ævigt er ævigt bæði aftureftir og frameftir. Eingin byrjan og eingin endi á Guds kærleika til tín. Og bevísið á hesum, er at tú upplivdi náðina, meðan tú enn var syndari. Paulus tosar um seg og sítt gamla religiøsa og syndiga lív, og kemur so við fríheitsboðskapinum: ” Men táið Gudi líkaði – sum úr móðurlívi hevði tikið meg út, og sum kallaði meg við náði Síni.” Gal.1.15.
Róm.11.29. stendur: ” Tí náðigávur Sínar og kall Sítt angrar Gud ikki.”
Ver trygg/ur í frelsuni. Lat ongan lúra teg við læru um, at tú skalt halda í hond Guds við tínum menniskjaligu kreftum. Gud letur ikki Sítt navn og Sín karakter fella so lágt. Hann heldur í tær við Síni rættferðar høgru hond og sigur: Mær hoyrir frelsan til! Hann letur ikki frelsuna í nakrar aðrar hendur. Ongum øðrum gevur Hann æruna fyri nakað. Æran er ikki mín og ei heldur tín, heldigvís!
Táið skarðin ein dag kemur at standa frammanfyri trónu Hansara, fer hann at rópa: ” Frelsan hoyrir Gudi okkara til, sum í hásætinum situr, og lambinum!” Opinb.7.10.
Hallur Sørensen