”Men táið hetta fer at henda, rættið tykkum tá upp og lyftið høvdum tykkara, tí tá nærkast endurloysing tykkara!” Luk.21.28.

Prognosurnar fyri endatíðina eru als ikki góðar. Heimurin gerst meiri og meiri eitt globalt sinnissjúkrahús, sum antikrist og tann falski profeturin skulu stýra og taka við makt, og tað finst einki medisin fyri at steðga hesari gongd. Skeiva tornið í Pisa kann ikki rættast upp, og andaligu veðurforsøgnirnar boða ikki frá stilli, men illveðrið frá øllum síðum.

”Grikkar”, Satan, við sínari filosofi, vísdómi, gudalæru gjøgnum Trojanska hestin er komin innum múrarnar. Ikki bert í Troja, men inn í hús, heim, ektaskap, familjulív og ikki minst samkomulív. Trojanar halda, at nú er bardagin vunnin og sum gávu frá grikkum, hava teir givið trojanum hestin. Hetta viðførir, at trojanar festa og drekka og tí gerast døsigir, men handan træið liggja grikkar og bíða til myrkrið hevur tikið vald, og so sláa grikkar til og vinna sigurin. Ansa tú eftir í endatíðini, at profetiir um trojanska hestin og trojanska gáva Heilaga Andans ikki koma innum tínar múrar. Ver meiri skilagóð/ur og síggj, at hesin trojanski hesturin er ein ”gáva frá fíggindanum” – grikkum.

Í hesum tilstandi, so er Guds kraft og Guds verja yvir Sínum útvaldu. Tey kunnu ikki villleiðast , Matt.24.24. Tey kunnu ikki bedragast av falskari rødd, Jóh.evang.10.4-5. Tey kunnu ikki missa tað æviga lívið, Jóh.10.28. Tey kunnu ikki rívast úr hond Faðirsins, Jóh.evang.10.29. Tey kunnu ikki renna og flýggja undan Anda og ásjón Guds, Sálm.139,7. Einki er so trygt, sum frelsan í Jesusi Kristi!

Men tey kunnu ørmaktast og gerast ófunksjonell í endatíðini. Ein troyttheit hongur yvir tey. Tí er boðskapurin: ”Men táið hetta fer at henda, rættið tykkum tá upp og lyftið høvdum tykkara, tí tá nærkast endurloysing tykkara!” Tað má vera ein tilsvarandi rættið tykkum upp og lyftið høvdum tykkara boðskapur, sum tíðin nærkast, at vit skulu burtur higandi. Eitt andaligt uppmuntrar skump, tí endurloysingin stundar til. Eitt høvd, sum gjøgnum orðsins forkynnilsi hyggur upp móti himli og festur eyguni móti skýnum, tí Harrin er nær. Eitt evangelium, sum ber frískleika við sær, sum ein andalig vitamin sproyta. At hangandi høvur og slappar hendur, og riðandi knø koma aftur í tann form og tað styrki, sum tað skal hava. At veikleika-anda kvinnur reisast í Guds kraft og drekka vatn frá himlinum, og at seingja liggjandi menn við Betesda hyl reisast aftaná 38 ár við lammilsi.

”Men táið hetta fer at henda,…” Tað fer, smb. skriftini at henda ting, sum ger at menniskju koma at ørmaktast og ræðast og gerast óstytt á beinunum, men tú kemur ikki at hoyra til henda flokk, tí tú ert útvald/ur til ævigt lív! Tú hevur fingið lut í sterkari, guddómmiligari frelsu! Títt navn er skrivað í lívsbók Lambsins, áðrenn heimurin varð grundaður! Tú hevur fingið andan sum pant, 2.Kor.5.5. og ”Hann, sum er panturin um arv okkara – at ognarfólk Hansara skal verða endurloyst, dýrd Hansara til prís. Ef.1.14.

”Tí hetta siga vit tykkum við orði Harrans, at vit, ið liva – sum verða eftir til komu Harrans – skulu als ikki koma undan teimum, ið sovnað eru. Tí Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp; síðani skulu vit, ið liva – sum eftir eru – verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum. Troystið tá hvør annan við hesum orðum.” 1.Tess.4.16.

Við hesum orðum vil eg troysta teg og siga: rætt teg upp og lyft høvd títt, tí brúðgómurin kemur!

Hallur Sørensen