Eingin tænari kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon. Luk..16.13.

Bíbilsk frelsa er høgt hevað yvir allan samanblanding, og kann tískil ikki samantvinnast við tað gamla, sum ein áður mátti tæna, og tær kreftur ein var undirlagdur. Kolossebrævið 1.13. sigur: reiv okkum frá valdi myrkursins og flutti okkum inn í ríki elskaða Sonar Síns. Frelsan er frá Satans makt til Gud. Frá myrkri og inn í ljósið. Efesusbrævið 2 sigur: Eisini tykkum hevur Hann gjørt livandi, tykkum, sum deyð vóru í misbrotum og syndum tykkara….eisini táið vit vóru deyð í misbrotum okkara, gjørt okkum livandi við Kristusi – av náði eru tit frelst! Dávid sigur í Sálm.9.14-15: Tú, sum lyftir mær upp frá portrum deyðans, fyri at eg skal kunngera alt prís Títt í portrum dóttur Zions,…Total umbroytan. Og 2.Korintbræv.5.17 sigur: Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt. Ikki ein reviderað útgáva, ella ein hampað útgáva ella pyntað, men nýggjur skapningur. Tí hevur Guddómmlig frelsa eina sperru, sum ger, at tú kanst ikki tæna tveimum harrum! Kanst ikki vera í tveimum leirum, men sum sangurin orðar tað: utenfor lejren må, hele brudeskaren stå!

Eingin tænari kann tæna tveimum HARRUM. Men sjálvsagt kanst tú tæna. Bíblian er full av dømum um hesa balansugongd í hesum lívið. Vit lesa í Jóhannesar evang.17.15: Eg biði ikki, at Tú skalt taka tey úr heiminum, men at Tú skalt varðveita tey frá illum. Vit hava fingið hetta lív at liva og samstundis minnast á, hvat vit eru kallað til. 1 Korintbræv 7.31 definerar tað soleiðis: og tey, ið nýta heimin, sum tey høvdu ikki nýtt hann;…Frelsan tekur okkum ikki úr hesum heimi og ger okkum veruleika fjarð. Men samstundis, um tú væl at merkja er Ábrahams barn, so søkir tú tað sum omanfyri er og uppfyllir samtundis hetta vers: Við trúgv varð hann útlendingur í landi lyftisins, eins og í fremmandum landi, og búði í tjøldum við Ísaki og Jákupi, samarvingum hins sama lyftis, tí hann væntaði staðin, ið hevur fastan grundvøll, og hvørs byggimeistari og skapari er Gud. Hebr.11.9-10.

Tú kanst tæna, og tað nógv. Men essensurin í versinum er: at tú kanst bert hava ein harra. Alt má vera undirlagt Harran Jesus. Tú mást vísa honum tín lojalitet, og fyritrekkja Hann framum alt. Sjálvsagt hatar tú ikki alt hitt, men hetta sterka úttrykk er fyri at vísa, hvussu títt hengivni skal vera til Jesus, og hvussu tín prioritetingssansur skal vera til alt hitt. Elskar tú Jesus framum alt, so kemur hitt í aðru rekkju. Søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara!

Dávid kongur tænti Saul, og gekk honum til handa og spældi uppá hørpu fyri at blíðka hansara sinn. Men eingin ivi varð nakrantíð um, hvør ið var Harri Dávids. Alt annað kom í aðru røð. Hansara hugur og longsil stóð til himmalin. Og táið tað veruliga kom til skarpskeringar, so reistist hann í Guds kraft og lat sess sín standa tóman, fyri at fullføra tað verk, ið hann var kallaður til. Markus evang.12.30 sigur: Og tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av øllum huga tínum og av allari styrki tíni. Tú kanst spyrja: hvussu nógv er tilyvirs til hin harran, táið Gud Ísraels er alt fyri ein?

Dániel gekk bæði Nebokadnesar, Belsarzar og Dariusi til handa og hjálpti teimum i torførum tíðum. Týddi dreymar og útlegði fyri teimum ætlan Guds. Men allir tríggir kongarnir fingu at kenna sama brennandi eld í hjarta Dániels, við at Gud Ísraels gekk framum teir allar. Og óansæð hóttanir og deyðsplanir, ið blivu førd út í verk móti Dániel, so veik hann ikki frá tí, at Harrin var fremstur í hansara lívi.

Mammon verður tikin við í hesa frásøgn, ei undur í. Tí mangir byrjaðu eitt gott verk, men blivu til sølu fyri sterku kreftur mammons. Bileam var profetur Harrans. Men tað kom til eitt bristipunkt, har hann prostitueraði sína tænastu og seldi hana fyri spámannaløn til spott fyri Harran og Hansara fólk.

Kongur Sálomo var ein salvaður og mektigur kongur. Men hann gav eftir. Og um tú lesur væl uppá, so sært tú, at ríkidømi, ið bara vaks og vaks bleiv ein innfalsvinkul fyri Satan, og síððani ein snerra fyri tann mann. Hann endaði sínar dagar á ein annan hátt, enn hann byrjaði. Tragiskt!

Judas Iskariot sá ríkidømi í Jesusi. Men dagurin kom, táið Satan fór í hann og tað resulteraði í, at hann seldi ikki Jesus, men hann traktseraði sína egnu sál fyri 30 seklar av silvuri.

Táið Gud er høvdingi í lívinum, so skapar hann lív og møguleikar. Tá vil viðkomandi eisini kunna ráða yvir tann órættvísa mammon, tí Gud er Harri hansara. Er Jesus tín Harri og tín Gud?

Hallur Sørensen